Henni varð sýtt at fáa mjólkina frá mammu sínari, men tvingað at svølgja propagandu frá Sovjetsamveldinum. Jan Kløvstad

Fagnað móðurlýsing í hertiknum landi

Í morgun fekk Nora Ikstena fyrsta eintakið av síni "Mates Piens" í føroyskari týðing. Føroyska útgávan líkist burtur úr hinum, tí Edward Fuglø hevur gjørt kápuna við teimum ímyndum, sum bregda seg inn í søguna. Vit høvdu skipað fyri einum Orð og tónar-kvøldi fyri høvundinum 27. august, men farsóttin køvdi tað sum so mangt annað.

27.08.2020
Sprotin
Bókaprát

Sovjetsamveldið hoyrdi upp í sigurharrarnar undir seinna heimsbardaga, og eingin dømdi sigurharrarnar. Men tað, sum fór fram í Eysturevropa var ræðuligt, og søgan um tað kom ikki fram fyrr enn í 1990-árunum. Soleiðis sigur rithøvundurin Nora Ikstena, sum hevur lýst ein barndóm í hertikna Lettlandi.
 
Sum tíggju ára gomul var Nora Ikstena noydd at drekka flógva mjólk í skúlanum, í sovjetstjórnaða Lettlandi. Hóast hon klíggjaði og vildi kvalast av tí, slapp hon ikki undan tí kravda aluminiumsbikarinum. Hvíti drykkurin hevur týdningarmiklan leiklut í skaldsøgu hennara ”Móðurmjólk”, har hon lýsir eina gentu og eina móður tey árini, tá ið Lettland var hertikið av Sovjetsamveldinum.

– Øll skuldu drekka hana og tað var ræðuligt. Eg visti ikki tá, at eg eri ovurviðkvæm fyri mjólk, tað var sum at drekka eitur, sigur Nora Ikstena og greiðir frá, at hjá henni rann ritualið saman við myndina av heimlandsins mjólk, og hvussu hon var eitrað av kommunistiskari propagandu, sum stjórnarvaldið noyddi tey øll at svølgja.

Mjólkin er eisini ein ímynd um móðurskapin í bókini hjá Noru Ikstena, sum hevur verið fagnað av einum ummælarakóri um allan heim. Hon lýsir eina móður, sum rýmir frá nýføðingi sínum fyri at sleppa frá at hava barnið á brósti. Nora Ikstena dylur ikki fyri, at tað er sínum egna barndómi, hon greiðir frá.

– Móðir mín rýmdi av stað frá mær, tí hon helt, at mjólk hennara var eitrað. Tað ljóðar ræðuligt at rýma frá sínum nýfødda barni, men í grundini bjargaði hon mær. Hon át ávísar tablettir, sum eg ikki mátti fáa í meg, og av tí at hon var lækni, so visti hon tað. 
 
Í lettlendskum bókmentum er móðirin ofta ein gudinna. Men Nora Ikstena vildi ikki falsfríðka nakað. Myndin av mammuni er líka margbroytt sum ímyndandi myndin við mjólkini: hon kann vissuliga vera beisk, men í Lettlandi verður paradísið eisini lýst sum ein staður við ”áum av mjólk og klettum av greyti”. Mamman var ikki ein vanlig móðir, men bar kortini kærleika til barn sítt.
 
Longu í fyrstu skaldsøguni skrivaði Nora Ikstena um eina dóttur, sum er við til jarðarferðina hjá móður sínari. Seinni runnu ”lívið og bókmentirnar” saman: sama dag, sum hon sjálv jarðaði móður sína, kom fyrsta bók hennara. Í 20 ár løddi Nora Ikstena til at skriva um lívið hjá móður sínari – sum endaði, tá ið hon bara var 54 ára gomul.

– Eg elskaði hana og vildi siga søgu hennara – og søgan var ræðulig. Hon livdi sum í einum búri og hvarv so líðandi inn í sín egna heim. Men eg undrist á og hámeti hennara styrki, sigur hon.
    Mamman og gentan siga til skiftis frá gerandisdegnum í Lettlandi. Dóttirin vaks fyri ein part upp hjá ommuni og abbanum í móðurætt. Mamman var gitnaðarlækni og gávuríkur granskari, men yvirvaldið mótarbeiddi starvi hennara til frama fyri kvinnur í óvardari støðu. Fyri eygunum á dóttrini viknaði hon og smokkaði saman.

