Kendir høvundar á turné

Byrjað varð við Løkin mikukvøldið. Eitt stak væleydnað kvøld.

05.12.2019
Sprotin
Ymist

 


Leygarkvøldið kl. 20
 vera Jóanes Nielsen, Turid Thomsen og Carl Johan í Spaniastovu í Klaksvík.
Vit vænta, at klaksvíkingar fylkjast í stovuni og fáa sær eina undirhaldandi løtu, áðrenn tey av álvara fara í býin.
Jóanes Nielsen greiðir frá Jarðarferðini - forvitnisligu skaldsøguni í tríbindaverkinum um Brahmadellarnar. Turid Thomsen, sum debuterar í ár við stuttsøgum, greiðir frá sínum stuttu, raffineraðu tekstum. Carl Jóhan Jensen greiðir frá Terningum og leiðir okkum inn í ein sjaldsaman heim av tilvild.
 
Sunnudagin 9. des. kl. 19 vera høvundarnir í Víngarðinum í Tróndargøtu.
Tá fer Sólrún Michelsen eisini at tosa um skaldsøguna Ein táttur er silvur og ta søguna, ið skaldsøgan byggir á.
Eitt glas av úrvaldum víni og ein leskiligur biti fæst til keyps frá Elsu Mariu í hennara hugnaliga kjallara, sum stendur at bresta av áhugaverdari list. Fá tær eitt slank oman í Tróndargøtu 31 og lurta eftir hesum forvitnisligu skrivandi fólkunum.
 
Týskvøldið tann 10. des. kl 19 bjóðar Fuglafjarðar Bókasavn í samstarvi við Lesiringin rithøvundunum til sín.

Tað verður fyribils endin á turnéini. Men hon verður helst tikin upp aftur eftir nýggjár.

---

Torbjørn Jacobsen heilsaði gestunum við teksinum niðanfyri, tá ið ferðin varð skotin í gongd á Bókasavninum við Løkin mikukvøldið.

Guvan úr kjarnuni

Tað renna onkrir ósjónligir djúphavsstreymar í føroysku fólkasálini. Mentanarrák so treyst, at úr teimum stendur guvan stútt og støðug. Fleiri meiningar eru um, hvør ið orsøkin er til hesa áhaldandi megina, men fáur man ivast í, at málið, móðurmálið, er kvintessensurin. At tað eydnaðist at fáa málið aftur á beint, at menna tað, soleiðis, at tað stendur mát á øllum mótum, eisini í mun til broytingar í tíðini, tað man vera meginorsøkin til, at vit í dag standa í tí vælsignaðu støðu, at útgávuvirksemið á litterera frontinum ongantíð hevur verið størri enn tað sama. Lond og oyggjar í sama lutfalli kennast sum slóknaðar lyktir afturímóti, og orsøkin man ivaleyst vera, at tey mistu málið, gáað varð ov lítið um tað í tøka tímanum, fólkið kendi ikki sína vitjanartíð, málið hvarv og ístaðin fylgdi man slóðini hjá valdinum, ið fyri tað mesta sat uttansyndis egin mørk, í europeiskum metropolum, eitt nú í London.

Hugurin hjá einstaklingum at skriva kann kortini vera so stórur, at málið ikki er alt avgerandi, tað eiga vit eisini nøkur dømi um, m.a. William Heinesen, Jørgen-Frantz Jacobsen og tvørámenninar Richard B. Thomsen og Eilif Mortansson. Kortini váði eg at halda uppá, at evsti tjóðarsamleikin, móðurmálið, og undirliggjandi mentanararvurin, er uppdriftin hjá flestu mentanararbeiðarum landsins. Annars høvdu føroyska mentanin og mentanaravrikini ikki kenst sum gosfjøll, ið hvørki eru til at tippa ella at teppa. Har heldur onki fyri, skapanarviljin fer um allar forðingar - um øll stik. Í eini tíð, har ov mong lata seg tøla sum kritikkleysir móttakarar av talgildum erlendum informatiónsstreymum, eru tað tíbetur tey, ið seta seg niður at skriva okkum tað, sum tey liggja innibrend við, tí sum tey hava uppá hjarta, samstundis sum tey gera felagsognini – móðurmálinum – eina trivaliga tænastu.

Bókasøvnini eru oasir í hesum samanhanginum og Bókasavnið við Løkin, leiðari tess og starvsfólk gera eitt megnararbeiði í hesum býnum - á hesum mótinum. At býurin í dag fær vitjan av kreminum í tjóðarinnar skaldskaparliði er forkunnugt og fløvandi, og fari eg vegna Runavíkar kommunu at bjóða tykkum trimum hjartaliga vælkomnum.

Sólrún, Carli og Jóanes hava livað eitt drúgt lív sum rithøvundar, harvið eru tey nú í tí eldra og meiri etableraða endanum í rithøvundafylginum. Tey eru 62+ í aldri, og hóast tey eru fødd innanvert eitt tíðarmál á 9 ár, so mega tey metast at vera í einum og sama ættarliði. Hóast eg bert dugi at lesa, ikki at greina, og onki skil havi fyri bókmentafrøði, so haldi eg meg tora at siga, at gestir okkara eru tríggir rættiliga ymiskir høvundar. Personasjurnar eisini – kanska tvær alin av sama vadmali, táið skaldskapur í ávísan mun er spegilsmynd av hvussu træðrir eru knýttir saman í høvundanum sjálvum.

