Ein góð apríl søga

Á ólavsøku í fjør hittu Þóra og eg Einar Már Guðmundsson í Reykjavík. Sigast má, at tað er altíð áhugavert at hitta henda mannin, sum er so fullur av søgum, at alt umhvørvið verður livandi.

29.03.2026
Sprotin
Bókaprát

Soleiðis var eisini henda dagin á Café Floru í Reykjavík. Einar Már segði okkum, at hann hevði júst sent útgevara sínum har í býnum eina nýskrivaða skaldsøgu, sum hann nú bíðaði spentur eftir at frætta um. 

Vit spurdu hann, hvat nýggja skaldsøgan snúði seg um, men tað vildi hann ikki umrøða nærri, men hann vissaði okkum um, at hann legði at landi í Føroyum á veg til Keypmannahavnar. 

Bókin snúði seg um tey árini, tá ið hann sum ungur høvundur fór út í heimin at gerast rithøvundur, so mikið segði hann tó.

Um miðjan november í 2025 lósu vit tíðindi um at nýggja skaldsøgan ALLT FRÁ HATTI ÓNÍ SKÓ var komin út á íslendskum. 

Fjúrtan dagar seinni sendi Einar Már okkum handritið til bókina. 

Tá fingu vit annað at hugsa um. Og saman við Jonhardi og Sprotanum hugsaðu vit skjótt.

Til stuttleika settu vit okkum fyri, at fáa bókina út á føroyskum, áðrenn Erik Skyum Nielsen kom á marknaðin við donsku útgávuni. 

Um miðjan januar sendu vit Sprotanum føroyska handritið, og í dag 30. mars er bókin komin í bókabúðirnar her hjá okkum. Vit hava frætt at danska útgávan er á marknaðinum har í landinum fyrst í apríl.

Sigast má, at henda útgávan er ein av teimum góðu aprílsøgunum!

Nú er at lesa føroyskt!

30. mars 2026

Martin Næs

...

“Eingin veit, hvat ein skaldsøga er ...” Við hesum orðum eftir danska skaldið Poul Borum byrjar Einar Már Guðmundsson (1954) sína seytjandu skaldsøgu síðan 1982. Árini frammanundan hevði hann givið út trý yrkingasøvn, og samanlagt hevur hann nú glett lesarar um allan heim við umleið fjøruti útgávum: yrkingum, skaldsøgum, stuttsøgum, barnabókum og greinasøvnum. 

Í nýggjastu skaldsøguni FRÁ HØVUR TIL HÆL (2025) verður livandi sagt frá Haraldi, sum hevur sett sær fyri at verða skald, og sum saman við unnustu síni á heysti 1979 flytur úr Reykjavík til Keypmannahavnar fyrst og fremst við tí í huga – at skriva.

Í Keypmannahavn hittir hann alt slag av fólki, ikki minst listafólk og skøld, og her verða lunnar lagdir undir framtíðina sum rithøvundur.

Áðrenn Haraldur er komin so langt á rithøvundaleiðini sum til Danmarkar, hevur hann eisini vitjað í Føroyum og lært lívið at kenna, og hann sigur:

Yvirhøvur vórðu vit íslendingar altíð væl móttiknir í Føroyum, men har vóru altíð onkrir, ið komu upp at stríðast við tey innføddu, vanliga vóru hetta vátligir stavnar og misnýtarar, ið onkursvegna eisini høvdu tað trupult heima.

Í hesi endurminningarskaldsøguni ferðast Einar Már Guðmundsson meistarliga á markinum millum  skaldskap og endurminning.

 

29.03.2026
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?