Sviar virðismeta týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska föreningen er at stimbra felagsskapin millum Norðurlond í visindum, list og ídnaði. Felagið letur árliga einar 2–3 milliónir í stuðli til arbeiði, ið stuðlar endamálinum. 

29.06.2026
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát, Ymist

At týða bøkur og á tann hátt bregda tankar hjá øðrum inn í okkara tjóð hevur í Føroyum altíð verið framíhjáarbeiði. Ongantíð arbeiði burturav. Helst tí tað var ókeypis arbeiði frá fyrstantíð – og er framvegis so illa lønt, at eingin hevur ráð til tað.

Men rættiliga væl hevur kortini hilnast seinastu 100 árini. Sverri Patursson setti sjøtul á arbeiðið, tá ið hann í 1914 týddi Robinson Kruso til føroyskt. Nú eiga vit rættiliga fitt av týddum verkum á føroyskum. Viljin hevur ikki skortað.

 

 

Í Norðurlondum verða millum 45.000 og 60.000 bøkur prentaðar árliga. Millum 40 og 60% av øllum eru týðingar. Vit flyta alt hetta týdningarmikla arbeiði ímillum ymsu málini, og tey stóru londini brúka øgiligar upphæddir at fáa hetta arbeiðið gjørt, tí tað hevur so ovurhonds stóran týdning.

 

 

Tað er gull vert at keypa hugsanir inn í stórum. Hugsanir, ið intelligensur uttan fyri Norðurlond hevur hugsað og skapað og sett saman. Virði verða flutt millum lond, tvørtur um mál – týðarar hava við tí latið dyr upp til heimar, ið annars kundu verið okkum læstir. Tey hava givið okkum atgongdir inn í fremmandan hugsanarhátt og fremmandar sjónir.

 

 

Tað gyllir í slóðini eftir tað stóra arbeiðið, ið er gjørt. Men so løgið tað ljóðar, er tað arbeiðið ofta ógáað. Tann málsliga hegnisligi týðarin trónar ikki fremst, tá ið verkið kemur á marknaðin. Løgið er tað, men so er.

Bara ein føroyingur gjørdi sær tað til lívsstarv at týða bøkur til føroyskt – tó at so mong hava flutt okkum stórverk inn í føroyskt – og tað er Jákup í Skemmuni, sum hevur bregdað einar 300 titlar inn í føroyskt. Eitt sjaldsamt bragd, sum hann fór undir sum hálvvaksin og ongantíð slepti aftur. Og nú, hann fer um tey 75 seinni í ár, heiðrar ein stórur svenskur mentanarstovnur Jákup í Skemmuni fyri avrikið. Tað er eingin minni enn Letterstedtska föreningen, sum veitir Jákupi henda heiður – sum vit sjálv ongantíð hava unt honum.  

 

 

Vit Jákup búðu á kostdeildini í Hoydølum fyrst í sjeytiárunum. Hann hevði longu tá okkurt arbeiði á 14. September. Hann var merkiliga kønur í føroyskum longu tá. Vit vóru mong, ið kýttu okkum at læra franskt og týskt – men komu ikki í nánd av honum, tá ið vit tosaðu um okkara egna mál.

So skiltust vit og vóru í nøkur ár hvør á sínum universiteti.  

 

 

Hann stovnaði sítt egna forlag Nýlendi og gav javnan týðingar út á BFL umframt. Men fyri einum 15 árum síðan rann saman millum okkum – og Sprotin tók sær av útgávunum, meðan hann brúkti tíðina til týðingarnar. Hansara arbeiðið hevur havt ómetaligan týdning fyri at gera Sprotan til tað forlag, tað er í dag.

 

 

Jákup hevur fingurin á bókmentaliga pulsinum og velur altíð bøkur við veruligari dygd at týða. Hann hevur ment málið til gleði fyri tey málsliga forvitnu og hevur ertað tey, ið halda, at alt kann verða sagt við teimum somu 5000 orðunum.

Hann hevur um nakar styrkt føroyskt mál og hevur havt serligt hegni at bregda gamalt inn í nýggjan samanhang. 

