Edvard S. Olsen hevur týtt stórverkið eftir Johannes V. Jensen.

Drúgva ferðin

"Drúgva ferðin" er 6 sjálvstøðugar bøkur. Verkið er ikki upprunaliga ætlað sum ein framhaldandi frásøgn um, hvussu menniskjan varð til og mentist frá ístíðini til nýggju tíðina. Tað er vorðið til í lopum. Ikki fyrr enn Johannes V. Jensen hevur skrivað "Bræen" (1908) og "Skibet" (1912), stendur stóra verkætlanin greið fyri honum.

14.09.2019
Sprotin
Bókaprát

Fyrri heimsbardagi brestur á og setur ferð á arbeiðið. Hann er ávirkaður av oyðingum, ræðuleikum og hópdrápi í krígnum og fer at skriva eina nýggja útgávu av skapanarsøguni. Hesum greiðir hann frá í arbeiðsuppritum til eitt bókmentaligt testamenti, sum er endin á skaldsøgukringinum, Æstetik og Udvikling (1923).
 
Hann setur sær fyri at skapa eina norrøna, ikki-kristna útgávu av Bíbliunnar skapanarfrásøgn við Ádami og Evu. Til hetta er at siga, at Genesisí Gamla testamenti hevur í uppruna sínum einki við kristindóm at gera. Katólskur og protestantiskur kristindómur taka seinni Gamla testamenti upp í boðskap sín.
 
Ætlanin hjá Johannes V. Jensens hevur fyrst og fremst verið at geva eina veruleikatrúgva mynd av, hvussu menniskjan er vorðin til, og sum byggir á menningarlæruna hjá Darwin. At veruleikin, sum hann er, er eitt undur, er boðskapurin í øllum verkinum.
 
At tulka náttúru og søgu er fyri Johannes V. Jensen ein sálarlig tilgongd. Men náttúra og søga eru fyri honum burturav andalig fyribrigdi. Hesi viðurskifti skapa dialektikkin í verkinum. Grundarlagið er ein lívfrøðiliga grundað lívsáskoðan, har tað lívfrøðiliga ikki burturav verður fatað sum evnafrøði og mekanikkur. Lívfrøði er lívsins poesiur.
 
Hjá Johannes V. Jensen ræður um at kanna spælið millum anda og evnistilfar, vísa tilgongdina sum ein dyst, har bæði andi og evnistilfar er sannroyndir, ið treyta og ríka hvørt annað.
 
Verkætlanin hjá Johannes V. Jensen er at seta javnmerki millum menning og 'lívsins undur'. Tí hetta undur er ikki bara ein spurningur um poesi, tað er minst líka nógv ein spurningur um siðalæru.

Edvard S. Olsen hevur týtt stórverkið eftir Johannes V. Jensen.

Bøkurnar kunnu keypast her

14.09.2019
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?