– Tað kravdi so nógva orku at minnast alt hetta. Men tað er heldur ikki bara mín egna søga. Meginparturin av húskjunum høvdu tilsvarandi søgur hesa tíðina. Tí er tað, at bókin hevur verið so væl fagnað í Lettlandi, sigur Nora Ikstena.

Onkra løtu spurdi hon, um hon avdúkaði ov nógv, ella gróv ov djúpt. Men hon heldur, at lívið er tann besta íblástrarkeldan til bókmentir. Hon vildi vitna um støðuna hjá kvinnunum. Eingir p-bollar vóru har, sum hon vaks upp, og tær, sum ikki høvdu ráð at fáa fleiri børn, hildu fosturtøku vera einasta møguleikan. Um somu tíð fingu tær eina ræðandi móttøku frá mongum læknum í kvinnusjúkum, sigur Nora Ikstena.

– Kvinnurnar vórðu viðfarnar sum kríatúr. Tað var stríggið í sovjettíðarskeiðinum, og soleiðis er framvegis hjá kvinnum víða hvar um heimin. Mong líða av ávísum áskoðanum um, hvussu kvinnur mugu liva. Tær eru fangar.
 
Vantandi frælsið tærdi og fór illa við sálini á mammu. At hon misti lívshugin var vissuliga fyri ein part arvaligt, heldur Nora Ikstena. Men tað komst eisini av hersetingini.
 
Sjálv hevur hon livað meginpartin av lívi sínum í frælsi. Hon fór tíðliga at ferðast burtur í lond og helt í longri tíðarskeið til uttanlands, í New York og á Gotlandi í Svøríki.

– Eg sá munin á, hvussu fólk hugsaðu, bæði í Sovjet og í frælsa heiminum. So eg kenni meg ríka. Eg havi sæð, hvussu ymisliga vit kunnu liva lív okkara, sigur hon.
   
Nora Ikstena veit, at eisini hon hevur gjørt ímóti tí hátti, sum væntað verður, at kvinnur ”eiga at liva”. Hon fekk ongantíð sjálv mann og børn, staðfestir hon, sitandi í urtagarðinum hjá ommuni í móðurætt. Hon valdi bókmentirnar.

– Nú er lívið vakurt at skoða. Men tað var mín skylda at siga sannleikan um søguna.

FAKTA

Nora Ikstena
Fødd: 1969 í Riga
Býr: "Í lítla býnum Ikskile í Lettlandi. Framman undan covid ferðaðist eg sum eitt ótt. Nú býti eg tíðina upp ímillum Lettland og Noreg, har eg búgvi saman við unnusta mínum, Jan Kløvstad."
 
Húski: Systkinabarnið Nora, unnustin Jan Kløvstad, Janis pápi og ein hundur.
 
Lívsbreyt: Las filologi á lærda háskúlanum. Gjørdi fyrstu ferð vart við seg sum rithøvundur í 1998 við skaldsøguni "Lívsins gildi". Síðan tá hevur hon skrivað einar tjúgu bøkur, stuttsøgusøvn og ævisøgur. "Móðurmjólk" er týdd til meir enn 15 tungumál og hevur havt við sær, at Ikstena hevur fingið eitt altjóðaligt gjøgnumbrot.
 
Tað nýggjasta: Skaldsøgan "Móðurmjólk". Bókin verður eisini gjørd til film í samframleiðslu millum Frakland og Litava.
 
Lesur: "Tað besta, eg havi lisið í seinastuni er ein heimildarbók eftir Valentinu Freimane, sum skrivar um jødiskar familjur í Lettlandi, 'Adieu, Atlantis' og 'Vidjemunken' eftir rithøvundin Ingu Abele. Men "Dublinbúgvar" eftir James Joyce er ein av mínum yndisbókum. Mær dámar eisini bøkurnar hjá Moniku Fagerholm.
 
Kelda: TT/Sydsvenskan

27.08.2020
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?


#}