EDEN

24.10.2024
Sprotin
Lesikrókurin

Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslund. Fólk í bygdini har í nánd fáa knappliga áhuga fyri málvísindum. Høvuðspersónurin fær upp í hendurnar handritið til eitt yrkingasavn eftir ein fyrrverandi næming sín, sum snýr seg um kærleikan hjá einum ungum manni til eina eldri kvinnu.

Í hesi skaldsøgu verður megin í máli og náttúru kannað, og spurnartekin sett við, hvørja ábyrgd menniskjan eigur í nútímans skiftistíðum, har fáment mál og náttúrumargfeldi eru hótt.   

Skaldsøgan Eden eftir Auður Ava Ólafsdóttir kom út í 2022. Í 2024 gav Sprotin bókina út í føroyskari týðing eftir Turið Sigurðardóttir.  

Gestir í Lesikrókinum hesaferð eru Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur, og Jákup á Lakjuni, sum hevur eina samansetta MA í føroyskum og teologi.

Vertur er Helena Lamhauge-Mortensen.


24.10.2024
Sprotin
Lesikrókurin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?