Gamli maðurin og havið

Sprotin hevur endurprentað klassikaran 'Gamli maðurin og havið' í týðing Jákups Olsen. 62 ára gamla søgan um gamla kubanska útróðrarmannin og hansara dyst við ein stóran merling. Tá ið Ernest Hemmingay var liðugur søguna, skrivaði hann sama dag til forleggjaran og segði, at hetta var tað besta hann nakrantíð í lívinum hevði skrivað. Og tað hildu onnur eisini.

09.06.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát
Í út við tríggjar manaðir hevur eydnan ikki verið við hesum gamla, roynda útróðrarmanninum. Hann er komin krøktur aftur í 84 dagar. Eydnan hevur vent honum bakið. Við sær hevur hann havt ein smádrong, sum hann hevur vant til mans. Men foreldrini hava fingið hann at royna eydnuna aðrastaðni, tí Santiago gamli hevur mist takið.

Henda dagin ætlar hann sær út á havmið, langt út í Floridasundið langt norður úr Kuba. 

Og nú bragdar. Tað tekur, og hann merkir, at hetta er ovurhonds sterkur fiskur. Ikki hugsingur um at draga inn, í staðin dregur fiskurin bátin eftir sær.

Í tvey samdøgurð berjast teir. Dorgin er tátt í tvey samdøgur. Triðja dagin fer fiskur at mala, tekin um, at hann er móður.  Púrasta lúgvaður og hálv í ørviti fær hann drigið so mikið inn, at hann kann stinga fiskin við vákninum, hann hevur í bátinum.

Fiskurin doyr og verður surraður fastur fram við borðinum. Og Santiago setur segl inn ímóti landi.

Men blóðrípan frá sárinum liggur í kjalarvørrinum. Hemarar fáa tevið av fonginum, og so byrjar annar dystur. Hann stingur og drepur fyrsta hemaran, men missir í sama viðfangi váknið. Hann riggar sær nýtt vákn til. Surrar ein knív til eina ár og roynir at halda glúpsku gestirnar frá merlinginum.

Út á náttina hava hemararnir skrætt mestsum allan fiskin sundur, og í lýsingini leggur gamli bátin við bryggjuna. Tekur mastrinina á herðarnar, gongur niðan brekkuna til húsa og tørnar inn.Tá ið men fara oman á brúnna morgunin eftir, síggja teir piðaða rovið av einum tí størsta merlingi, teir hava sæð, og skilja, hvat ið hevur verið gamla manninum fyri. 

---  

Tá ið Ernest Hemingway var liðugur søguna (1951), skrivaði hann sama dag til forleggjaran og segði, at hetta var tað besta hann nakrantíð í lívinum hevði skrivað. Og tað hildu onnur eisini.

Hon varð first prentað í Life magazine í septembur 1952. Blaðið varð selt í 5 millónum eintøkum í tveir dagar. Síðan varð hon útnevnd at vera Book of the Month, og fyrsta útgáva varð prentað í 50000 eintøkum. Hon fekk Pulitzer Prize heiðurin í 1953, og fekk serliga nógva umrøðu, tá ið Hemingway fekk Nobel heiðurslønina fyri fagrar bókmentir í 1954.

Hon varð eisini seinasta stórverk, ið Hemingway gav út, áðrenn hann tók lívið av sær í 1961.

Ernest Hemmingay varð føddur í 1899 og gjørdi vart við seg sum frálíka góður korrespondentur í fyrra heimsbardaga. Hann giftist einari ríkmannadóttir sum 21 ára gamal. Tey fluttu til París og komu saman við fleiri víða kendum høvundum m.a. F. Scott Fitzgerald, Gertrude Stein og Ezra pound. Eftir 1925 byrjaði hann av álvara at gera vart við seg sum høvundur.

Hann var tiltikin fyri at liva hart. Honum dámdi stórdýraveiði og at royna eftir stórfiski sum hemara. Hann drakk ógvisliga nógv, var giftur fýra ferðir og búði fyri ein part á Kuba. Hann var fínt fjølmiðlatilfar, og fjølmiðlarnir fylgdu hesum ómettiliga ævintýrara. Søgurnar vóru litríkar og spennandi.

Í 1953 var hann í einum flogfari, ið datt niður. Hann slap livandi frá óhappinum, men eftir tað fekk hann javnan ógvislig herðindi av angist og tunglyndi. Í 1961 læt hann lív fyri egnari hond.

Jonhard Mikkelsen

Bókin Gamli maðurin og havið kann keypast á hesari heimasíðu fyri 149,-

---

'Gamli maðurin og havið' - Spencer Tracy - 1958:


09.06.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?