Einfach kompliziert

Eg bleiv forvitin, tá ið eg hoyrdi, at Rannvá Holm Mortensen kallar nýggju útgávu sína “Vármjólk”, sum kom út 8. mars í ár, eitt mjólkaevangelium. Gleðiboðskapur um mjólk – hvat snýr tað seg um?

25.05.2022
Sprotin
Bókaprát

Rannvá greiddi sjálv frá herfyri í mentanarsendingini Nón, at yrkingin snýr seg um sambandið millum kvinnuna og náttúruna. Kvinnan er náttúra, og náttúran er kvinna. Báðar geva tær lív, og báðar eru tær hóttar. Náttúran verður niðurpínd og dálkað og kvinnan trýst í kassar, sum ikki taka atlit at hennara støðu sum lívgevandi vera, eitt nú, tá ið hon er við barn og gevur bróst. Tí skrivaði hon eitt ‘Mjólkaevangelium’, sum fagnar kvinnuni og hennara lívfrøði og samanber hana við náttúruna, sum heldur ikki hevur góð kor í dagsins samfelagi.

Hugsaði við mær sjálvari, at hetta ljóðar sum eitt ‘lívmóðurfeministiskt’ projekt. Lívmóðurfeministar, sum tær eitt sindur forhánisliga verða nevndar, leggja stóran dent á lívfrøðiliga munin millum kynini og móðurskap. Tær halda, at stríðið fyri javnrættindum hevur havt álvarsligar fylgjur fyri familjuna og hevur gingið út yvir børnini. Tær leita tí heimaftur og seta uppá at ganga heima hjá børnunum og taka sær av umsorganaruppgávum. Av tí sama verða tær ofta hartaðar fyri at bumba javnstøðustríðið aftur í tíð, tí tær taka ábyrgdina av skeivleikunum á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum á seg sjálvar.

Eina løtu ivaðist eg í, um tað var henda eitt sindur einfalda og afturhaldandi boðskapin, sum Vármjólk byggir á. Men tá eg las Vármjólk kendist tað beint øvugt - einfach kompliziert. Yrkingin vekir hugflog og kenslur og tekur meg við á ferð gjøgnum lívið og árstíðirnar hjá eg’num, sum er mamma og so nógv annað. Eg fylgi henni á vetri, tá ið tilveran kennist køld og tung, og tá ið aprílsólin aftur sær, og lýggir vindar spinna. Eg syrgi saman við henni og gleðist, tá ið hon til endans finnur sítt nýggja stað í tilveruni. Og finni sjálv troyst.

Kroppurin, náttúran og saltjavnvágin 

Vit kenna Rannvá Holm Mortensen sum myndlistalistakvinnu. Fyrra savn hennara “Sólsmakkur”, sum kom út í 2018, spretti úr stóru sorgini og hjálparloysinum, sum hon kendi, tá ið elsta barn hennara gjørdist sálarsjúkt. Íblásturin til hetta yrkingasavnið fekk hon, tá ið hon saman við listakvinnuni Guðrið Poulsen arbeiddi við installatiónini “Salt Jarðarinnar – Jarðarinnar Salt” í 2020. Jarðarinnar salt snúði seg um kroppin, náttúruna og saltjavnvágina. “Vármjólk” snýr seg somuleiðis um hesi frumevni. Um sølt høv, sum eisini eru innan í okkum. Og móðurmjólk. Kroppurin og lívfrøðin fylla nógv í savninum, og Rannvá skrivar um upplivingar, sum eru tongdar at kvinnukroppinum. At vera upp á vegin, at eiga og tíðina aftaná við bróstageving. Um mjólkina, sum setur til, eymar vørtur, tiptar mjólkakertlar og pentur, sum spenna. Um girnd og skiftisárini, sum koma sníkjandi við svøvnloysi og kropsligum forfalli. Eg havi ikki sæð hetta lýst so beinleiðis fyrr í føroyskum bókmentum.

Frásøguyrking 

Vármjólk er ein lang episk yrking við 94 ørindum, sum standa á hvør sínari síðu. Rannvá hevur sjálv gjørt kápuna og myndprýtt bókina. Svarta myndin uttan á grønu kápuni hevur eitt grafiskt skap, sum minnir um eina lívmóður. Ella ein trýkant. Í skapinum eru myndir av tí, sum yrkt verður um. Hjartað, sáðkyknur, lívmóður, barnavognur, dukkuarmur, stjørna, træ og annað.

Savnið er prentað á óblankt endurnýtslupappír, sum skapar eina lekkra heildarmynd. Tað sæst, at høvundurin er listakvinna og er von at arbeiða grafiskt.

Huglagið í savninum er myrkt og dapurt. Beinavegin í fyrsta ørindi fáa vit kensluna av onkrum ófrættakendum: “Tilvitskutesk / djúpt / innan úr rænum / orkestrerað / av gomlum dreymum um eymleika / einglarnir / eru stillir sum sunnudagar / bróstini harðnað / av gloymdari vármjólk [...]”.

