Um útvarp og so fordánt... (gjar 3)

Mefistofeles:
„...Verachte nur Vernunft und Wissenschaft,
des Menschen allerhöchste Kraft,
laß nur in Blend- und Zauberwerken
dich von dem Lügengeist bestärken,
so hab ich dich schon unbedingt –"

„…halt bert hánt um vísindi og skil
tað hægsta, sum okkum legðist til,
og styrk teg bert í lygnaranda
við villingum í hvørjum vanda
tá eigi eg teg vist og endaliga – “

úr Faust eftir Goethe, 1. parti…

06.10.2019
Carl Jóhan Jensen
Ymist

Einaferð var eg óviti… eg við…tað er longri síðan, enn eg leggi í at minnast…fyrst í trýssunum… og í teimum døgum var at kalla bert eitt strik á loftmiðlakumpassini… og tað var ljóðvarp…og her sipi eg ikki  til Útvarpið á Bryggjubakka (seinni í Sortudíki)…nei…eg hugsi um ljóðvarp uttan úr stóru verð og hvussu tað beindist inn í stovuna hjá okkum gjøgnum eitt kastanjulitt lurt, sum tey gomlu kallaðu radio, íðan var tað eisini keypt frá onkrum, ið kallaðist Radio-Karl…
 
hvussu víðani hesi ljóð komu inn í  til okkara í Gundadali, sást framman á lurtinum, men har var ein glaspláta fest á skráan ovast og ytst hvørjumegin á plátuni vóru beinhvítir knappar… teir kundu snarast… annar flutti eina klæna stong aftur og fram á innaru síðuni… á teirri uttaru og hvørt við annað, óendaliga smástavað, stóðu nøvnini á býum  bæði eystan- og vestanfyri Jarntjaldið… og tað tjaldið var ikki hvat tjald sum helst, men ein myrkur, næstan ljóstættur skuggi aftan  fyri Nólsoynna… og tá minst um vardi, kundi hann knappliga skýma enskt mál yvir alt, sum tey vaksnu tosaðu sínámillum, tí enskt var nú eitt sovorðið vælsignilsi hjá foreldrum tá og nýttist til at dylja mangt og hvat fyri børnum …
 
aftur undir glasplátuni, undir býarnøvnunum og teirri klænu, flytiligu stongini var  eitt eyga… tað lýsti grønt og bíndi óunnisliga at tær, tá lurtið gekk… men tað visti eg, hevði sæð tað svart upp á hvítt (eg lærdi tíðliga at lesa), at til var ein gud og hann sá alt við  sínum eina eyga… so einki var at ivast í… røddin, sum javnan hoyrdist gjøgnum tað gráa løriftið og tær úthallandi tvørrimarnar framman á lurtinum undir glasplátuni, mátti vera málið í hesum sama gudi… í øllum sínum skurrandi álvara…
 
og tað var tað við álvaranum, hann var á norskum og norskt so skikkað,  tað málið dugdi ikki til at dylja meg nakað… og sama galt um hitt málið, sum hesin eini og stakoygdi gud talaði, ella danskt, men tá hann gjördi tað, æt hann Kalundborg, ikki Bergen, og búði á Langbylgju, segði pápi mín, tí hann var dansktmæltur hann við… og tað hevði pápi sín eisini verið, segði hann… abbi mín… men abbin langt síðani farin, sum tað æt, onkustaðni, hvagar tað so var, kanska á Langbylgju til Kalundborg…nei,  tað var ikki gott at vita…
 
í øllum førum var hetta alt sami kuldakrúpandi álvarin… sama jarntjaldið upp í saman við sínum atomi og atomið so forskrekkiligt, verri enn nonnurnar, men nonnur í sínum lagi eitt slag av konum og giftar við hesum einoygda gudinum langt har niðri, ið áin niðan fyri Hoydalsvegin ongantíð endaði inni í plantasjuni… og av tí tær vóru katt-holiskar, nonnurnar, og sovorðnir hvítir hamar við svørtum kappum blaktrandi aftan á sær,  hingu tær dagin langan uppi í luftini millum likkur og veðurljós… og viðhvørt hoyrdist hvinið av teimum líka niðan í Gundadal, tá hildu tær messu, sungu fyri hesum einoygda… og  tað var tað ringasta, sum henda kundi, ja, eg dugdi einki ræðuligari at hugsa mær enn at verða sendur oman til nonnurnar… bara atomið var verri við sínum kríggi, ið allastaðni var, og varpaðist inn í stovuna heima hjá okkum gjøgnum lurtið høgrumegin við dyrnar uttar í køkin… kríggj nart út í hvønn krók í húsinum á døgurða og um nátturðatíð…tá vóru sokallað tíðindi og ongastaðni slapst frá teimum… sama hvussu langt eg kreyp  undir seingina í innasta kamarinum… og tað æt Kuba, æt kríggj, og tað æt kreppa og Miðeystur og Kongo og Algier… og tað æt Korea og Bikini og Moskva og Washington… og hóast einki av hesum sást úr vindeygunum hjá okkum, so var tað rættiliga vist kortini, at fórst tú niðan á heyggin, sum klettaði seg upp av vegnum omanfyri og stóðst í túninum hjá prestinum, sum har búði í sínum tórgarði, so sást alt samalt haðani kortini… úti við Glyvursnes ella við Borðuna… ella kanska í Skopunarfirði, har allar grindirnar vóru í Reyðahavinum…
 
