Anne Marie og Palli

Palli

Eg lærdi Palla at kenna í sambandi við stóru bókina um hansara lívsverk, sum Hannis Egholm skrivaði í fjør. Umframt at vera ein av teimum fremstu, sum løgdu lunnar undir nýggjan føroyskan arkitektur, var Palli vitandi maður um so mong onnur viðurskifti og ein einastandandi góður frásøgumaður.

27.04.2021
Sprotin
Ymist

Hann hevði sínar meiningar um alt og var víða farin um lond. Men við aðrari rótini í Kvívík og hinari á Argjum, sum báðar greinaðu seg víða um landið, kom Palli eisini í samband við allar Føroyar. Og øllum er kunnigt, setti hann sum vaksin sínar varðar og merki um alt landið.

Meðan vit fyrireikaðu útgávuna, løgdu vit eisini framløguna til rættis. Tórshavnar kommuna beyð Palla at hava tiltakið í Müller’s pakkhúsi. Har skuldi vera stór framsýning við tekningunum, røður skuldu verða hildnar og eftir hansara egna ynski eitt gott kór, sum skuldi syngja fosturlandssangir.

Korona beindi fyri øllum hesum. 

Tað var serstakliga harmiligt, tí eyðsýnt var, at Palli var nógv viknaður tá. Stórætlaða framløgan av brotum úr lívsverki hansara skuldi ikki verða freistað nógv longur, tað var skilligt – og vit náddu tað ikki.  

Men Hannis fekk tó savnað stóran part av hansara verkum í bókini PALLI, og við henni er enn ein varði settur yvir mannin, sum hevði so gott eyga fyri føroyskari byggilist.

Í útganginum í bókini sigur Palli soleiðis:

At arbeiða sum arkitektur í Føroyum

Hvussu tað er at arbeiða sum arkitektur á føroyska marknaðinum er í nógvar mátar eitt sindur torført at lýsa. Vit mugu minnast til, at vit búgva í einum lítlum samfelagi, har øll kenna og vita nógv hvør um annan.

At arbeiða sum arkitektur er eitt álitisstarv. Serliga um tú til dømis skalt tekna eini sethús til privatfólk. Arkitekturin kann gera tað soleiðis, sum hann heldur tað vera rætt, men tað eru tey, sum skulu brúka húsið, og tey, sum betala tær fyri tað, og tey, sum skulu fíggja tað. Ofta eru tað ung fólk, sum skulu seta búgv, og tá verða ráðini hjá tær ógvuliga týdningarmikil fyri lívið hjá teimum. Tú mást vita alt tað, tey droyma um, og fáa tað at vita frá teimum, áðrenn tú setur teg at tekna. Tú mást ikki koma við nøkrum, sum bara tú sjálvur heldur vera gott. Tú mást fáa tað við, sum tey halda, og so fáa eitt samstarv við tey um tað. Tí havi eg altíð roynt at lagt meg eftir.

Støðan er eitt sindur øðrvísi, tá ið tað er ein almennur bygningur. Tá snýr tað seg ikki so nógv um persónar, men meira, at tað er ein stovnur, sum skal hava ein bygning til eitthvørt endamál, og tá spælir tú líka sum ein annan leiklut og kanst meira brúka tínar egnu tankar um, hvussu hetta skal byggjast.

Tað má tó altíð gerast í samstarvi við tann myndugleikan, sum skal hava bygningin, og tað, sum eg altíð havi roynt at lagt mær í geyma, er, at tað er ein fíggjarligur karmur í einari slíkari bygging, og hann skal helst vera greiður beinanvegin, tí tá ið títt arbeiði er liðugt, mást tú ikki koma út við einum úrsliti, sum kanska hevur hækkað prísin við eini helvt, tí tað setur arbeiðið hjá tær í skeivt ljós. 

Eg havi upplivað at upplýsa ein prís fyri eitt arbeiði fyri einum ráði í Danmark út frá einari lítlari skitsu, og tá ið eg kom aftur næstu ferðina, hevði eg broytt uppskotið og hækkað prísin.

Bøgøta. Fjørugrótið í Skálatrøð. Tussjtekning 1958.Tá fekk eg greið boð: “Nei, nei, tú hevur fortalt okkum, hvat tað kostar fyrstu ferðina, og tað skalt tú halda teg til. So tú mást minka verkætlanina.“

Tað var ein góður lærusetningur at fáa, at tú mást halda teg til tað, tú hevur sagt, og so duga at loysa tað harífrá, so tað ikki koma nøkur fíggjarlig eftirspøl. 

Hetta er jú eitt kent og vanligt fyribrigdi í Føroyum. Serliga tá ið talan er um stórar bygningar. Tað dugir ikki at siga, hvat tað kostar, tá ið tú byrjar, og so standa við einum heilt øðrum tali, tá ið byggingin er liðug. 

Tað er líkasum tað, sum er kjarnin í hesi ráðgevingini. Hon skal vera so góð og so erlig sum gjørligt, um tú skalt klára teg og framvegis fáa upp gávur.