 

 

Tann dag, ið Jákup gevst sum týðari, verður saknurin sárur í føroyska bókaheiminum. So stóran týdning hevur hann havt fyri føroyska bókaútgávu. 

Veruleikin er tann, at týðarar ongantíð verða ríkir, men tað hevur ongantíð kunnað køvt hansara eldhuga at menna føroyskt gjøgnum týddar skaldsøgur.

Les frálíku greinina, sum Dorit Hansen skrivaði um Jákup, her

Tann amerikanski orginalurin Fran Lebowitz sigur: Les, áðrenn tú hugsar. Les, tí annars hugsar tú bara um tað, tú sjálvur hevur hugsað – og tað kann mangan vera so nógv býttari, enn tú ánar. Hon sigur: Vælsignaður les – so fært tú annað at hugsa um enn tað, tú sjálvur gongur og ungast uppi yvir um dagarnar. Ein góð áminning til okkum øll, so vit ikki skrúva okkum longur inn í nalvan.

 

 

Tí skulu vit kunna lesa so nógv sum til ber á okkara máli og bregda kunnleikan inn í okkara mál, víðka útsýnið og styrkja okkum málsliga, meðan vit hava okkara egna mál í eygunum.

Løgið, so lítið vit geva hesum týdningarmikla arbeiði ans í okkara landi, og hvussu tað verður lítilsmett, at vit kunnu lesa heimsbókmentir á føroyskum. Miðlar taka ikki bøkur upp á tungu. KVF viðger kanska 12 um árið, hóast 200 koma út, og fólk keypa lítið av føroyskum týðingum, meðan málið viknar, børnini duga verri og verri at orða seg, og Google á enskum otar seg inn í sálina á hvørjum ungum alva.

Søguliga sæð er týðaraarbeiðið ein av stóru motorunum í siðmenningini. Stór intellektuell rák og útbreiðsla av vísindaligum tilfari hava bara borið til, tí fólk hava týtt tekstir heldur enn at avmarka kunnleikan til eitt einstakt mál. Í hesum týdningi er týðing ikki bara at gera eitt orð um til eitt annað orð. Tað er ein háttur at flyta hugskot tvørtur um málslig mørk, so at kunnleiki, mentan og nýskapan kunnu fara í umferð. 

 

 

Og nú hava vit allar møguleikar at njóta væl av tí, ið er bygt upp – við flottum skúlum og góðum bókum og øllum hugsandi skipanum og tónleiki og miðlum og stuðulsmøguleikum og … hendir tað øvuta. Vit eru farin undir at skifta okkara deiliga mál, sum allur okkara samleiki hongur í, út við enskt. Ikki tí okkum tørvar tað, men av løgnari fávitsku, sum kemur okkum øllum aftur um brekkur fyrr ella seinni.

Eitt tað feskasta dømi (eitt av óteljandi) er, tá ið ein av landsins máttmiklastu stovnum (nóg mikið av pengum, tign, útbúgving o.ø.), sum marknaðarførir seg sum fólksins egni stovnur, umaftur og umaftur í KVF lýsir: Ætlar tú at keypa hús – finna vit tær eitt matsj! Ikki so frægt av virðing hevur slíkur stovnur fyri málinum – og fólkinum – at tey seta seg at hugsa møguleikan á føroyskum. Tey máttmiklu hugsa enskt – børnini tosa enskt sínámillum í fríkorterinum – nýggja útlendska arbeiðsegin roynir sum frægast at klára seg á enskum. 

 

 

Føroyskt mál kódnar, og tað tykist, sum eingin ánar, hvat vit kunnu gera við tað.

Meðan eg skrivaði hetta, fekk eg teldupost frá einari teldufyritøku, ið biður meg “Reyta teirra tænastu”.

Góði Jákup – málinum tørvar teg og onnur sum teg. Eisini hóast talgildu amerisku bulldosararnir helst hava sópað alt føroyskt burtur um eini trý ættarlið.

Hjartaliga til lukku við svenska heiðrinum.

Jonhard Mikkelsen

29.06.2026
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát, Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?