Janus Djurhuus, Jørgen-Frantz Jacobsen, William Heinesen og Hans Andrias Djurhuus. Myndin er tikin í 1924. Wikipedia

JFJ

Firðirnir gerast ikki áhugaverdir í Føroyum, fyrrenn vit fáa skiftið í búskapinum – frá landbúnaðarsamfelagi til fiskivinnusamfelag. Fyri hetta var útróðurin hjávinna afturat landbúnaðinum, tí var høgligast at seta búgv soleiðis, at sum stytst var at rógva á miðini, í hvussu er áðrenn motorarnir komu. Eftir skiftið – sum eisini var grundarlag fyri stórum fólkavøkstri –   høvdu sluppir og skonnartir tørv á tryggari vetrarlegu og seinri bryggjum, har veiðan úr Norðurhøvum kundi uppskipast, virkast og flytast av landinum. Stóri fólkavøksturin verður eftir hetta í Vági, á Tvøroyri, í Vestmanna, Fuglafirði, Seyrvági, Miðvági, Klakksvík og báðumegin við Skálafjørðin. Í hesum lopinum veksur Havnin eisini, høvuðsstaðurin, sum húsar skúlum, sjúkrahúsi og einari vaksandi umsiting.

13.06.2019
Tórbjørn Jacobsen
Ymist

Glyvrar var ein lítil bygd í landinum. Landbúnaðarbygd. Í grundini var tað bert ein garður, har allar tær 16 merkurnar vóru, sum tá hoyrdu og enn hoyra til bygdina. Sorinskrivarin Niels Jacobsen festi garðin í 1649. Elsti sonur hansara, Hans Nielsen, sum var sýslumaður, gifti sær Sundsgarð til, og tey bæði Elsebeth Johannesdatter fingu synirnar Niels og Lucas.
 
Niels var fyrsti bóndi í Niðristovu - nú høvdu vit helst rópt tað Niðri á Bakka - og hann festi helvtina, 8 merkur, av Heimistovugarðinum í 1705. Hann var eisini sýslumaður, eftir at pápin var deyður. Síðani sita nøkur ættarlið við garðinum. 20. mai 1820 tekur Jacob Christiansen við festinum, sum hoyrir til Niðristovu. Hann var giftur Maren Frederikke Clementsdatter úr Lamba, hon var dóttir Clement Samuelsen og konuna Onnu Katrinu Haldansdatter, ið var slektað úr Leynum. Tey bæði fingu 8 børn. Tvey av teimum vóru Anna Katrina Jacobsdatter og Jacob Jacobsen, no. 6 og 8 í røðini, fødd í 1840 og 1845. Triðji elsti sonurin, Clement Jacobsen, fór til Havnar at læra handilsskap, hann giftist danskari kvinnu, men tey fingu ongi børn.
 

Jacob Jacobsen, Jákup á Langanesi, var giftur Biritu Hansdatter úr Heimistovu. Hann var røktingarmaður, legði tvey kúfóður inn - inni á Langanesi – búsetti seg har - og segðist vera av frægastu útróðrarmonnum. Hann var langabbi mín, pápi abba mín, Napoléon á Glyvrum. Eldra systir Jákups, Anna Katrina, giftist til Elduvíkar við Joen Michelsen, Pers-Jógvan róptur. Tey bæði fingu tvær døtur, - Mariu og Marin. Anna Katrina doyði ung frá døtrunum, hon var bara 33 ára gomul, táið hon doyði eftir “abortering”, og tá fór Marin til Havnar at vera. Hon vaks upp hjá fyrr umrødda mammubeiggja sínum Klæminti og konu hansara Katrinu, tey vóru sum sagt barnleys. Marin var verandi í høvuðsstaðnum, og giftist seinri við Martin Meinhardt Jacobsen, ið var sonur danska skómakarameistaran Jørgen Frantz Jacobsen. Hesin flutti til Føroya við familjuni í 1877. Marin og Meinhardt áttu døturnar Onnu Katrinu, uppkallað eftir ommuni úr Niðristovu á Glyvrum, og Francisku, Honnu og Hellu, sum var gift bóndanum og politikaranum Dánjal Paula Danielsen – í Búðini – av Velbastað. Harumframt fingu tey dreingirnar Klæmint og Jørgen Frantz Jacobsen. Hesin seinri nevndi er maðurin, sum er á breddanum í hesum døgum, nú brævaskiftið ímillum hann og vin- og skyldmann hansara, William Heinesen, verður givið út í bók.
 
