MERKING

Nýggj íslendsk skaldsøga út á Sprotanum í juni mánaði. Tað er bókin MERKING eftir Fríðu Ísberg – Turið Sigurðardóttir hevur týtt.

22.05.2023
Sprotin
Bókaprát

"Merking" er ein kollvelting - sálarfrøðilig, tøknilig og politiskt. Hon staðfestir, um tú eigur evnini ella gávurnar –til samkenslu og innlivan ella til ómoral og asosialan atburð.

Upprunaliga ætlanin var at viðgera vandamikil fólk, áðrenn tey gjørdust vandamikil, men tann kunnleikin verður skjótt brúktur á annan hátt. Tann, ið vil, kann skrásetea  síni úrslit í almennari opnari skrá. Politikara fara at prýða seg við merkingini ”staðið” og alsamt fleiri avrik verða flokkað sum eitthvørt, ið avdúkar innlivingarevni. Grannaløg og bústaðarfeløg halda seg frá ómerktum einstaklingum og onnur tosa um at gera royndina í barnaskúlanum. Skjótt er íslendska samfelagið, har søgan fer fram í framtíðin, í ógvisligum tvíningi.

"Merking" verður søgd í fýra røddum. Lærarin Vetur, sum fer frá kærastuni, sum ikki stendur royndina,  Oya sum fær fótin í stórum íløgufelagi, tí hon stóð ikki royndina, sálarfrøðingurin Ólavur sum berjist fyri at gera royndina kravda hjá øllum, og Tristan, ungur aktivistur, sum berjst fyri rættindunum ikki at taka royndina.

...

Fríða Ísberg er íslendskur høvundur. Búsett í Reykjavík. 

Bøkur hennara eru yrkingassøvnini Slitförin og Leðurjakkaveður, stuttsøgusavnið Kláði og nú skaldsøgan Merking, sum hevur fingið fleiri tignarligar viðurkenningar. 

Fríða er limur í høvundasamtakinum Svikaskáld, og stundum skrivar hon ummæli fyri The Times Literary Supplement. Verk hennara eru týdd til 17 ymisk tungumál. 

22.05.2023
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

FØROYASMAKKUR - vald ein av heimsins bestu kokkabókum í 2023

Nýggja KOKS-bókin, FØROYASMAKKUR – er kosin at vera ein av heimsins flottastu kokkabókum í 2023. Nógvar túsund bøkur vórðu sendar…
Bókaprát

Reyn, kæra Reyn á mentanarnáttini

„Ein gongutúrur við Jørleifi út á Reyn átti at komið í bók.“ Hetta hava fleiri sagt, og eg helt ikki reiðiliga, at tað bar til, tí…
Lesikrókurin

Ukrainska dagbókin

Tá ið ukrainski forsetin Viktor Janukovitj í 2013 noktaði at skriva undir samstarvsavtalu við ES, fóru fólk út á gøturnar at mótmæ…
Bókaprát

Ukrainska dagbókin

Hósdagin verður bókin "Ukrainska dagbókin" í lesikrókinum. Tey, sum fara at skifta orð um bókina, eru: Dánjal Hoydal, Liljan Weihe…
Lesikrókurin

Renna úlv

Lívið hjá veiðimanninum og skógrøktarmanninum Ulf Norrstig broytist, samstundis sum hann hittir ein úlv í skóginum nærindis heimið…
Bókaprát

Minni frá míni lívsleið

Lambamaðurin Jákup Lamhauge f. 1946 leggur fram bók sína "Minni frá míni lívsleið" tann 26. apríl kl. 17 í bókasavninum við Løkin.
Bókaprát

Kom í Mentanarhúsið í Fuglafirði flaggdagskvøld kl. 20!

Rímur á reki er triðja bind í tríbindaverkinum eftir Alexandur Kristiansen. Bókin telur 600 síður.
Orð og tónar

ORÐ & TÓNAR: Tíðarhylkið og Heiti á Reinsarínum

Eitt yrkingasavn og eitt stuttsøgusavn eru til umrøðu á Reinsarínum hóskvøldið kl. 20, tá ið Orð og tónar aftur eru á skránni. Ver…