og onkursvegna  ampaðist tað fyri mær leingi, at abbin skuldi sita fagnarleysur inni hjá tí einoygda úti á Langbylgju mitt í øllum krígginum… mær tókti synd í honum, hjartaliga synd… og tíðliga ein sunnumorgun, áðrenn nakar annar var uppi, vakti eg yngra beiggja mín og fekk tosað hann til…nú mátti okkurt gerast fyri abban, segði eg, og manaði fram, hvussu fortrongdur gamli var av atomi og kríggi, innistongdur á Langbylgju… vit máttu bjarga honum haðani, legði eg dýran við, tað vóru vit skyldigir til… og beiggin bleytur av sær, íðan hvat, og  hartil lá væl fyri hjá honum at taka sundur… ógemeina væl… eingin skrúva í verðini kundi skrúvast soleiðis, at hann ikki fekk hana leysa aftur so ella so…vit lirkaðu okkum nú innar í stovuna og beiggin fór í holtur við lurtið, skrúvurnar fuku um oyruni, men tað var nú ikki sum at siga tað at finna vegin til Langbylgju millum lampurnar og allan tann bábelska tøknivasan inni í lurtinum annars… tíansheldur abban…
 
og best sum var kom róp í og eitt sovorðið garterilsi í stovuni…mamma stóð uppi yvir okkum, hon var ikki blíð og so kom pápi í berum undirbuksum og hann var galin…hann ruskaði í okkum, beiggjarnar, og tað sveið um afturpartin… og ikki nógmikið við tí, hann bannaði og turkaði… hótti við nonnum og øllum illum, áðrenn boð at enda fóru eftir hesum manninum, ið kallaðist Radio-Karl, og tað hóast tað var mitt í kirkjutíð… men tað hjálpti ikki til… pápi skuldi lurta eftir landskampi tann seinnapartin, hvussu víkti og vendi…og hvat landskampur so var hevði tað við svenskarar og danskarar at gera, men tó serliga danska æru …og móti henni var føroysk kirkjutíð fyri einki at rokna, segði pápi…
 
og so kom hann…hesin Radio-Karl…ein prúður maður í hornbrillum og við fullari tasku av amboðum…ja, so for helviti, segði hann, tá hann sá skilið á lurtinum og herdi á orðið helviti, so tað ljóðaði mær sum tað brast og brakaði í hinum eldinum, sum omma mín plagdi at tosa um, tá ið hon onkuntíð kom til okkara at vera úr Kjøpinhavn niðri í Vágsbotni, men hon hevði verið gift við abbanum tann tíð tað var, áðrenn hann fór á Langbylgju, og  tá gekk hon nógv í meinigheitshúsið altíð…tey árini…so forbannað milliónsk, segði pápi mín, men tey sótu nú ikki so væl um sátt altíð bæði, hann og omman, alt hon tosaði danskt eisini og helviti var umleið tað einasta, eg nakrantíð hoyrdi hana siga á føroyskum… men í helviti skuldu tey óskikkiligu brenna, segði omman… og tað var eingin hissini eldur og størri enn eldurin í húsunum, sum kolaðust upp á Ternuryggi ein jóladag… tað bálið sást um allan Gundadal og logaði í fleiri tímar, men hesin eldurin, eldurin í helviti, hann skuldi brenna í allar ævir, hvussu leingi tað so var, kanska heilt til í ovurmorgin… men soleiðis var, segði omman, syndin eins og koksið frá Valdemar Lützen, tað brann og brann… og longst av øllum brann syndin hjá børnum, sum tað ikki flættaðist við…
 
men hvat hundan hevur alt hetta so at gera við hasi orðini í innganginum og Goethe leggur Mefistofelesi í munnin í fyrra parti av Faust…nei, tað er hetta við at dylja seg…hetta við lyndinum í menniskjuni at vilja skáka sær undan tí, sum veruleikin skorar inn á hana…ja, skjótt sagt hetta at vit oftari enn ikki gera beint tvørturímóti tí, sum Paulus skrivar í trettanda kapitli í fyrra Korintbrævi…vilja hvørki leggja barnaskapin av ella síggja andlits til andlits, men heldur í pørtum, í gátum og sum í spegli…vilja hvørki at kenna okkum sjálvi ella verða kend til fulnar…
 
og nettupp hetta, trongdin til at fjóna veruleikan, er eitt megintema í bókini Terningar (søgur av tilvild)…
 
við ein føroyskan fjarðarbotn, í stovuni hjá mammu síni, dettur høvuðspersónurin Ísmael inn í jarðvistina við reyvini fyri ein illveðursligan langafríggjadag seint í tretivuárunum…og við fjarðarbotnin, haðani ikki sæst til havs, tí fjøll og brattar byrgja fyri øllum útsýni, balist hann allar sínar lívskaptu dagar…í høvdinum á honum skapast tíð og veruleiki av ymsum, sum onnur siga…ikki síðst gjøgnum útvarp… sjálvur hvørki evnar ella vil Ísmael síggja øðrvísi enn í dreymsjónum… í óveruleika…men kortini er hann ikki sørt av einum skaldi, hevur orðið í sínum valdi og óveruleikin verður sum frá líður ein meistarliga frágingin vevur av máli og sofistiskum yvirlæti… og tað fær avleiðingar… tíðum syndarligar avleiðingar…
 
Terningar (søgur av tilvild) verður, sum sagt, løgd fram á Orðum og tónum tann 29. oktober... 

06.10.2019
Carl Jóhan Jensen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?