Felagið Føroyskir edd og seinna i´s snobbar

Hmm…sum sjálvvaldur forseti í felagnum „Føroyskir edd og seinna i´s snobbar“ fari eg at ynskja Vencili Ulriki Hammerhaimb hjartaliga til lukku við teimum tvey hundrað árunum og livi hann túsund afturat í minni okkara og helst um allar ævir…

29.03.2019
Carl Johan Jensen
Ymist

samstundis taki eg, embætis vegna, frástøðu frá og fordømi tann óforsligna sett (Z), ku (Q), se (C), dupult ve (W) ella eks-skalla (X), sum setti saman hetta ljóta og stevhalta rímið niðanfyri…

leggist seinna a (æ) á hann sum ein marra, hvørja ferð hann blundar…

Nú javnast tað mangan við kreddu
og jesan stendst av tí, sum skeddi,
tá ið prósturin Vencil,
ein akademiskur skendsil,
læt Føroyamál stavast við eddi.

Hmm…Hammershaimb…tað, ið flest okkara vita um hann man vera navnið, men tað plagdi at standa á hundraðkrónuseðlinum…aftur at navninum koma so tær fáu reglur summi av okkum hóma at hava lisið í skúlabókum í mesta lagi hálvonnur síða…har stóð, at gamli hevði verið próstur á Nesi, eina ferð skuldi hava prædikað á føroyskum annaðhvørt Kvívíkar- ella onkrari aðrari kirkju… og so hetta, sum helst festi seg best av øllum …la pièce de résistance so at siga…at hann var faðir at føroyska skriftmálinum…

hitt, hvussu tann føroyska stavsetingin varð til í roynd og veru, um tilgongdina og tað málvísindaliga jørðildið og tey mentunarligu veðurlagsviðurskifti, ið treytaðu hana, hevur almenningurin yvirhøvur hvørki vitað ella lagt í at vita stórvegis um…

ikki tað eg veit, ið hvussu er…

sannleikin er helst, at tann sokallaða hammershaimbska stavsetingin ikki varð gjørd við tí fyri eyga, at hon skuldi vera grundarlag til eitt føroyskt skriftmál, soleiðis sum vit kenna tað í dag…eingin hugsaði sær í álvara tann møguleikan um miðja 19. øld…( í hesum viðfangi kann eisini vísast til orðini, sum Jákup Jakobsen, doktari, hevði um útlitini fyri føroyskari ritmenning í eini tiltiknari grein um mál og stavseting í Dimmalætting so seint sum í átjanhundrað og fýrsárunum: nogen færøisk Litteratur i egentlig Forstand kan der aldrig blive tale om)…tað sum menn tá helst ætlaðu (tí ikki tykkum at siga vóru hetta menn burturav: C.C.Rafn, N. M. Petersen, Jón Sigurðsson, V. U. Hammershaimb o.a.) var at geva tí norrønt ættaða tilfari, sum var og fór at verða savnað í Føroyum, ein samskipaðan skrift- ella prentbúnað við útgávu í hyggju hjá eitt nú Danska Fornritafelagnum…fyrimyndin óivað tikin eftir royndunum, sum vórðu gjørdar at fáa í lag eina samskipaða stavseting fyri norrønt til nýtslu í útgávum, eitt nú av íslendsku fornsøgunum og øðrum norrønum tekstum…

ein slík samskipað stavseting var hildin at vera neyðug til at gera teir fornu tekstirnar atkomuligar hjá vanligum lesarum, leikum sum lærdum, tí handritini soleiðis sum tey eru skrivað uttan nakra samskipaða rættskriving ella stavseting eru ikki hvørsmansføri at geva seg í holtur við… bara styttingarnar í teimum eru eini vísindi fyri seg og hartil fløkt…

tað sum hinvegin er serstakt við hammershaimbsku stavsetingini er, at hon kortini móti øllum líkindum kom at gera grundarlagið undir nýføroyskum skriftmáli…

og ein av orsøkunum til tað var, at Hammershaimb og onnur við brúktu hesa stavsetingina í øðrum samanhangi enn upprunaliga ætlað…og tað hevði aftur við sær, at rættskrivingarreglur vóru gjørdar og mállæra og orðabók soleiðis, at tá tíðin var búgvin og føroyskt máltilvit árini undan og eftir aldaskiftið nítjanhundrað vaknaði til annað lív og nýggjar tíðir, tá var eitt amboð tøkt, sum kundi sameina tey ymsu bygdamálini undir eitt felags skriftmál…

nú ivist eg onga løtu í, at tað er eftirfarandi, sum granskarar eru komnir fram til um hammershaimbsku stavsetingina og íkomu hennara… eg havi tað álitið á teimum…men hvussu stavsetingin varð til er tó bara ein partur og upp á seg lítil partur av søguni um føroyskt skriftmál…

og álvaratos dugi eg illa at skilja hesa ólukksáligu trongdina hjá summum, at vilja royta Hammershaimb úr æruni til hann stendur eftir í fólkahuganum skelvandi nakin og í berum skóleistum…eg haldi gamli eigur betur uppiborið, sjálvt um hann kanska ikki er faðir at skriftmálinum upp á tann mátan, sum vit minnast úr skúlabókunum…

spyrst so livst…

Carl Johan Jensen

29.03.2019
Carl Johan Jensen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?


#}