mbl.is/Eggert Jóhannesson

Takk

Sama hvussu eg seti orðini saman í dag, so raki eg helst ikki akkurát tað, sum eg  fegin vil siga.

15.04.2020
Sprotin
Røður

Orsøkin er tann, at eg eri bæði ovfarin og ovurfegin um somu leið. Ovfarin, tí eg havi ongantíð hugsað tankan, at nakar uttan fyri Føroyar fór at gáa um tað arbeiði, sum eg og míni fólk gera í Sprotanum.

Og hjartansfegin um at fáa ein heiður, ið ber navnið á Vígdis Finnbogadóttir

Tí Vígdis Fínnbogadóttir hevur oftari enn aðrir ríkisleiðarar varpað ljós á tey mál, ið verða nevnd smá mál – men sum hon ger vart við eru fullborin mál, sum bara fá fólk duga, og hon hevur víst okkum á alt tað málsliga fjølbroytnið, sum er í heiminum, og sum vit eiga at hjúkla um, tí alt hetta fjølbroytnið og ymiskleikin bera nøkur heilt serlig virði í sær, sum vit ikki mugu missa.

Og eitt mál missir eitt fólk bara eina ferð.

Málini her norðuri í kuldanum gera sjálvandi sítt til hetta fjølbroytni, og vit mugu virka soleiðis, at tey ikki verða køvd av øðrum málum, men virka saman við teimum. Tí hevur orðabókaarbeiði og týðaraarbeiði og bókaarbeiði so stóran týdning.

Men tað krevur eyðvitað nógva kraft at glímast við tey stóru málini, sum eta seg inn allastaðni.

At byggja brýr millum mál, byggja brýr millum mentanir og arbeiða við teimum hugsanum, fólk leggja inn í bøkur – tað er hugalig arbeiði. Tað er serliga hugaligt, tí at møguleikarnir fyri at skilja hvønn annan og laða niður óneyðugar múrar millum fólk liggja í málinum.

At tit  - Íslendska Ríkisstjórnin, Háskóli Íslands og Stofnur Vigdísar Finnbogadóttur hava veitt mær hesa virðiløn fyri mín part í hesum arbeiðnum fari eg at takka tykkum fyri av insta hjarta.

Jonhard Mikkelsen

15.04.2020
Sprotin
Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…