At vera arkitektur er eitt frítt fak, og øll, sum duga at tekna, kunnu seta seg niður og spæla arkitektar. Øgiliga nógv dømi eru um tað. Tey halda seg vita og seta seg niður og arbeiða fyri vinir og kenningar og hava kanska fult starv aðrastaðni. Tað hevur tikið nógvar uppgávur frá arkitektunum, sum faktiskt eru teir, sum eru førir fyri at tekna og vera ráðgevarar og byggja rætt. 

Nógv dømi eru um, at fólk ikki hava verið tilvitað um, hvat tað er at fáa sítt egna, sum tey sjálv seta dám á við hjálp frá einum arkitekti. Tey fáa bara onkran tilvildarligan at tekna nakrar strikur, og so er tað nóg gott til at fáa byggiloyvi. 

Broyting er tó við at koma í hesum viðvíkjandi. Nú verður holl ráðgeving meira nýtt, og myndugleikarnir krevja tað eisini. Í so máta hevur tað gingið framá.

Kendi sveitsiski heimspekingurin og arkitekturin, le Corbusier, segði, at høvuðsarbeiðið hjá einum ráðgeva ella einum arkitekti er at duga at skapa bústaðin hjá menniskjum niðri á jørðini. Tað er ein sovorðin merkiligur lærusetningur, sum eg altíð havi hildið meg til. – At tað, sum umræður, er at útvega fólki bústaðir, sum tey kunnu trívast í og liva sítt lív í eitt heilt lív. Nógv liggur í at kunna gera tað rætt.

Teknistovan sum klekingardepil

Gjøgnum tíðina hava nógv verið í starvi á teknistovuni hjá mær. Bæði út-búnir arkitektar og fólk, sum lósu til arkitekt og skuldu royna tað praktiska lívið um summarið. 

Eg kann til dømis nevna arkitektarnar Gunnar Hoydal, Árna Winth er, Jórun í Dali, Albert Isfeld, Gudmund Hansen, Kim Skovhus, Jens Arnfred, Jan Haugaard, Flemming Rasmussen, Søren Rasmussen, Pauli Dam Joensen og Hannis Egholm. Nógvir byggifrøðingar hava eisini verið á teknistovuni og nevnast kunnu Oddmar við Sílánna, Petur Andreassen, Mads Guttesen, Bjarni Olsen, Mikkjal Jacobsen, Eli Zachariassen (í 11 ár), Mikkjal Olsen, Jens Pauli Strøm og Elisabeth Gregoriussen. Harafturat hevur Beinta Greg-oriussen arbeitt sum tekniskur teknari, og Viljormur Patursson, Magnus Gregoriussen, Jógvan Reinert og Anne Marie Gøricke rætt eina hjálpandi hond tá ið á stóð.

Harafturat var eisini ein ung genta, sum kom á teknistovuna 18 ára gomul. Hon æt Marita Weihe og arbeiddi á teknistovuni í tíggju ár og fór so niður at lesa til arkitekt. Hon var í góðum hondum og fekk góðar lærarar og kom so aftur til Føroya og byrjaði fyri seg sjálva sum arkitektur og fekk eftirhondini upparbeitt eina teknistovu. Arbeiðini, hon hevur lagt eftir seg, eru sera, sera væl frágingin sum byggiverk. Eg kann til dømis nevna Quill-ingsgarð niðan fyri Amtmanshúsini í Havn og alla umbyggingina av Trygg-ingarfelagnum, tað er eitt risaarbeiði.

Uppi Millum Gilja eru eini serlig hús, sum Magni Dybzack læt byggja til sína familju. Tey áttu eina dóttur, sum var brekað, og tey húsini eru eisini sera, sera væl frágingið.

Tíverri vóru Maritu ikki so nógv ár lagað. Hon doyði av krabbameini fyri fleiri árum síðani, men tað, hon hevur lagt eftir seg, stendur sum verulig virði og minni um hana upp á ein sera fínan máta, haldi eg, at eg kann siga.

Teknistovan 50 ár

Tann dagin í 2011, tá ið eg hevði havt teknistovuna í 50 ár, varð skipað fyri eini móttøku, sum eg var ógvuliga glaður fyri. Vit høvdu eina lítla framsýning, og so vóru røðarar, sum róstu mær. Helena Dam á Neystabø, sum tá var mentamálaráðharri, helt talu, Jógvan Arge helt eisini eina talu, og tað sama gjørdu formaðurin í Arkitektafelagnum, Albert Isfeld, og John Dalsgarð. 

Eg skuldi sjálvandi tá havt reist meg upp og sagt takk, men eg bleiv sit-andi, og eg havi onkuntíð í skemti fingið okkurt nosið frá Gunnari Hoydal fyri tað. Hann kallaði meg “Den tavse mand”, men støðan var tann, at eg tann dagin var so illa fyri, at eg fekk ikki reist meg upp og helt ikki, at eg kundi sita niðri og halda talu, so eg avgjørdi bara at blíva sitandi. Við hes-um orðunum kann eg bera teimum eina stóra tøkk fyri tað, tey søgdu, og tær røðurnar, tey hildu.

Tøkk

Størstu tøkkina eigur góða kona mín, Anne Marie. Hon hevur alla tíðina stuðlað mær og styðjað meg soleiðis, at eg tordi at fara undir at siga hesa søguna um lívið hjá mær.

Fjørugrótið í Skálatrøð Tussjtekning 1958

 

27.04.2021
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?