Brúkaratalið skjótt ferfaldað

Í 8 ár eru sprotabrúkararnir vaksnir úr 181.775 upp í 681.280

09.01.2021
Sprotin
Ymist

Í 2010 leitaðu 1000-2000 fólk sær nakrar fáar ferðir um vikuna inn á heimasíðuna hjá Sprotanum.
 
Eftir at næmingar og lesandi høvdu fingið atgongd til skipanina, kom røringur í.

Í 2013 tvífaldaðist brúkaratalið upp til 180.000.

Í 2015, tá ið hald varð teknað fyri allan heimin, hækkaði brúkaratalið upp í 390.000.

Síðan tá hava ársyvirlitini yvir vitjandi alda í jøvnum stevi øll árini. Somu mynstur men fleiri brúkarar.

Tað, sum ger hesar aldurnar í strikumyndina, er skúlaárið. Nógv virksemi, tá ið næmingar og lesandi kýta seg við lestri, og so serliga tær vikurnar, tá ið tey fara til roynd. Lægdirnar eru frítíðirnar. Soleiðis hevur mynstrið verið síðan 2013, og er tað enn.

Men brúkarar leggjast aftrat hvørt einasta ár í stórum tali. Besti mánaðurin í ár var novembur við 63.346, og brúkarar samantaldir vóru 681.280.

Síggj orðabókahagtøl her: sprotin.fo/netordabokahagtol

09.01.2021
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?