Tað er rættiliga áhugavert, at tey eru so ymisk og sjálvstøðug, hóast rímiliga jøvn í árum í einum microsamfelag. So segði hann, - hóast tey hava livað við somu ávirkanini frá staðbundnu kringumstøðunum og í sama informatiónsstreymi, og rikist í somu rákum, sum støðugt hava lagt seg yvir landið umvegis lestur, lurtitól, sjónvarpsskíggjar og talgildar loftsnældur. Tey standa á hvør sínum palli grundfest í egnum samleika. Tá kann nógv spyrjast burturúr – og tað gjørdi tað so sanniliga eisini.

Nú eri eg miðskeiðis millum Carl Johan og Jóanes í aldri, kenni teir báðar rættiliga væl, meðan eg helst kenni mann hennara, Sólrúnar, betri enn hana, - vit báðir Poul hava sitið á tingi saman í mong Harrans ár. Kortini havi eg lisið tað alra mesta, sum tey øll hava givið út hesi árini. Teir báðir Carli og Jóanes debuteraðu tíðliga við hvør sínum ritroyndum, meðan Sólrún legði lutfalsliga í vaðið nakað eldri enn hinir báðir. Tey hava øll manifisterað seg sum frægar høvundar, váði at siga, at tey eisini á søgunnar slóð fara at verða mett millum tað mest digra, sum føroyskur skaldskapur yvirhøvur eigur.

Tey hava roynt seg í fleiri sjangrum og eru heiðrað á ymsan hátt. Øll hava fingið M. A. Jacobsen heiðurslønina fyri fagrar bókmentir – onkur fleiri ferðir – og Jóanes hevur eisini fingið mesta heiðurin, ið fáast kann í Føroyum, í hesum høpinum – Mentanarvirðisløn landsins. Í 2011. Tey hava øll verið í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, ið William Heinesen og Rói Patursson, sum einastu føroyingar, higartil hava vunnið okkum. Hartil er skaldskapur teirra týddur til fleiri mál – eisini til stóru heimsmálini, fráboðan um, at tað er ikki fáfongdarlig national nalvaskoðan, táið vit hámeta skaldskap teirra. Prógvað er hinvegin við hesum, at aðrar tjóðir, fólk í nógvum øðrum londum, virðismeta avrikini hjá Sólrún, Carli og Jóanesi.

Á leið túsund blaðsíður av skaldskapi eru í bókunum: Ein táttur er silvur, Terningar – søgur av tilvild og Jarðarferðin. Rithøvundarnir sita nú ljóslivandi ímillum okkum, ein broyting í mun til gerandisdagin, kann eg ætla, har tey fyri tað nógva sita í einingi á afturpartinum og skapa okkum øðrum og tjóðini hesi alneyðugu produktini – bøkurnar – sum kveikja okkum við sínum sjónarmiðum og sum halda veingjunum í málið okkara á flogi.

Sjálvur havi eg longu lisið ta einu bókina, eri farin undir ta næstu og fyri jól skulu tit rokna við, at eg havi lisið allar tríggjar. Tað, sum eg higartil havi lisið, var so sublimt, at munganin eftir meira bara vaks, sohvørt sum eg róði um eina blaðsíðu fyri og aðra eftir. Leingi hevur verið spjallað um blað- og bókadeyða. Ikki bara í Føroyum, men um allan heimin. Bløðini hava onkuntíð havt tað betri í Føroyum, men bókin stendur í fagrasta blóma. Kanska hevur hon ongantíð verið vakrari enn tað sama - blóman. Eisini Sprotanum, Jonhardi Mikkelsen og hansara fólki, fyri at takka.

Mær kom til hugs hesa løtuna, hvat nú um Sólrún, Carli og Jóanes ongantíð høvdu skrúvað upp fyri orkuni í skaldskaparbarmi teirra? Vit, sum so ríkiliga eru kveikt, undirhildin og ávirkað av skaldskapi teirra, høvdu kent ein øgiligan sakn, sum ongin materia kundi ella kann kompensera fyri.

Ætlaði til seinast at nevna ein mann, sum eg eri komin at kenna eitt sindur. Hann er úr Noregi. Maðurin eitur Lars Moa. Hann hevur í áravís brúkt rættiliga nógva orku til at flyta føroyskan skaldskap yvir á norska tungu. Hann er tikin úr leikum á hesum mótinum, men ger alt av berum og blektaðum áhuga.

Haldi at stundin er komin hartil, at tær almennu Føroyar geva Lars Moa eina heiðurliga viðurkenning fyri slóðbrótandi verkið, hann hevur útint fyri tjóð okkara. Moa er maður, sum helst flýgur undir radaranum, men harfyri sæst hann væl og virðiliga aftur í meistarligu týðingunum úr føroyskum í norskt. Ein av teimum sum ger, er ein atvoldin til, at tað støðugt guvar úr føroysku mentanarkjarnuna, - nú á fleiri tungumálum.

Hjartaliga takk fyri at tit løgdu leiðina hendanvegin – tit eru altíð hjartaliga vælkomin at vitja okkum aftur.

05.12.2019
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?


#}