Tá ið vanlig havnarfólk fingu traðir, kundu tey eisini hava kúgv. Tjóðsavnið

Ketilostur og putursukurveðrar

Bøkurnar hjá JPJ hava altíð stuttlig heiti, sum endurspegla huglagið í bókunum. Henda er ein tann stuttligasta, hóast innihaldið helst var tað álvarsligasta fyri stórt hundrað árum síðan.

09.12.2020
Sprotin
Bókaprát

Hvat er føroyskari enn veðrurin, kúgvin og sluppin? Jú, pátrúgvin í sambandi við veðrin, kúnna og sluppina.

Kúgvin helt lív í húsinum. Við ongari kúgv var deyðin í durunum hjá mongum. Kúgvin og húskið vórðu bregdað saman, kúgvin hoyrdi til húskið. Tað var ikki lukkuligt, hendi henni nakað.

Hon fór til tarvs, og øgilig pátrúgv var í tí sambandinum – hvussu var ættað tann dagin, hvønn veg vendi hon, tá ið hann sprakk henni og m.a.

Kúgv er sum kona, so  níggju mánaðir seinni skuldi hon kálva, og tað, ið ikki hevði verið frammanundan, var tá. Hvat gjørdi tú fyri at halda øllum tí illa frá kúnni?

Hetta er undirhald í meistaraflokki.

Ein av teimum trimum tekstunum er um hetta hávastákið við kúnni. Undirhaldsvirðið í hesari bókini verður valla tikið.

Bókin kostar 248,- og kann keypast her

09.12.2020
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?


#}