Sum heitið bendir á, so spegla kvinnan og náttúran hvørja aðra, ella tær eru eitt og tað sama, kvinnan er náttúra, og náttúran - móður jørð - er kvinna. Báðar føða lív, og báðar eru hóttar.

Tað flýtur við mjólk og myrkri

Í 2018 fekk Rannvá Holm Mortensen fagurbókmentavirðisløn M.A. Jacobsens. Tað var fyri yrkingina "Sólsmakkur". Kanska nevndarlimirnir í ár fara at kjakast um, hvørt tey góvu henni virðislønina ov tíðliga, ella um tey kunnu loyva sær at geva henni virðisløn, hvørja ferð hon gevur út. Í dag, 8. mars, gevur Rannvá Holm Mortensen nevnliga aftur eina langyrking út, og spyrt tú meg, so er hendan útgávan sterkari enn tann fyrsta. Sum eisini var góð.

08.03.2022
Dorit Hansen
Bókaprát

Rannvá Holm Mortensen er best kend sum myndlistakvinna og hevur seinastu tjúgu árini sýnt fram bæði á felagssýningum og einstaklingasýningum heima og uttanlands. Rannvá er havnakona ættað av Tvøroyri og er upprunaliga útbúgvin sjúkrahjálpari og ídnaðarlaborant. Í búnum aldri gjørdist hon listakona burturav, og hon nærkaðist pensiónsaldri, tá hon fyri fýra árum síðan tók tey flestu á bóli við væl komponeraða og sterka Sólsmakki

Vármjólk hevur nógv til felags við fyrstu bókina, støddin er tann sama, báðar bøkurnar eru ein lang yrking, báðar bøkur lýsa skroypiliga og sterka kvinnulívið, og fleiri av orðmyndunum í Sólsmakki – um blóð, æðrar, salt hav og bláan lit fyri at nevna nakrar - ganga aftur í Vármjólk. Rannvá Holm Mortensen hevur eisini myndprýtt permu og síður í báðum bókum, og Sprotin hevur givið báðar bøkurnar út.

Men Vármjólk er ikki bara eitt framhald frá Sólsmakki. Í fyrstu bókini er samfelagið, landið og verðin týðuligari, har eg’ið  ferðast við sínum kufferti og sínum litum úr heimbygdini umvegis Nólsoyarfjørð til India, samstundis sum hon leitar í søgu og lívfrøði, meðan hon stríðist fyri sínum barni. Vármjólk tykist mær enn meira eksistentiel og universiel. Lívfrøðin, kroppurin og urkraftin hava troðkað navngivin støð burtur, og samfelagsligu stovnarnir eru ikki longur áhugaverdir. 

Í Vármjólk sleppa orðini eisini at standa meira sjálvstøðugt í sínari egnu styrki. Í Sólsmakki vóru nógvar myndir. Havi eg talt rætt, vóru 39 av teimum 105 síðunum í tí bókini myndprýddar. Í Vármjólk eru sjey myndir, tær hanga væl saman innanhýsis og spegla væl temað og tekstliga innihaldið, men tær spæla heilt týðuliga aðru violin í mun til tekstin. Samstundis eru orðmyndirnar eisini færri, greiðari og sterkari.

So sterkar kendust myndirnar, tá eg las bókina fyrstu ferð, at eg mátti eg steðga á fleiri ferðir og draga andan langt niður í búkin nakrar ferðir fyri ikki at missa ondina. Orðini og orðmyndirnar løgdu seg fyrst á herðar og armar, smoygdu sær síðan inn undir húðina, skriðu inn í æðrarnar og løgdu seg tungt niður í hjartað. Eg veit ikki, um eg skilti alt, men eg merkti tað mesta.

Í parti 28 lýsir eg’ið seg sum eina ótrúliga, biologiska verksmiðju “tann fínasta rørskipan / leiðir til loyndarfullar oxytocinheimar / og ørandi dna-skipanir / úr smáum kranum dryppa / kosmiskar uppskriftir / upp á eygnalok / dún / og elasmá naglaskap”. 

Samstundis er eg’ið skroypiligt og hótt, tá maðurin søkkur í sítt egna myrkur: “myrkur elti teg / seyraði inn / í tínar glæsiligu bygningar / døpur bil / fyltu tíni torn / myrkrið flutti inn í okkara stovur / orkestrerað / av tíni áhaldandi basssolo /”.

Og seinni staðfestir eg’ið: “okkara tíð kom / í bløðandi hami / av brotnum speglum / og tómum sengrum / so líðandi / varð mítt land / av mjólk og hunangi lagt í oyði / avbrotnar vøgguvísur / og burturblivnar dukkur / pínan breyt seg / ígjøgnum hjartasmogur / hol fór á mítt botnleysa mjólkarkar/”.

Sum heitið bendir á, so spegla kvinnan og náttúran hvørja aðra, ella tær eru eitt og tað sama, kvinnan er náttúra, og náttúran - móður jørð - er kvinna. Báðar føða lív, og báðar eru hóttar. Eg’ið er kvinna við lørum, æðrum, blóði og bróstum, og samstundis er hon fuglur, hestur og fiskur. Hon er bæði dna og andi, bæði longsul og fylla, bæði skroypiligheit og lívskraft. 

Longu í parti 7 hevur hon “plantudreymar” um røtur “súgvandi restir úr træminninum”, í parti 9 staðfestir hon: “børkskrýddu systrar / eg hoyri / tykkara træhjørtu duka / yndi tykkara gávumildni / av súrsøtum fruktkjøti / nektari / og gyltari olju / / vit deila / somu grein / tesk í ljósum bløðum”.  Og til síðst stendur urtagarður hennara at bresta  “fuglar flúgva úr mínum munni / eg endurføðist / sum súreplatræ / við øgiligum rótum /... / og á mínum greinum /vaksa kunnskapsins súreplir.”

Í yrkingini Sólsmakkur fylti myndlistin, ikki bara í myndum, men eisini í lýsingum av myndlistarligari leitan. Í Vármjólk eru tað orðini, sum fylla, nývelt orð, orð á stelkum, “steyrrøtt orð / sum stoytandi súlukroppar / máandi / rullandi orð / sum hált malagrót“ og orð “við hornum og fjaðrum / kulsandi kallbókstavar við feldi / spillnaknir vokalar / serliga mjúk orð / hitað i kvinnuarmholum.” 

Í fyrstu útgávuni fleyt blóðið, og yrkjara-eg’ið vónaði, at blóðið kundi blíva til frískt vatn, sum lat ljósið sleppa framat. Hendan bókin flýtur yvir við søltum havi og hvítari móðurmjólk. Ljósið hevur ikki vunnið á myrkrinum, men røturnar finna sær styrki í døkku moldini, eg’ið letur grátandi dukkuna í bókstavar og rím, og saman við sínum góðu tykist hon at hava styrkina til bæði jarðarmyrkur, kvinnumyrkur og svørtu náttarmjólkina.

Alt hetta kundi so bent á, at talan ikki er um fyrru og seinnu útgávu Rannvá, men fyrsta og annað verk hjá einari orðlistakvinnu. Og tað er spennandi.

- Dorit Hansen

08.03.2022
Dorit Hansen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?