Harald leiðir okkum inn í ein heim, har ljósið spælir sær í føroyskum skógi, sum sveiggjar í aldustevi. Sprotin

Harald Bjørgvin og havsins aldingarður

Hvørja ferð eg kavi her í Føroyum undrist eg á, hvussu ómátaliga vakurt skapanarverkið er. Tað er næstan ikki blettur, har einki er. Allastaðni liggja gimsteinarnir breiddir út á havsins botni.

23.11.2020
Sprotin
Bókaprát

Ætlanin við hesi bókini er at geva tykkum møguleika at síggja tann heilt ótrúliga vakurleika, sum er undir vatnskorpuni her í Føroyum.
 
Tað, sum eg havi viljað fangað í myndini, er tað vakra, tað áhugaverda, tað serstaka í hvørjari einstakari mynd. Tí havi eg ikki lagt meg eftir at vísa allan fiskin ella alla rækjuna, men heldur júst tann partin á tí, sum er serligt.

Eisini royni eg at vísa tað stórsligna taralandslagið, sum sveiggjandi í havlotinum broytir skap so hvørt, sum tað sveiggjar aftur og fram. Tey heitu og sterku litspølini, alskyns dýr og fiskar, tey markleysu skapini, tey symmetrisku mynstrini og tey stórslignu formarnar.

Bara okkara hugflog setur mørk fyri, hvat ið alt hetta kann ímynda.
 
Bókin verður á Bókamiðsøluni í dag. Bókin kann keypast her.

---

Harald letur upp ein tølandi heim undir vatnskorpuni. Sí myndir úr bókini niðanfyri.

 

 

  

 

 

 

23.11.2020
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?


#}