Góðkrút
Tann 26. okt. leggja vit tvey nýggj føroysk verk fram á Reinsarínum.
Annað er bókin Góðkrút.
Tað er eyðvitað eitt sindur romantiskt at vilja taka skundin úr skundtilveruni, at geva sær stundir og njóta friðsæluna at heysta sínar egnu rávørur. Men tað ber til.
Bókin lýsir alt tað ókrút, sum veksur her. Plantur, sum í síni tíð vóru fluttar inn sum heilsukostur og lekjandi urtir.
Bókin eggjar til upplivingar fyri alla familjuna í náttúruni og køkinum og gevur okkum kunnleika um plantur, hvussu vit handfara tær skynsamt, og hvussu tær kunnu nýtast til matna.
Planturnar eru royndar, ein ørgrynni av leskiligum uppskriftum eru royndar og lýstar í bókini.
Ikki er minni áhugavert at hoyra, hvussu hesar plantur vórðu nýttar sum heimaráð, hvørjir siðir og hvør trúgv vóru knýtt at teimum.
Alt hetta frætta tit meira um hóskvøldið tann 26. oktobur á Reinsarínum
Hitt verkið? Tað kunna vit um um nakrar dagar.