SANDÁBÓKIN er fyrsta av trimum skaldsøgum í einum tríverki, sum Martin Næs hevur týtt úr íslendskum, og har Gyrðir Elíasson viðger skapanartrongdina hjá listafólki.

SANDÁBÓKIN eftir Gyrðir Elíasson

Vøkur og hugvekjandi skaldsøga um list, náttúru og einsemi.

09.06.2021
Sprotin
Bókaprát

Á sama hátt sum havið fyri mangar føroyingar virkar sissandi, uggandi og dragandi, hava skógurin og trøini júst slíka ávirkan á høvuðspersónin í Sandábókini. 

”Eg havi altíð trivist væl í skóglendi. Tað er ikki bara sum at siga tað, her í einum landi, har skógirnir eru bæði fáir og smáir, men skógurin her er nóg stórur til at tú kanst villast í honum…”

Síðan hann var barn, hevur hann verið hugtikin av trøum, og hann hevði ynskt, at grønu litirnir aftur kundu fingið hann at tikið pensil í hond og farið undir at mála. Sum smádrongur leitaði hann burtur í skógin, tá ið hann vildi vera fyri seg sjálvan, og var hann ikki komin heim til nátturða, vistu foreldrini, hvar tey skuldu leita eftir honum.

Nú hevur hann aftur leitað sær inn í skógin. Tað skilst, at fyrr í tíðini hevur hann fingist við at mála og hevur livað burturav sum listamaður, men hugurin at mála er horvin. Hann býr einsamallur í einum húsvogni, og vit fylgja honum frá hásumri, til veturin tekur valdið, og talan er um eitt summar, har hugurin at mála bara minkar.

Gyrðir Elíasson hevur skrivað eina stillføra og grundandi skaldsøgu um ein mann, sum hevur gjørt støðuna upp, og sum ætlar sær at byrja av nýggjum. Hann hevur einki samband við bæði børnini, sum nú eru vaksin, og hann hevur heldur einki samband við móður teirra. Í skaldsøguni kemur sonurin einaferð at vitja hann, og tað er ein heldur margháttlig vitjan, tí teir siga næstan einki við hvønn annan. ”Í veruleikanum høvdu vit havt nóg mikið at tosa um, um vit hildu okkum til kjarnuna í málinum, sum vit sjálvandi ikki gera.” Spell men tíverri óivað satt, ein veruleiki, sum bæði foreldur og børn kenna seg aftur í.

Í skaldsøguni eru vakrar náttúrulýsingar. Talan er um øðrvísi lýsingar av Íslandi enn tær, vit eru von við, lýsingar av bæði trøum, áum og skógum. Her verður hugleitt um lívið, um listina og um menniskjaligt einsemi.   

SANDÁBÓKIN er fyrsta av trimum skaldsøgum í einum tríverki, sum Martin Næs hevur týtt úr íslendskum, og har Gyrðir Elíasson viðger skapanartrongdina hjá listafólki.

09.06.2021
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?