Eitt ræ er ein deyður kroppur, og vit skilja, at eg-persónurin kennir seg stirðnaða bæði kensluliga og kropsliga. Bróstini eru harðnað av gloymdari móðurmjólk, og er hetta í andsøgn við, tá ið frummjólkin streymaði út, og bróstini vóru full av fossandi vármjólk (46. ørindi).

Hon er komin væl áleiðis í lívinum og minnist afturá og setur orð á svárar støður og kenslur, bæði tá og nú. Barnið fyllir eisini nógv í hesum savninum: “[...] mín longsul / eftir tær barn / kloyvir fjøll” (38. ørindi).

Sorgin og saknurin eru har alla tíðina, skommin og kenslan av ikki at strekkja til. Tankar um tað fullkomna barnið. Meiningsloysi. Tað, sum er farið. Vantandi nærleiki og elskhugi. Aldrandi kroppurin, sum ikki kann geva lív longur, og sum er ósjónligur í samfelagnum.

Eg’ið spyr í 45. ørindi: “hvat sær tú / tá tú sær meg / sær tú / mítt innara klædnaskáp / har innast inni / hanga mínar mjadnar / mín miðja [...]”. Og víðari: “leingist / eftir tínari hond um mín nakka / eg sovi ikki longur / láni náttini annað eygað / goymi hitt / í tínum skjúrtulumma”.

Lívið og lívsstøður verða lýstar gjøgnum árstíðirnar. Á vári og sumri er eg’ið í fullum blóma. Hon er fruktagóð og kann skapa lív:

“í mær / havi eg eina dukandi verksmiðju / av yndi anga og tíð / tann fínasta rørskipan / leiðir til loyndarfullar oxytocinheimar / og ørandi dna-skipanir [...]” (28. ørindi).

Á heysti og á vetri er lívið farið at halla:

“molin bíðar okkum / sum eitt lyfti / gev mær heysti / við vátum floymi / áhaldandi / rennandi / niður eftir vindeyganum / trappan / í mínum kroppi /manglar fleiri trin / tosi við skuggarnar / og myrkrið í kjallaranum” (10. ørindi)

Tað heilaga Mjólkaevangeliið

Tá vit nærkast endanum, broytist dapra huglagið. Frá at tevja svik fer eg’ið nú at tevja lív og mjólk: “ókend mjólkarhøv / hava tikið seg upp á heimskortinum / skaka radarar og satellittar [...]” (66. ørindi).

Nýggir møguleikar hómast, og eg’ið ressast:

“títt andlit / fjalt / í mínum sorgblíða trýkanti / opnar longsul / sum píkar
nýggj evangeliir verða skrivað / við beiskari móðurmjólk 
leggi klæðini / snórabeint í bunkar / diagonalt horn í horn / 
mjólkin dryppar enn / mítt pass sigur 70 
mín hond / um pensilin / perfekt samanspælandi brósk / og óendaligar ætlanir” (75. ørindi)

Eitt nýtt tíðarskeið er byrjað. Mjólkin er ikki longur ímyndin av fruktbæri í lívfrøðiligum týdningi, men av andanum og sinninum, ið er kveikt og vakið. Orðið verður dagliga vitaminískoytið, og hon skapar nýtt lív við penslinum og orðunum: “eti orðabøkur / svølgi og jótri væl / og spýti út nýggjar koplingar” (50. ørindi).

Fimm myndir eru í bókini. Tann í endanum av Mjólkaevangeliinum er rættuliga beinleiðis. Vit síggja mjólkarhavið, flótandi bróst, verksmiðjuna og kvinnuna, sum sprænir mjólk út. Eg ivist í, um tað er neyðugt við myndum. Í øllum førum so ítøkiligar. Teksturin er so sterkur, at eg langtsíðani havi gjørt mær mínar egnu myndir av mjólkarhavinum og øllum tí, sum høvundurin yrkir um.

Náttúrunnar lívmóður 

Náttúran er allatíðina nærverandi í yrkingini, og frumevnini eru bæði í náttúruni og í okkum menniskjum.

Í ørindi 47 eru vit partur av einari kosmiskari føðing: “leyp / út í mítt mjólkahav / kenn mítt hvíta favntak / søtt og súrligt um somu tíð / kosmiskir mjólkakertlar / tamba hválvið / uttasta hinnan er um at bresta / verkirnir eru byrjaðir / føðingin / til tað stóra frumbuldrið er byrjað / tíðin / vil endurføða seg sjálva”.

Eg’ið kennir sterkt samband við ‘alheims kvenndjór’ og eisini trøini, ið eru hennara ‘børkskrýddu systrar’, sum ‘deila somu grein’.

Allar eru tær lívgevandi: “rámjólkin rennur / úr blómustelkum / og øllum kvenndjórabróstum [...]” (63. ørindini) og høvundurin takkar móður jørð fyri at føða okkum: “takk móðir jørð / at tú deilir tína mjólk við okkum / lat mín strong / av konsonantum og vokalum verja teg / vera tín koddi og svørð” (82. ørindi).

