Fáur fær tráðin heilt slættan

Nýggja bókin "Fáur fær tráðin heilt slættan" eftir Sólrún Michelsen kemur á marknaðin í dag. Bókin er framhald av vælumtóktu skaldsøgunum EIN TÁTTUR ER SILVUR og EIN ANNAR ER GULL. 

17.11.2021
Sprotin
Bókaprát

Í hesum triðja bindinum fær Sólrún bundið allar teir leysu træðrirnar saman og lýst, hvussu høvuðspersónurin fótar sær. Undirtónin av nýggjum politiskum hugsjónum hoyrist eisini.

Men nógv er at koma til sættis við.
Hvat við loyndarmálunum, hon ber inni við seg sjálva?
Fer Tórður nakrantíð at kenna sítt upphav?

Á útgávudegnum fer Óluva Klettskarð at hava samrøðu við Sólrún Michelsen. Tiltakið verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum í dag kl. 17-18. Tiltakið er partur av Bókadøgunum. 

Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding á nlh.fo. Tiltakið verður stroymt beinleiðis á nlh.fo. 

17.11.2021
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?