Gamli maðurin og havið
Sprotin hevur endurprentað klassikaran 'Gamli maðurin og havið' í týðing Jákups Olsen. 62 ára gamla søgan um gamla kubanska útróðrarmannin og hansara dyst við ein stóran merling. Tá ið Ernest Hemmingay var liðugur søguna, skrivaði hann sama dag til forleggjaran og segði, at hetta var tað besta hann nakrantíð í lívinum hevði skrivað. Og tað hildu onnur eisini.
Í út við tríggjar manaðir hevur eydnan ikki
verið við hesum gamla, roynda útróðrarmanninum. Hann er komin krøktur aftur í
84 dagar. Eydnan hevur vent honum bakið. Við sær hevur hann havt ein smádrong,
sum hann hevur vant til mans. Men foreldrini hava fingið hann at royna eydnuna
aðrastaðni, tí Santiago gamli hevur mist takið.
Henda dagin ætlar hann sær út á havmið,
langt út í Floridasundið langt norður úr Kuba.
Og nú bragdar. Tað tekur, og hann merkir, at hetta er ovurhonds sterkur fiskur. Ikki hugsingur um at draga inn, í staðin dregur fiskurin bátin eftir sær.
Og nú bragdar. Tað tekur, og hann merkir, at hetta er ovurhonds sterkur fiskur. Ikki hugsingur um at draga inn, í staðin dregur fiskurin bátin eftir sær.
Í tvey samdøgurð berjast teir. Dorgin er
tátt í tvey samdøgur. Triðja dagin fer fiskur at mala, tekin um, at hann er
móður. Púrasta lúgvaður og hálv í
ørviti fær hann drigið so mikið inn, at hann kann stinga fiskin við vákninum,
hann hevur í bátinum.
Fiskurin doyr og verður surraður fastur fram við borðinum. Og Santiago setur segl inn ímóti landi.
Men blóðrípan frá sárinum liggur í kjalarvørrinum. Hemarar fáa tevið av fonginum, og so byrjar annar dystur. Hann stingur og drepur fyrsta hemaran, men missir í sama viðfangi váknið. Hann riggar sær nýtt vákn til. Surrar ein knív til eina ár og roynir at halda glúpsku gestirnar frá merlinginum.
Út á náttina hava hemararnir skrætt mestsum allan fiskin sundur, og í lýsingini leggur gamli bátin við bryggjuna. Tekur mastrinina á herðarnar, gongur niðan brekkuna til húsa og tørnar inn.Tá ið men fara oman á brúnna morgunin eftir, síggja teir piðaða rovið av einum tí størsta merlingi, teir hava sæð, og skilja, hvat ið hevur verið gamla manninum fyri.

---
Tá ið Ernest Hemingway var liðugur søguna (1951), skrivaði hann sama dag til forleggjaran og segði, at hetta var tað besta hann nakrantíð í lívinum hevði skrivað. Og tað hildu onnur eisini.
Hon varð first prentað í Life magazine í septembur 1952. Blaðið varð selt í 5 millónum eintøkum í tveir dagar. Síðan varð hon útnevnd at vera Book of the Month, og fyrsta útgáva varð prentað í 50000 eintøkum. Hon fekk Pulitzer Prize heiðurin í 1953, og fekk serliga nógva umrøðu, tá ið Hemingway fekk Nobel heiðurslønina fyri fagrar bókmentir í 1954.
Hon varð eisini seinasta stórverk, ið Hemingway gav út, áðrenn hann tók lívið av sær í 1961.
Ernest Hemmingay varð føddur í 1899 og gjørdi vart við seg sum frálíka góður korrespondentur í fyrra heimsbardaga. Hann giftist einari ríkmannadóttir sum 21 ára gamal. Tey fluttu til París og komu saman við fleiri víða kendum høvundum m.a. F. Scott Fitzgerald, Gertrude Stein og Ezra pound. Eftir 1925 byrjaði hann av álvara at gera vart við seg sum høvundur.
Hann var tiltikin fyri at liva hart. Honum dámdi stórdýraveiði og at royna eftir stórfiski sum hemara. Hann drakk ógvisliga nógv, var giftur fýra ferðir og búði fyri ein part á Kuba. Hann var fínt fjølmiðlatilfar, og fjølmiðlarnir fylgdu hesum ómettiliga ævintýrara. Søgurnar vóru litríkar og spennandi.
