Landið millum hav og himmal

Árið er 1940. Hitler tveitir bumbur yvir Noreg, á Vesturlandinum standa býir í loga, og í einari bygd rýma fólk í skundi til havs á miðjari nátt. Ein sjey ára gamal drongur stendur við lúnningina og grætur, tí hann vil ikki fara frá abbanum, sum er eftir á kaiini. Leiðin liggur til Amerika. Ferðin endar tó ikki í Amerika, men í Klaksvík, og har vórðu smádrongurin og ferðafelagar hansara verandi í mánaðir.

26.09.2025
Sprotin
Bókaprát

Tíðina í Føroyum gloymdi drongurin ikki, og tá ið hann nógv ár aftaná skrivar um hana, stígur tann heimurin, hann upplivdi, ljóslivandi fram fyri lesaran, fullur av smálutum og sansan – luktum, smakkum og ljóðum – og stórum eins og smáum hendingum. Uttan sentimental itet og idealisering verður sagt frá kenslunum hjá dreinginum og roynd um hansara at skilja høvuðsspurningar sum, hvat kríggj er, og hví vit halda, at fólk, sum ikki eru eins og vit, eru løgin – og hvussu hann verður partur av tí nýggja umhvørvinum.

Seinni partur av bókini, „Minnisfundur“, er ferðafrásøgn hjá høvundinum til Føroya í 1976. Her sigur frálíkur eygleiðari frá øllum teimum stóru og sjónligu broytingunum, sum eru hendar. Men høvuðsørindini eru at leita aftur til tað, ið var, og vita, um tað ber til at finna nakað av tí aftur. Í øllum tí nýggja, modernaða, eru tað fyrst og fremst tey fólkini, hann hittir, sum gera, at hann finnur tráðin aftur. Tað er eisini náttúran og veðurlagið, men ikki minni er tað ljóðið av føroyskum máli, sum vekur ta farnu tíðina til lívs og byggir brúgv til samtíðina.

Asbjörn Hildremyr, f. 1932, týddi stuttsøgusavnið Aldurnar spæla á sandi (Bårene leikar over sanden, 1976) eftir Jens Paula Heinesen.

26.09.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?