Í so máta hevur yrkingin sterkar røtur í økofeminismu, har kvinnukúgan og náttúrukúgan verða javnmett. Sambært økofeminismu hava patriarkalsk samfeløg kring heimin altíð kúgað kvinnur og dámt serstakliga illa tað kvinnuliga. Í okkara parti av heiminum hava patriarkalskar samfelagsskipanir harumframt eisini kúgað og tránýtt náttúruna og triðja heimin. Økofeminisma ynskir at gera upp við hetta og ynskir ein heim uttan kúgan av náttúruni, djórum, kvinnuni, tí ‘kvinnuliga’ og øllum øðrum, sum eru við skerdan lut.

Í Vármjólk verður eg’ið eitt við náttúruna. Hon var basalt og royða, síðan fiskur og endurføðist sum eitt træ: “[...] eg endurføðist / sum súreplatræ/við øgiligum rótum/kíli greinar út/og festi eygu í børkina/í mínum skugga / droyma fuglar og børn / á mínum greinum / vaksa kunnskapsins súreplir” (89. ørindi)

Umskapanin kann tulkast sum ein sálarferð, har eg’ið fer gjøgnum lívið og til endans sigur farvæl við ungdómin og fruktbæri. Hon hevur funnið sítt stað: “eg / standi still her / elski regnið / eingin / varnast meg / skunda sær framvið / eg haldi fram / at vagga í vindinum / bara vagga / til eg doyggi” (93. ørindi).

Vit enda sama stað, sum vit byrjaðu. Men nú hevur hon viðurkent sína støðu. Góðtikið at sorg, aldran og forfall er partur av lívinum, sum ikki eigur at verða tálmað við pínustillandi.

Søgur um rot og æviga endurnýggjan 

Tað eru nógvar menningarsøgur at síggja fyri tíðina, sum verða skrivaðar við myndum úr djóra- og plantuheiminum. Har ringrásin í náttúruni onkursvegna bjóðar ugga og frásjón og eitt alternativ til tað æviga lívið í kristnum týdningi. Orðingin “søgur um rot / og æviga endurnýggjan” úr 53. ørindi ímyndar júst hesa ringrás. Tað er ein vakur tanki, at vit eru partur av náttúrunnar ringrás. At vit kunnu gerast eitt frukttræ, tá ið okkara egnu fruktir fara at ganga undan. At vit kunnu finna frið at standa still og vagga í vindinum, meðan eitt nýtt ættarlið skundar sær framvið uttan at varnast ein. Veit ikki, um tað er ein fortreyt sjálv at vera komin ávegis í lívinum fyri at uppliva hetta brotið so sterkt, sum eg gjørdi.

Torføra javnvágin 

Hálovanin av kvinnuni og hennara evnum at eiga børn og geva bróst kundi saktans blivið ov nógv av tí góða. Kvinnan verður lættliga avmarkað til sína lívfrøði, og hennara virði verður tongt at tí at vera mamma og geva umsorgan. Eg haldi tó, at Rannvá megnar javnvágina millum tað politiska projektið og tað djúpt persónliga og skaldsliga. Boðskapurin er ikki einfaldur ella avmarkaður til eina serliga stevnu. Kapitalismu- og vakstraratfinningarnar eru greiðar (og tiltrongdar), men skugga ikki fyri hendingum og upplivingum, sum eru avgerandi fyri eg-persónin. Um leitanina eftir meining í “[hesum] kroniska lívi / við sínum meiningsleysa broddi” (77. ørindi), sum kann kennast serliga meiningsleyst og sárt, tá ið tú ert fyri ógvusligum hendingum. Um viðkvæmu tíðina at ganga við barni og tíðarskeiðið aftaná. Um baksið at fáa familjulív og arbeiði at ganga upp í eina hægri eind. Um at missa tign sum kvinna, tá ið summarið fer at halla og at endurfinna seg sjálva. Hetta eru grundleggjandi lívskor, sum nógvar kenna seg aftur í og kunnu spegla sær í, men sum sjáldan verða umrødd í føroyskum bókmentum. Við Vármjólk leggur Rannvá hesar erfaringar opnar fyri almenningunum og vísir, at tær hava gildi. Og tá ið eg’ið endurfinnur seg sjálva og fær nýtt virði, er tað nettupp ikki tongt at hennara lívfrøði, men at hennara skapanarevnum og lívsroyndum. Hetta ger Vármjólk til eitt spennandi verk við nógvum brigdum.

Takk fyri ferðina systir!

Ummælari: Margretha Nónklett

...

Norðurlandahúsið skipar fyri ummælisverkstovu, sum Paula Gaard, ph.d. í bókmentaummælum, stendur fyri. Her hittast 8 høvundar eina ferð um mánaðin at kjakast og ritstjórna ummæli hjá hvørjum øðrum.

25.05.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?