VERÐI LJÓS
Axel Tórgarð var ein sjaldsama virkin høvundur, og hann var sum tikin úr leikum sum týðari. Hann týddi Shakespeare so lættliga, sum risti hann tekstin úr hondini. Hann sat sum hinir stóru, gomlu týðararnir við ongari orðabók og átti altíð røttu orðini. Verkini, hann hevur lagt eftir seg, eru lýsandi varðar, sum prógva, hvussu smidligt okkara mál í royndum er.
Men Tórgarð var fyrst og fremst prestur, og sum ein part av tí kallinum, skrivaði hann morgunlestrar til útvarpið.
VERÐI LJÓS er verk, sum Janus Mohr og Jákup Reinert Hansen hava lagt til rættis við virðing fyri tí arbeiði, Tórgarð legði í lestrarnar. Henda stóra bók er bara aftrat øllum hinum, hann annars gjørdi eitt ávíst ár. So virkin var hann.
Tann prestlærdi Axel Tórgarð gjørdist fyrsti stjóri, tá ið Útvarp Føroya varð stovnað í 1957. Hann var eisini tann, sum «uppfann» morgunlesturin til henda nýggja miðilin við grundarlagi í føroyskari, kristiligari siðvenju. Tað hevur verið vanligt at lesa lestur, syngja og biðja, tá prestur ikki er til staðar, í heimi, kirkju, umborð á skipi, ella hvar føroyingar annars hava uppihildið sær sunnu- og halgidagar. Nú varð henda løtu saman um Guðs orð í styttri líki flutt í Útvarpið gerandisdagar. Soleiðis er enn.
Sjálvur tók Tórgarð ábyrgd av hesum sendingum, eisini eftir at hann í 1960 gjørdist sóknarprestur í Norðurstreymoy við bústaði á Kirkjuteigi í Kvívík og seinni í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Hann valdi sálmar, skrivaði, umsetti ella heitti á starvsfelagar sínar prestanna millum um at leggja morgunlestrar til rættis. Deknar og aðrir góðir lesarar lósu.
Í 1993 skrivaði Axel Tórgarð allar morgunlestrarnar sjálvur. Hann skipaði teir sum eina fullfíggjaða gjøgnumgongd av øllum Gamla Testamenti. Eftir einum ári hevði hann tikið fram orð úr hvørjari bók í Gamla Testamenti. Hann greiddi frá teimum einstøku verkunum, høvundi, tíð, innihaldi og endamáli. Heildarfatan hansara var, at skal Gamla Testamenti tala til okkara, sum kristin eru, noyðast vit at lesa tað í ljósinum av evangeliinum í Nýggja Testamenti. Hesa fatan hevði hann frá Dag Monrad Møller, konfirmatiónspresti sínum, sum hevði lært tey ungu tey kendu orðini hjá kirkjufaðirinum Augustin: „Tað nýggja liggur fjalt í tí gamla, tað gamla letist upp í tí nýggja.“
Handritini til hesar morgunlestrar eru øll varðveitt og liggja goymd á Landsbókasavninum. Hildið varð, at hetta var eitt so sjáldsamt og heilskapað verk, at tað var vert at geva út. Morgunlestur verður sum kunnugt ikki lisin sunnu- og halgidagar. Tí hava ritstjórarnir loyvt sær at seta teir tekstir úr Gamla Testamenti, sum sambært tí nýggju Altarbókini eru ætlaðir at lesa til gudstænastuna, inn hesar dagar saman við kollektunum í týðing eftir Dahl, próst.