Verkir er ein sigandi og upplýsandi heimildarfilmur um føðing í Føroyum

VERKIR

Um tú hevur hug til okkurt annaðleiðis í kvøld, far so í biograf og hygg at Verkjum. Verkir er ein heitur, sigandi og upplýsandi heimildarfilmur um at eiga í Føroyum frá á leið 70 árunum til í dag eftir systrarnar Karinu og Theresu Jákupsdóttir.

14.11.2020
Sára Mikkelsen
Ymist

Filmurin er sagdur við nærlagni og opinleika saman við deiligum myndum og góðum tónleiki. Tað er so svalandi og stimbrandi at síggja ein film, ið brýtur frá norminum. Ein film, sum er so væl kliptur og ikki fylgir øllum niðurskrivaðum reglum um, hvussu heimildarfilmur verður gjørdur. 
 
Søgurnar eru nógvar, og serliga seig er søgan um kvinnuna, ið vildi eiga einsamøll og bakaði bollar, ímeðan hon gekk við verkjum.

Tá ið jarðarmóðurin kemur inn til hennara, gongur kvinnan og stákast og bakar bollar.

Jarðarmóðurin spyr hana, hvat hon ger, og um hon ikki er ring av verkjum. Jú, svarar hon, men hon vildi hava vinkonuna oman til kaffi, tá ið hon hevði átt. Jarðarmóðurin varð illa heitin, tí at henni dámdi einki, at hon skuldi eiga púra einsamøll. Men kvinnan var vís í síni søk, hon hevði átt fyrr, og tað hevði gingið fínt. Hon hevði tryggjað seg við einum walkie-talkie, í so fall. Løtu seinni ljóðar í walkie-talki’inum hjá vinkonuni. – Nú havi eg átt, kom nú oman og fá tær kaffi!
Tríggjar ella fýra dagar seinni gekk henda sama kvinnan úti og trillaði.
 
Frá at baka bollar við verkjum, broytist tað til at kvinnur vera gjørdar sjúkar. Tær sluppu ikki úr songini, um tær høvdu átt – ikki so mikið sum á vesið. Tær fingu “bækken”.
 
Í 1950 átti 1/3 á sjúkrahúsi, og í 1967 kom fyrsti serlækni í kvinnusjúkum til Føroya og mælti øllum kvinnum til at eiga á sjúkrahúsi.
Tað at eiga varð meira ‘offentligt’, sum tann eina kvinnan tekur til í filminum, tá ið so nógv fólk vera blandað upp í tínar verkir og tína føðing, og at onkur tilvildarlig sjúkrasystir kemur inn á ‘tína’ stovu. Ein søga var um barnið, ið varð lagt inn í eina aðra stovu, og tá ið mamman gjørdi bart og vildi vera saman við barni sínum, fekk hon psykiatriskt tilsýn.
 
Filmurin kemur inn á onnur fólkslig og tó kontroversiell evni, sum er alt tað natúrliga. Tað er ótrúligt, at tað natúrliga skal vera kontroversielt. Men tað er tað.
Hesin filmurin vísir í introini myndir av einum frælsum og natúrliga vøkrum pari. Og tað kemur ein brennandi longsil aftur at vera barn. Tá ið tað var okey at vera nakin og júst tann tú vart. Ein sjaldsom urt ímillum allar hinar sjaldsomu urtirnar.
 
Tað vindur alsamt meira upp á seg á øllum økjum, at vilja aftur til tað natúrliga. Vit vilja hava grønmeti og epli, sum vit sjálv hava velt. Kjøt, sum vit sjálv hava flett. Fugl, sum vit sjálv hava kipt. Egg frá frælsum hønum. Og tað eru alsamt fleiri kvinnur, ið vilja eiga heima.
 
Systrarnar Theresa og Karina Jákupsdóttir hava megnað ótrúliga væl at siga okkum hesa søguna. Her eru so nógv gullkorn. Tú bæði flennur, fnisar og grætur. Tú lippast av síggja eina so væl filmaða føðing, har ið tú fært eina opinbering av reinum vakurleika, og tað verður gjørt tær so greitt, hvussu lítil og tó so stór vit eru, og tú lippast at hoyra kvinnurnar siga søgurnar um at missa. Tað at missa nakað man ikki hevur havt, men kortini hevur havt, og at vit bara eru menniskju, og vit røkka ikki longur enn tað.
 
Vit vilja hava tað natúrliga aftur. Um tað so er grønmeti, kjøt (menniskjakroppurin ella hønan) og føðingar. Vit vilja aftur til tað natúrliga. Júst hetta er rákið í dag, og tað kann bara vera gott.
 
Hevur tú hug at síggja ein hugnaligan dokumentar við vøkrum, deiligum myndum saman við góðum tónleiki og við góðari søgugongd, so ganga Verkir júst nú í biografinum í Havn. Seinasta sýning er týsdagin kl 20.
 
Hevur tú hug til eitt sindur meira, áðrenn tú fert til filmin, so hevur Birgir Kruse skrivað eitt gott ummæli um filmin á bloggi sínum:
https://birkblog.blogspot.com/2019/06/verkir-er-sjaldsama-vleydnaur-filmur.html?fbclid=IwAR2j1v3Z_lHU_NaoBAR8j2GhnYDBTuj6ZnwS9iMrTeeWn2IvRFvbLw11JPc
 
Og Turið Hermansdóttir hevur skrivað ritgerð um, hvussu føroyskar kvinnur tosa um pínu undir barnsburði. Sí leinkið:
https://kvf.fo/gmf?sid=110622&fbclid=IwAR0mU9j_ULZzm7e8cfKtm6r_ofs1hB-rH1-PR6vDqXFGAGXUlq44CNKhVVU
 
 
 

14.11.2020
Sára Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?