Mostir hansara, Maria, vendi aftur á gamlar slóðir og kom út aftur á Glyvrar. At búgva. Hon giftist seinri við Johannes Johannessen í Beitinum. Tey bæði fingu børnini Katrinu, Jóhonnu, Jóhan og Eliesar. Katrina var gift og búði í Rituvík, Jóhanna búði á Glyrum og var ógift og brøðurnir báðir gjørdust lærarar. Jóhan var fyrstilærari á Skála í rúma tíð, hann var giftur Ingeborg, ið var dóttir Meginskaldið Janus Djurhuus, og fingu tey m.a. sonin Leivur á Skála, sála, sum tey flestu á mínum aldri hava hoyrt um. Hann var verkfrøðingur - starvandi í Tórshavn. Eliesar búsettist í Beitinum, og giftist Dagmar, dóttir Petur Danielsen í Søldarfirði – tey eiga trý børn, - Mariu, Petur Anfinn og Jóhannus Morsing.
 
Harvið hevði Jørgen Frantz Jacobsen nógva fjølskyldu í bygdini. Systkinabørn í Beitinum og næsta slekt á Bakka og á Langanesi. Elsti morbróðir hansara, Kristian, var hildin at vera væl fyri intellektuelt og nógv avhildin. Hann festi garðin, og varð valdur á Føroya løgting í árunum 1895-1899. Hann fekk sær eisini handil. Sonur hansara Rasmus festi eftir pápan, og hann fekk 7 børn í tveimum giftum. Elsti sonurin í seinru giftini, Meinhard, var føddur sama ár sum trímenningur hansara Jørgen Frantz Jacobsen. Hann tók við handlinum eftir pápan, og brøðurnir bygdu turkihús, og íshús høvdu teir eisini, sum faðir teirra hevði átt. Onkur teirra átti og førdi skip.
 
Mær er sagt at Meinhard og rithøvundurin vóru serliga væl, so javnir í árum, og so ofta sum tað lá fyri hjá honum, legði Jørgen Frantz leiðina inn á Skálafjørðin – inn á Glyvrar at vitja. Nú havi eg av góðum grundum ikki lisið brøvini, men onkur segði mær, at William í einum brævi umrøður “glibrianske cigarer”, og uttan iva hevur Jørgen Frantz givið honum tær frá Rasmusi, systkinabarni móðir hansara og seinri frá trímenninginum Meinhardi. Bárður Jákupsson segði fyri kortum í Útvarpinum, frá Heðini Brú, pápa hansara, at honum dámdi so serliga væl at vera í arbeiðsørindum - sum búnaðarráðgevi - inni á Glyvrum, sum hann tók til: Teir vóru hinir skemtiligastu menn at práta við í landinum. Kann vera at tað sama hevur drigið Jørgen Frantz hendan vegin, umframt tað, at hann var nær slektaður við ein stóran part av bygdini.
 
William sigur um Marina, mammu vinmannin, í innganginum til “Det dyrebare liv”, at hon var stak vøkur og væl gávað kvinna, stoisk-harmonisk av lyndi og bókakøn. Síðani staðfestir hann, at Jørgen Frantz ofta vitjaði skyldfólk síni inni á Skálafirði – á Glyvrum. Soleiðis gjørdist hann kunnugur við lívið á bygd, og haðani fekk hann nógv av tilfarinum til skaldsøguna “Barbara.” M.a. er løgmansfigururin, Samuel Mikkelsen, manaður fram eftir einum prúðum og hábærsligum skyldmanni, kann ætla at tað er systkinabarn Marina, Rasmus, sum var 34 ár eldri enn hann, og ein annar figurur er Armgard, sum altíð sat og bant. Tann figururin er uppstrikaður eftir hinari ikki minni strammu og striksu ommusystir hansara á Glyvrum – Elsebeth Mariu. Hon hevði verið uttanlands, í Keypmannahavn í 18 ár, har hon m.a. hevði tænt í køkinum hjá kongi.
 
Á yngri árum arbeiddi eg nógv niðri á Bakka, og ein sum eg kom at arbeiða serliga nógv saman við var Klæmint á Bakka. Vit gjørdust vinmenn, hóast 49 ár vóru ímillum okkum. Hann var sonur Rasmusar, og harvið vóru Klæmint og Jørgen Frantz trímenningar, á sama hátt sum pápi mín og rithøvundurin vóru trímenningar. Klæmint var kortini nakað yngri – føddur í 1906 – og umframt at vera ímillum prúðastu, raskastu og sterkastu menn í landinum, tiltikin, m.a. gjørdi hann roysnir frammi á dekkinum á damparanum Niels R. Finsen, sum var komin í havsneyð á Hvarvinum í 1939, var hann sera væl kálvføddur í søgu og litteraturi, eg ógvaðist mangan um vitan hansara, m.a. táið hann detaljerað greiddi mær frá griksku guðalæruni, og táið hann slóðaði mær rásir inn í alheims skaldskapin. Tá gjørdist mær greitt, at her hevði verið eitt jørðildi, sum hevur staðið væl í mun til góða høvdið og áhugan hjá Jørgen Frantz, - sum Klæmint mangan tosaði um, teir kendust væl, sum vera man. Eliesar í Beitinum kendi eg eisini væl, hann var søgulærari okkara í Glyvra skúla. Maria, dóttir hansara, og eg eru javngomul og fylla sama dag. Hann var ein gløggur, vællisin og mentaður maður – aftur her renna vit okkum í eina kultiveraða slóð, sum hevur drigið ein forvitnan ungan mann – við viðkvæmum antennum - úr høvuðsborgini út á bygd.
 
William sigur í formælinum til aðru útgávuna av “Færøerne – natur og folk”: “Hans interesse for og kærlighed til dette lille, men dog så vidtløftige ørige i Atlanten, var utrættelig. Under sine lange sygelejer havde han altid et kort over Færøerne hængende foran sig på væggen, og i perioder, når han var tvunget til at ligge uvirksom hen, morede han sig med i tankerne at gøre udflugter til de forskellige øer og bygder.“ Seinri skrivar hann: “Hans store deskriptive talent, hans videnskabelige uddannelse som historiker og hans fanatiske kærlighed til land og folk har i forening løftet den introduktive bog op i et højt kunstnerisk plan.”
 
Øll, sum bera kenslu við Jørgen Frantz Jacobsen, vita, at hann var íðin tjóðskaparmaður. Konteksturin var ein annar enn í dag, nú, eftir at ein øld er hespað uppá tíðarsnælduna síðani. Hann vaks upp í tíðini eftir at tjóðskaparrørslan býtti seg upp – í flokkar, og hann stóð stinnur undir liðini á sjálvstýrismonnunum. Í skrift og talu. Hetta fær meg at hugsa um ein annan samanhang, sum okkurt kann vera í, tí Rasmus Glyvradal, ein skyldmaður hansara, og mín, segði mær nú ein dagin, at ein eldri gjáarmaður hevði sagt honum, at bóndahúsið í Niðristovu var tað fyrsta á Skálafjørðinum, yvirhøvur, har tað lýsti í – politiskt tjóðskaparliga. Hetta samsvarar eisini við tað, sum ein skyldmaður mín, Ingvard á Langanesi, eisini trímenningur Jørgen Frantz, einaferð segði mær. Hann greiddi frá, hvussu tað var, táið glyvramenn skuldu út á Nes at velja til forstandaraskap, løgting og fólkating, - farið var við báti. Teir í Niðristovu høvdu motorbát, vóru sjálvstýrismenn, og ofta tóku teir sambandsmenninar í árabátum uppá sleip. Nú var hann sjálvur íðin tjóðskaparmaður, tí ynskti hann kanska at mana eina mynd fram í høvdinum á mær, um framburð og afturhald. Soleiðis var eisini ekvivalensur ímillum rithøvundin og skyldmenninar á Glyvrum á politiska mótinum.
 
