BÓKADAGAR 2022 - Greinir um bókmentir og mentan í 25 ár

Martin Næs er útbúgvin bókavørður og hevur arbeitt nógv við mentanarligum spurningum, hann var landsbókavørður í nógv ár og síðan var hann deildarstjóri í Mentamálaráðnum, har hann m.a. hevði ábyrgdina av mentanarøkinum. Umframt hetta hevur hann útgivið fleiri bøkur eitt nú yrkingasøvn, barnabøkur, greinasøvn, skaldsøgu, lagt fleiri bøkur til rættis og týtt nógv úr íslendskum. Sum formaður í Rithøvundafelagnum og Fjølrit í fleiri ár kennir hann eisini til viðurskiftini hjá føroyskum listafólkum.

15.11.2022
NLH
Ymist

Um bókina, sum er hansara næsta greinasavn, kann sigast at í henni eru 45 greinir, ið viðgera ymiskar spurningar um bókmentir og mentan skrivaðar í tíðarskeiðnum 1996-2021.

Um innihaldið í bókini verður annars sagt:

“Enn hava vit ikki fingið fleiri operair, men í táminum frá tí grønu orkuni daga fleiri listaspírar undan í havsbrúnni. Fleiri dansarar og sangarar koma fúkandi eftir dansigólvunum. Fleiri filmar eru á veg, og mentanin í síni heild vendir og snarar sær higar og hagar. Vit mála og prýða, vit skriva og týða, vit syngja og spæla okkum inn á virðislønarpallarnar, so heimurin hvøkkur við. Her er lív í, og listin livir sum ongantíð fyrr, meðan vit bíða eftir tí orku, ið øll tosa um.”

Hóast greinirnar eru úr einum upp í 25 ára gamlar, eru nógvar teirra aktuellar sum ongantíð fyrr, fleiri teirra viðgera viðurskiftini hjá okkara skapandi og skrivandi fólki, og tað er altíð áhugavert hjá einum fólki, ið er so materielt áhugað sum føroyingar. 

Tað er hetta, sum rithøvundin fer at tosa um á Bókadøgunum.

Sprotin skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Norðurlandahúsið.

Sí meira á https://www.nlh.fo/fo?event=8906/opera-men-ongin-olja

15.11.2022
NLH
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?