Dania Oddmarsdóttir Tausen

SKÁL

Eitt djarvt prosayrkingasavn, sum viðger tilverukreppu, ið hevur røtur í átrúnaði.  Tvey ung fólk spegla hvørt annað í tilgongdini at finna út av, hvørji tey veruliga eru, í mun til sín uppvøkstur í samkomuumhvørvi.

07.12.2020
Sprotin
Bókaprát

Í 15 yrkingum, har hon og hann skiftast um at siga frá, verður ein persónlig søga latin upp fyri lesaranum.
Persónliga søgan lýsir eina ferð frá tí trygga út í tað óvissa.
Tað er ung listakvinna, sum setur orð á ivan, ið førir hana inn á aðra lívsrás.
 
Útgávutiltøk verða hildin í Sirkusi mikukvøldið 9. des. kl. 19 og í Tøting sunnukvøldið 13. des. kl. 19. Á skránni er sofaprát við rithøvundin og tónleikaframførslur. Tónleikaframførslur í Sirkus: Guðrun og Bartal. Í Tøting eru fleiri ymisk, eitt nú: Trygvi, Jasmin, Ragnar, Marianna W. Nagata o.o.

Tit kunnu eisini gleða tykkum til eina áhugaverda samrøðu, sum Poul Guttesen fer at gera við Daniu í Lesikrókinum hjá Sprotanum. Meira um hetta verður at frætta seinni.

 

Um meg

Dania Oddmarsdóttir Tausen, 22 ár, av Toftum, búgvi í Havn.
Spæli tónleik við Reality Bytes, Dania O. Tausen og SWAY.
Gangi á Ritlist á Setrinum.
Arbeiði í Tutl.


Um Skál

Eg havi arbeitt við prosayrkingasavninum Skál í skjótt tvey ár. Skál er spælandi. Sett upp sum yrkingar og við ymsum formyrkingum, men við samanhangi millum tekstirnar, sum ger, at tað kennist sum prosa at lesa.

Eg byrjaði at skriva tað, tí at eg fann ikki nakrar føroyskar bókmentir, sum viðgera júst hesi evni, sum hugtaka meg.
Skál er um tvey ung fólk í Føroyum. Kapitlarnir eru annað hvørt um gentuna, annað hvørt um dreingin. Tey eru bæði eygleiðarar, sum fyri tað mesta liva í sínum egna høvdi og varnast at tey hava tað ringt við øllum møguligum. Tey duga illa at samskifta (serliga við síni foreldur), royna at skilja, hví alt er, sum tað er, hvussu man kemur yvir ein eks, hvussu man tekur støðu til reglur og at vera ein rættur trúgvandi í einum forvitnum huga.

Tey eru bæði vaksin upp í samkomuumhvørvi og royna sum frægast at fóta sær í verðini hvør í sínum lagi. Soleiðis læra vit tey at kenna - meðan tey, so við og við, opna seg fyri okkum og sær sjálvum.

Skál nemur við nógv viðbrekin evni, sum ofta eru tabu evni, serliga millum trúgvandi í Føroyum. Eg eri sjálv uppvaksin í samkomuni og vil við hesari bókini koma inn á hvørjar trupulleikar, taða kann hava við sær. Samstundis sum tað er umráðandi fyri meg eisini at lýsa djúpa sambandið, sum kann vera í millum ein trúgvandi og Gud –  og hvussu flott tað eisini kann vera.  


Um heimildarfilmin

Um somu tíð sum eg byrjaði at skriva Skál, møtti eg Mariu Tórgarð. Hon og Cecilie Debell høvdu júst fingið eitt samstarv í lag við Det Danske Filmsinstitut og stuðul til at gera ein heimildarfilm um ung í Føroyum. Tær byrjaðu at fylgja við í tí, eg gjørdi, og hava fylgt mær í allari míni tilgongd ímeðan eg havi arbeitt meg uppeftir sum tónleikari og rithøvundur og samstundis verið trúgv ímóti mær sjálvari og øllum, eg standi fyri. Í dokumentarinum tosa tær eisini við jólamannin í gullhornunum, Trygva Danielsen, Marjun Drós Tausen Poulsen, Jasmin Mote, mammu, babba, ommu og fleiri onnur. Filmurin verður uml. 1,5 tíma, kemur út á sumri 2021 og verður, sum nú er, vístur á KVF, DR í Danmark, Noregi, Svøríki og á filmsfestivalum. Filmurin verður nokkso "artsy", eitt sindur fragmenteraður og poetiskur í sær sammett við vanligar heimildarfilmar.

07.12.2020
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?


#}