Nú rýkur tað kanska í meira lagi av friði og samlagi, úr tí sum eg havi tikið fram, men tað er nú so, at stóra Gjógvin, ið er ein upprunin til bygdarnavnið, klívur bygdina í tvey. Sjálvandi í nógv størri mun áðrenn brúgvin og vegurin komu, og ofta verður havt á lofti, um viðkomandi, talað verður um, býr innanfyri ella uttanfyri Gjónna. Ein lokal søga er um spenni, sum kann vera tvørtur um ein so stóran skurð í lendinum. Marin, kona Kristians, ommubeiggi rithøvundans, segðist vera sera ráðarík, og tað var heimistovubóndin Hanus eisini. Sera ráðaríkur. Hann var oldurabbi mín í hinum legginum á Glyvrum. Ístaðin fyri at stríðast um valdið, samdust hesi bæði ráðaríku fólkini um at býta valdið í bygdini ímillum sín. Í besta Machiavelli stíli. Hanus í Heimistovu skuldi ráða fyri borgum uttanfyri Gjónna og Marin í Niðristovu skuldi hava alt valdið innanfyri Gjónna.
 
 
Ein onnur orsøk til at Glyvrar sum bygd hevur líkst burturúr øðrum bygdum, av somu stødd – og ikki hevur kenst sum ein statiskur tíðarlummi – og drigið fólk til sín – kann eg ætla hava verið allir teir ungu menninir, sum komu úr ymsum heraðshornum í landinum at læra seg navigatión. Nólsoyingurin Poul Niklái Danielsen, ið setti seg niður í Glyvraheiðum, hevði skiparaskúla í húsum sínum um aldarmótið fyri stórthundrað árum síðani. Hann hevði hægstu navigatiónsútbúgving frá Bogø navigatiónsskúlanum í Danmark. Hann var langabbi mín. Hans Djurholm lærdi til skipara hjá honum. Seinri fór hann sjálvur undir at reka navigatiónsskúla, og frá vetrinum 1903/04 fram til 1907/08 helt skúlin til í húsunum hjá foreldrum hansara í Heimistovu. Eftir at hann hevði bygt sær hús longur inni í bygdini, byrjaði hann aftur at halda skúla i 1912 og helt fram til og við veturin 1927/28. 131 navigatørar lærdu til skipara hjá Djurholm. Fleiri av kendu rokskiparunum um ta tíðina. Skúlin var privatur og fekk ongan almennan stuðul til raksturin. Kann ætla at tað hevur havt týdning fyri bygdina, at so nógvir fremmandir ungdómar komu higar, ið gjørdu hana til eina bráðpannu, og hetta er júst um tað mundið, táið Jørgen Frantz tíðum vitjaði hendanvegin.
 
Ongin veit hvat ið hevði kunnað komið burturúr Jørgen Frantz Jacobsen, hesum vituga og evnaríka manni, slapp hann at liva longur enn í 37 ár. Kortini livir hann framvegis ígjøgnum skaldskapin, serliga ígjøgnum einastu skaldsøguna “Barbaru”, sum var givin út í 1939 og seld í fleiri hundrað túsund eintøkum síðani - bara í Danmark. Hon er filmatiserað og kend um allan heimin. Týdd til norskt, svenskt, hollandsk, týskt, finskt, íslendskt, slovenskt, eingilskt, grønlendskt, polskt, estiskt og føroyskt mál.
 
Eftir ynski frá Sprotanum havi eg nú roynt at greiða frá bondunum, sum knýttu heimsgitna rithøvundin Jørgen Frantz Jacobsen til heimbygd mína. Vit báðir vóru/eru, sum tit kanska hava gitt, slektaðir í fjórða og triðja liði – úr Niðristovu á Glyvrum.

Tórbjørn Jacobsen
  
---

Keldur:    
Keraldið – Maria Jacobsen
Rasmus Glyvradal
William Heinesen
Egið minni

13.06.2019
Tórbjørn Jacobsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

Kommunur í eini broytingartíð 

Bókin er eitt greinasavn, sum Sámal hevur skrivað um samfelagsbroytingar, samferðslu, kommunupolitikk, umhvørvi og býarskipan. Við…
Bókaprát

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnað…
Bókaprát

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, bir…
Bókaprát

BÓKADAGAR 2024

Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu…
Ymist

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri…
Bókaprát

Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók

Mánadagin 4. november gevur Sprotin út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon er sjálvstøðugt framhald av bókini ”…
Bókaprát

Yvir um ferð

Svanna Jákupsdóttir, sum áður hevur givið út yrkingasavnið "Oyðilendi" kemur nú út øðrum savninum, sum ber heitið: Yvir um ferð.
Orð og tónar

Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív

Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tríggj…