William Heinesen (1900 – 1991) og Jørgen-Frantz Jacobsen (1900 – 1938). Myndin er tikin í 1919. © Det Kongelige Bibliotek.

Eitt makaleyst brævaskifti

Brot úr innganginum, ið Jógvan Isaksen hevur skrivað til verkið "Vinaliga".

05.06.2019
Jógvan Isaksen
Ymist

Eins kærur og hann var at lívinum, eins kært var tað honum at greiða frá tí, ið hendi í hansara lívi. 'Tað er ein narkosa hjá mær, ein dagliga afturvendandi frøi, at lata mín gróðurmikla fyllipenn fara rennandi eftir ørkunum'.

William Heinesen skrivaði tey alraflestu av sínum brøvum á maskinu. Hetta brævið til Jørgen-Frantz er dagfest Thorshavn, 7. September 1931. William gremur seg um føroyska veðrið, og tað ger hann javnan alt brævaskiftið.Soleiðis orðar William Heinesen seg um Jørgen-Frantz Jacobsen í innganginum til Dýrmæta Lív, sum er eitt lítið úrval av brøvum hjá vinmanninum. Um skriviamboðið leggur William aftrat: "Hesin fyllipennurin fylgdi honum í góðum og ringum saman við tí breiða skriviblokkinum. Tað var ikki uttan í ringastu sjúkutíðum, tá ið hann var ikki mentur at stýra penninum, at hann legði hann til viks - og tók til fyrimann hansara, blýantin. Tí skrivast mátti, sjálvt tá ið ringastu hitaríðirnar vóru, sjálvt beint aftan á meinastu skurðviðgerðir."

Vinmenninir og skyldmenninir skrivaðu brøv hvør til annan, sum neyvan nakrir aðrir føroyingar hava gjørt hvørki áður ella seinni. William Heinesen sigur í sama inngangi, at hann hevur eitt savn av brøvum, "um 1500 tættskrivaðar kvartsíður - tað man vera upp ímóti einari millión av orðum". At meginparturin av brævaskiftinum er til, er lutvíst Williami fyri at takka, tí umframt at goyma brøvini frá Jørgen-Frantzi, so skrivaði hann tað nógva av sínum brøvum á maskinu í tveimum eintøkum. Aftrat hesum kemur, at Jørgen-Frantz í august 1937 letur William fáa tveir stórar pakkar við brævaskiftinum, sum hann sigur, at William skal varðveita.

Tey fyrstu ungdómsárini hava vit bara brøvini frá Jørgen-Frantzi og ikki tey frá Williami. Tann seinni vil vera við, at tey hava ikki stórvegis upp á seg, tí brævskrivingin tók ikki av álvara dik á seg fyrr enn í 1921. Hetta komst av, at árini, ímeðan Jørgen-Frantz gekk á Sorø, 1916-19, gekk William á keypmansskúla í Keypmannahavn, og seinni kom hann í journalistlæru í Ringsted, og tí vóru teir javnan saman. Ikki fyrr enn William flutti heim at starvast í handilsvirkinum hjá pápanum, og Jørgen-Frantz flutti til Keypmannahavnar at lesa á universitetinum, kom rættilig ferð á brævaskiftið.

Jørgen-Frantz Jacobsen hevði eina vakra skrift, sum er løtt at lesa. Hetta brævið er dagfest Vejlefjord Sanatorium, 18 marts 1930. Tað er sostatt frá fyrsta steðginum hjá honum á hesum stovni.
VINMENNINIR
William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen vóru báðir føddir í Havn ár 1900, men vóru ikki systkinabørn, sum tað javnan hevur verið hildið uppá í donskum bókmentasøgum. Jørgen-Frantz var harafturímóti systkinabarn mammu Williams, Carolinu Restorff. Hon tosaði bara danskt, og hóast pápi William, Zacharias Heinesen, var bóndasonur úr Bø og sigldi sum skipari, til hann giftist Carolinu, so tosaði eisini hann bara danskt við hús. Drongurin vaks tí upp í einum heimi, har málið var danskt, hartil var hann nógv saman við tí musikalsku donsku ommuni. Saman við Jørgen-Frantzi gekk alt fyri seg á donskum, og føroysku vinmenninir hildu tað vera stuttligt at tosa danskt, so heldur ikki har fekk hann størri kunnleika til føroyskt mál. Seinni fór hann at tosa føroyskt, men hann helt seg ongantíð duga rættiliga at skriva á føroyskum. Segði, at tað var sum at "telgja við einum óhvøssum knívi".

Heima hjá Jørgen-Frantzi og teimum var eitt sindur øðrvísi. Pápi Jørgen-Frantz var føddur í Keypmannahavn og tosaði danskt, og mamman var av bóndaætt innan úr Eysturoynni, men hon kom longu sum barn til Havnar at vera hjá mammubeiggjanum, sum var handilsstjóri. Jørgen-Frantz tosaði danskt við pápan og føroyskt við mammuna. Foreldrini tosaðu danskt sínámillum, børnini føroyskt. Jørgen-Frantz vitjaði javnan skyldfólk inni á Skálafjørðinum og gjørdist kunnigur við lívið á bygd. Hann var sostatt málsliga væl útborin bæði á donskum og føroyskum og skrivaði greinir á báðum málum.

Av lyndi vóru vinmenninir rættiliga ólíkir. Jørgen-Frantz var hann, sum altíð skumpaði undir, at nú skuldi okkurt henda, nú skuldi broyting koma í. Hann var ógvuliga virkin á mongum økjum og hevði ætlanir um at gerast politikari og søgumaður, og hann var altíð millum tey bestu í skúlanum. William var afturímóti meiri ivandi og hugsanarsamur, og í skúlanum sat hann aloftast á aftasta beinki, tí hann hevði ilt við at hugsavna seg um skúlatingini.

Í felag høvdu teir kærleikan til tónleik - einahelst klassiskan - og hugflogið, og í uppvøkstrinum spældu teir alskyns spøl, sum teir sjálvir høvdu funnið uppá. Teir vóru sum krókur og lykkja, og einaferð í 1930'unum skrivar ein kvinna til William Heinesen, at tað nyttar einki at fortelja honum nakað í trúnaði, tí hann fortelur tað kortini beint víðari til Jørgen-Frantz. Soleiðis var tað eisini hinvegin. Tað drúgva brævaskiftið ímillum teir báðar er sosatt ímillum tveir menn, sum at kalla einki dylja hvør fyri øðrum; teir eru - so ólíkir annars - "soul mates".

---
 
Allur inngangurin lýsir væl sambandið teirra millum, ætlanir og vónir, tað, ið varpaði skuggarnar yvir lívið hjá Jørgen-Frantzi, og tað, sum at enda beindi fyri honum.

Vinaliga kann keypast her

05.06.2019
Jógvan Isaksen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?