Nýggjar ljóðbøkur
Her eru nakrar av teimum heilt góðu skaldsøgunum, sum lisnar eru inn seinastu mánaðirnar.
Magellan
Í hesi ævisøguni birtir Zweig lív í øldina við teimum mongu rannsóknarferðunum og sigur søguna um eina ta djarvastu royndina. Á sín egna sniðfundiga hátt ger hann ferð við okkum, har vit samstundis rannsaka okkum sjálv.
- Høvundur: Stefan Zweig
- Týðari: Knút Olsen
- Upplesari: Knút Olsen
Hvítt hav
Triðja bókin í raðnum eftir Roy Jacobsen.
Ingrid fer av bøkjaraloftinum, har hon flekir fisk einar 10 tímar um dagin og fer aftur til Barroy og vónar, at skyldfólkini fóru at koma út á oynna. Smátt um smátt daga fólkini frá fyrstu bókini fram aftur.
Meðan hon gongur sær fram við fjøruni, sær hon á fuglunum, ið stoyta seg, at okkurt flýtur í vatnskorpuni. Lík reka í land, og teirra millum kemur hon fram á illa brendan mann, sum er livandi.
- Høvundur: Roy Jacobsen
- Týðari: Edvard Olsen
- Upplesari: Gunnvá Zachariasen
Bara ein mamma
Fjórða bókin í raðnum eftir Roy Jacobsen.
Eftir longu ferðina er Ingrið aftur á Barroy. Lívið er eftir øllum at døma støðugt, men kríggið leggur framvegis langar skuggar um landið. Svíkjararnir mugu bøta, onnur vilja av øllum alvi gloyma.
Ein dagin kemur ein fimm ára gamal drongur til -oynna, til Ingrið og hennara egnu dóttur, Kaiu. Stutt eftir hvørvur pápi dreingin á løgnan hátt, og Ingrið tekur aftur ábyrgdina. Men hvat er við Mattiasi, lítla dreinginum, sum eftir hetta verður týðandi partur av samfelagnum á Barroy?
- Høvundur: Roy Jacobsen
- Týðari: Edvard Olsen týddi
- Upplesari: Gunnvá Zachariasen
Stormfuglar
Skakandi søga um ein bardaga, sum íslendskir sjómenn høvdu við himmalsins ódnarveður í tríggjar dagar á Nýfundnalandsleiðunum í februar mánaði 1956. Hetta er skaldsøga, ið byggir á veruligar tilburðir. Og fleiri føroyingar vóru við hesum trolarunum.
- Høvundur: Einar Kárason
- Týðari: Carl Johan Jensen týddi
- Upplesari: Uni Arge
Íslandsklokkan
ÍSLANDSKLOKKAN varpar ljós á neyðarárini í 18. øld, tá ið eldgos oyddi, farsótt herjaði, og harðræði ráddi. Hin tráðurin er, at tann skaldskapur, sum íslendingar hava skapað frá fornum døgum, og sum hevur hildið teimum uppi andliga og skapað tjóðina, ger, at hon hóast alla armóðina hevur uppiborið at vera fræls.
- Høvundur: Halldór laxness
- Týðari: Sigurð Joensen
- Upplesari: Valdmar Dalsgarð
Gev gætur!
Hevur tú hald til MOFIBO og finnur ikki tær føroysku bøkurnar – ger soleiðis: vel kategorier > romaner > sprog > føroyskt. Har eru tær! – Eitt sindur burturgoymdar, halda vit, men har eru tær.