Sprotin

Hvaðan kom kvinnan

Løgið er tað, men menningarlæran hevur savnað seg um mannin. Helst ávirkan frá skapanarsøguni, sum segði, at Gud skapaði mannin fyrst. Síðan kom kvinnan. 

Í dag kemur nýtýdd bók um hetta áhugaverda evnið. Viðgitni walisin Elaine Morgan hevur skrivað, Pól Jespersen hevur týtt og Heiðrik av Heygum hevur gjørt kápuna til føroysku útgávuna

07.05.2024
Sprotin
Bókaprát

Hvaðan kom kvinnan var fyrsta verk at tala fyri partinum hjá kvinnuni í menningarlæruni. Hon setur seg upp ímóti bíbilsku útgávuni, at kvinna var ein tanki, ið skeytst inn í søguna aftaná, at maðurin var skaptur. Á tann hátt umskrivaði Eilaine Morgan  mannasøguna og menningarsøguna. 

Arbeitt verður við ástøði um, at menniskjað er komið úr havinum. 

Ílegurnar í menniskjum og sjimpansum eru næstan meinlíkar, men menniskju og sjimpansur líkjast als ikki. Hvussu ber tað til?

Bókin setir áhugaverdar spurningar sum, hví menniskjan ólíkt øðrum primatum, ikki hevur feld, men líkist í so máta havsúgdjórum.

Hvat hevur fingið menniskjað at ganga upprætt á bakbeinunum? 

Hví hevur tað so stóran heila? 

Hví flóta nýfødd børn og halda ondini, tá ið tey eru undir vatni? 

Hví eru børn ársgomul, áðrenn tey fara til gongu.

Hví búgva allarflestu menniskju fram við sjónum?

 

Pól Jespersen

Hann undirvísti í Hoydølum í alisfrøði og støddfrøði í mong ár, arbeiddi seinni sum ritstjóri á Námi og gjørdi veruliga sítt til, at føroyskt ikki varð forfjónað í náttúrulærugreinunum.

Hann skrivaði upp í leypar av tilfari til undirvísing í alisfrøði og støddfrøði. Skrivaði tjúkkar bøkur um rúmdina, sólskipanina, stjørnufrøði, relativitetsástøði og mangt annað.

Seinasta avrikið er týðingin av víða gitnu bókini ”The Descent of Woman”, sum walisiska Elaine Morgan (1920-2013) skrivaði og gav út á fyrsta sinni í 1972. Bókin fekk beinanvegin nógva umrøðu og førdi til kjak um allan heim. Hon er týdd til fleiri onnur mál.

Menningarlæran hugsavnar seg í høvuðsheitum um mannin. Tað eru í mestan mun menn, sum hava skrivað søguna, og sambært Elaine Morgan eru nógvir teirra - tarzanistarnir, sum hon argandi nevnir teir - púra býttir av stóra veiðimanninum, sum fór rennandi á tveimum beinum út á savannuna at veiða. Kvinnuna hava teir líkasum tagt burtur. Hetta ger Elaine sum tann fyrsta upp við, sum føroyska heitið ”Hvaðan kom kvinnan” eisini sipar til. Kvinnan hevur sjálvandi verið við allan vegin, tí hon hevur eyðvitað givið okkum helmingin av ílegunum ígjøgnum allar øldirnar. Bókin ger soleiðis upp við bíbilsku mýtuna um, at kvinnan bara var nakað, sum Várharra kom at hugsa um, eftir at hann hevði skapt mannin. 

Elaine Morgan talar í staðin fyri vatnapuástøðinum. Tá ið veðurlagsbroytingar í Eysturafrika høvdu við sær turrari og heitari veðurlag, hvurvu skógirnir, sum høvdu verið búøki hjá forfedrunum, og lendið varð broytt til savannu, graslendi. Fleiri sløg doyðu út, men hugsanin er, at eitt slag megnaði at lívbjarga sær næstu ármilliónirnar við at fara í sjógv at vera. Ikki sum fiskur ella hvalur, men við at halda til á grunnum vatni fram við sjóvarstrondum. Har byrjaðu vit at laga okkum til lívið í vatni, har fóru vit upp á tvey bein at ganga, sum er so sjálvsagt í vatni, har mistu vit feldin, tí tað gera dýr á landi, sum fara á sjógv, og har mentu vit taluna, tí aðrir samskiftismøguleikar ikki riggaðu í nýggja umhvørvinum. Har mentu vit tjúkka fitilagið undir húðini, sum er serstakt hjá menniskjum og havsúgdýrunum, og nógva sjógætið hevði júst røttu fitisamansetingina, at vit kundu menna stóra heilan.

Granskarar munnu flestir vera samdir um, at menniskjan er ógvuliga serstøk millum livandi verurnar, so serstøk, at tað munnu vera ógvuliga serstakar umstøður - á markinum til tað ómøguliga - sum hava lagað okkum til tað, vit eru í dag. Sambært Elaine Morgan eru hesar umstøður tað, at vit hava hildið til í sjógvi í einar 10 milliónir ár. Tað er mangan hent áður, at dýr á landi eru farin at halda til í vatni. Men tá ið so veðrið aftur broyttist, og tað umsíðir fór at regna, fóru vit fram við áunum inn aftur í landið, og fingu aftur tilhald uppi á turrum. Tað er ikki hent oftani, helst aldri, at eitt framkomið slag soleiðis hevur kúvent.

Síggj alla samrøðuna við Pól Jespersen her.

07.05.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?