Í 1953 var hann í einum flogfari, ið datt niður. Hann slap livandi frá óhappinum, men eftir tað fekk hann javnan ógvislig herðindi av angist og tunglyndi. Í 1961 læt hann lív fyri egnari hond.

Jonhard Mikkelsen
Bókin Gamli maðurin og havið kann keypast á hesari heimasíðu fyri 149,-
---
'Gamli maðurin og havið' - Spencer Tracy - 1958:
Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Ein góð apríl søga
Á ólavsøku í fjør hittu Þóra og eg Einar Már Guðmundsson í Reykjavík. Sigast má, at tað er altíð áhugavert at hitta henda mannin,…
Bókaprát
Listabókin hjá Kinnu Poulsen í New York
Tann 18. apríl verður móttøka fyri bókini "At Eye Level. On 21st Century Contemporary Art" in the Faroe Islands. Móttøkan verður í…
Bókaprát
PENSILSTROK
Í 2022 gav Gyrðir Elíasson út enn eina bókagreipu á íslendskum, tilsamans 528 blaðsíður í tveimum bindum við umleið 370 stuttprosa…
Bókaprát
Leitanin eftir at vera - eitt ógáað stórt verk eftir Katarinu Nolsøe
Eitt inniligt, væl skrivað og myndprýtt verk, sum onga almenna umrøðu fekk, tá ið tað kom út í 2019. Tað undraði stórliga, at eitt…
Bókaprát
Prima Facie
Hetta er ikki lív, hetta er lóg …
Ymist
3 pláss eftir - næsta skeið verður várið 2027
So verður snarskeiðið í stavseting, sum Sprotin hevði fyri nøkrum árum síðan, aftur á skrá. Málbólkurin er tey, sum duga føroyskt,…
Bókaprát
Espedal for frá
Í 2017 gav Sprotin kendu skaldsøgurnar: "Ævisøga, Dagbók og Bræv" eftir norska skaldið Thomas Espedal út á føroyskum. Allar tríggj…
Hugleiðing
Reyði tráðurin í røðuni - [bóka]hugleiðingar 2025
Í bókarúgvu Sprotans í árinum vóru nógvar heilt áhugaverdar bøkur m.a. hesar tríggjar, ið vit meta, hvør á sín hátt, vóru merkisve…
21.12.2025
Tað verður stórur saknur í Paula – hesum víðskygda og fryntliga mentamanninum
17.12.2025
SPROTIN UM JÓLINI
13.12.2025
Heiðursløn fyri dygdargóðar týðingar
08.12.2025
Bókaframløga í Varpinum
20.11.2025
Tólv árstíðarsálmar
20.11.2025
Knút Olsen verður 80 í dag
19.11.2025
Hvussu eitur tú?
14.11.2025
Eitt undangongufólk í føroyskari list
11.11.2025
ÍSLENDSKIR KONGAR
06.11.2025
hey :)
03.11.2025
Søga Føroya Arbeiðarafelags 1925–2025
28.10.2025
Skorpur
23.10.2025
Hvussu eitur tú?
10.10.2025
Sólrún Michelsen fagnað í Budapest
07.10.2025
Tobbi er 70 ár í dag
05.10.2025
TOBBI 70
03.10.2025
Bókaframløga í Rit & Rák
26.09.2025
Landið millum hav og himmal
21.09.2025
GYRÐIR ELÍASSON
09.09.2025
SPOR
31.08.2025
Nýggj føroysk skaldsøga!
28.08.2025
Grannaljóð
25.08.2025
Fjarvera tín er myrkur
12.08.2025
Skitsa til ørskap
14.07.2025
Mykines
27.06.2025
Yrkingasavn nr. 51 eftir Tórodd Poulsen
23.06.2025
Debutanturin hesa ferð
12.06.2025
Illgruni
09.06.2025
Í eygnahædd
04.06.2025
Orð og tónar á mentanarnáttini
02.06.2025
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
30.05.2025
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
28.05.2025
Skunda tær at elska
22.05.2025
Málningurin av Dorian Gray
13.05.2025
Knívin í eldin
06.05.2025
Zakarias Wang
04.05.2025
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum