Rætturin at velja tann, tú veruliga vilt hava á ting
Íkast til kjakið at varðveita Føroyar sum eitt valdømi.
Málið snýr seg um ein rætt, sum fólkaræðið gevur okkum: Vel ein góðan politikara, so hevur tú ávísa ávirkan á, hvussu samfelagið verður skipað. Tú hevur at kalla onga ávirkan, men hetta er so tann møguleiki, tú hevur.
Spurningurin er: hvørja ávirkan hevur tú, tá ið tú IKKI sleppur at velja tann á ting, sum tú vilt hava á ting?
Ella uppaftur verri: hvussu stóran skaða gert tú, tá ið tú ferð eftir ferð velur “skeiv” fólk inn á ting, tí tú ongan annan valmøguleika hevur?
Er nakað at siga til, at so nógvir vánaligir politikarar hava sitið á tingi millum ár og dag, tá ið vit ikki geva okkum sjálvum møguleikan at velja tey
bestu?
Og hvussu mangan hendir ikki júst tað, tá ið tú ert búsettur í lítlum, politiskt øskukøldum valdømi?
Tað er sum at vinna í happadráttinum bæði at búseta seg á bygd og sleppa at velja fólk inn á ting, sum eiga at sleppa at sita har. Skipanin, ið var, bant ov nógv okkara politisku evni og kraft niður. Eitt valdømi loysti hesar óneyðugu bindingar og gjørdi okkara lítla land nógv størri og politiskt sterkari.
Ávirkanin var eyðsýnd: fólk valdu øðrvísi. Fleiri breyðpolitikarar vórðu ikki valdir innaftur. Nýggj fólk sluppu framat.
Tey, sum fólkið vrakaði, komu inn gjøgnum bakdyrnar, sita nú aftur á tingi og virka nú fyri at skrúva tíðina aftur, binda okkum niðuraftur, tí á tann hátt eru teir betur tryggjaðir.
Flestu fólk við teimum bestu førleikunum og teimum bestu útbúgvingunum búgva í Havn. Tann politiska skipanin skal tryggja, at so fá teirra, sum til ber, sleppa framat at brúka førleikan. Tey SKULU koma av bygd
Er nakað at siga til, at bestu heilar landsins ikki koma aftur?
Vit hava eina politiska skipan, sum virkar fyri at avmarka, hvussu nógv skal fáast burtur úr heila- og útbúgvingarkapasitetinum í Havn.
Á sama hátt sum vit smíða lógir, sum tryggja, at vit ikki bryggja tað besta ølið, vit kunnu bryggja í landinum, smíða vit lógir, sum forða fyri at meira enn eitt vist av førleikanum í Havn verður brúktur í tinginum. Hvussu forbannað smalur kann maður verða?
Í Tinginum hevur verið trúttað niður í fólk, at nú var Havnin nóg væl stuðlað - Ikki gera íløgur í landsins besta studentaskúla - ger íløgur úti á bygd - úrslitið í dag er, at flaggskipið er um at verða stongt, tí tað hevur fingið alt ov lítlan pening til røkt og nýgerð. Høvuðsborgin er soppafongd og pínliga ótíðarhóskandi. Landsins frægastu ungu heilar, tey, sum um nøkur ár skulu koma aftur til okkara sum búskaparfrøðingar og læknar og havfrøðingar, hava ringastu skúlakor - orsøkin er politisk skeiklað raðfesting. Flott!
Landssjúkrahúsið hevur ikki ráð at senda síni starvsfólk á skeið, tí peningurin skal verða javnaður út á trý sjúkrahús. Øll trý húsini ana, og eingin fær nóg mikið. Flott!
Hetta er sama sjúka sum tá ið hvør bygd hevði sítt flakavirki við tí úrslitið, at øll fóru á húsagang, tí tað var ikki nóg mikið av fiski til øll.
Hetta var ørskapur, og hesin ørskapur hevur bara borið til, tí vit høvdu eina skeiva valskipan.
Hví var politisk semja um at brúka 1 milliard til eitt hol til Sandoynna oman á gøluna og upptakið við Gomlurætt og brølara-framhaldssøguna í Skopun, samstundis sum vit hava ikki ráð at geva krabbasjúkum optimal kor, ikki hava ráð at venja fólk uppaftur, sum hava fingið álvarsligan løst, ikki hava ráð at hava skúlarnar dagførdar, ikki hava ráð at reka eitt landsbókasavn?
Svarið var einfalt: tí at tríggir flokkar kappaðust um at fáa ein politikkara av Sandoynni á ting. Teir eru bíligir í atkvøðutali á Sandoynni , men garparnir av Sandi kostaðu okkum skattgjaldarum í hesum føri ½ milliard hvør, og við valskipanini kundu teir trýsta ørskapin ígjøgnum. Við allari virðing fyri teirra bjarta intelligensi, við allari virðing fyri teirra statsmansevnum og politiska tevi, so kenni eg meg sannførdan um, at vísdómur teirra Páls og Gerhards er ikki tað verdur hálva milliard pr. stk. heila.
Besta tekin um, at Edmund Joensen veruliga skilti, hvat tað er, at vera landspolitikari, er, at allir teir, sum sleppa inn á ting, grundað á lyfti um ikki at vera landspolitikarar men bara forlongdir armar hjá ávísum bygdum ella kommunum, er, at teir koma bak á bak fram nú og tosa um tann órætt, bygdunum verður fyri.
Píniliga avdúkingin er, at annar sannleiki kemur fram í goraganginum: nú hava politiskt at sær komin bydarfólk endiliga fingið tað frælsið, teimum altíð hevur longst eftir - frælsið at velja tey, tey veruliga vilja hava á ting, og ikki bara onkran við politiskum ambitiónum og kanska ikki samsvarandi evnum, sum hevur búsett seg í nánd av teimum.
At fara aftur til fleiri valdømi nú er at gera hetta lítla landið nógv minni enn tí tørvar at vera. Tað fer at taka demokratiska rættin frá okkum at fáa tey fólk inn á ting, vit vilja hava at sita har og fer at taka seinasta dropan av politiskari motivatión frá fólki.

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Ein góð apríl søga
Á ólavsøku í fjør hittu Þóra og eg Einar Már Guðmundsson í Reykjavík. Sigast má, at tað er altíð áhugavert at hitta henda mannin,…
Bókaprát
Listabókin hjá Kinnu Poulsen í New York
Tann 18. apríl verður móttøka fyri bókini "At Eye Level. On 21st Century Contemporary Art" in the Faroe Islands. Móttøkan verður í…
Bókaprát
PENSILSTROK
Í 2022 gav Gyrðir Elíasson út enn eina bókagreipu á íslendskum, tilsamans 528 blaðsíður í tveimum bindum við umleið 370 stuttprosa…
Bókaprát
Leitanin eftir at vera - eitt ógáað stórt verk eftir Katarinu Nolsøe
Eitt inniligt, væl skrivað og myndprýtt verk, sum onga almenna umrøðu fekk, tá ið tað kom út í 2019. Tað undraði stórliga, at eitt…
Bókaprát
Prima Facie
Hetta er ikki lív, hetta er lóg …
Ymist
3 pláss eftir - næsta skeið verður várið 2027
So verður snarskeiðið í stavseting, sum Sprotin hevði fyri nøkrum árum síðan, aftur á skrá. Málbólkurin er tey, sum duga føroyskt,…
Bókaprát
Espedal for frá
Í 2017 gav Sprotin kendu skaldsøgurnar: "Ævisøga, Dagbók og Bræv" eftir norska skaldið Thomas Espedal út á føroyskum. Allar tríggj…
Hugleiðing
Reyði tráðurin í røðuni - [bóka]hugleiðingar 2025
Í bókarúgvu Sprotans í árinum vóru nógvar heilt áhugaverdar bøkur m.a. hesar tríggjar, ið vit meta, hvør á sín hátt, vóru merkisve…
21.12.2025
Tað verður stórur saknur í Paula – hesum víðskygda og fryntliga mentamanninum
17.12.2025
SPROTIN UM JÓLINI
13.12.2025
Heiðursløn fyri dygdargóðar týðingar
08.12.2025
Bókaframløga í Varpinum
20.11.2025
Tólv árstíðarsálmar
20.11.2025
Knút Olsen verður 80 í dag
19.11.2025
Hvussu eitur tú?
14.11.2025
Eitt undangongufólk í føroyskari list
11.11.2025
ÍSLENDSKIR KONGAR
06.11.2025
hey :)
03.11.2025
Søga Føroya Arbeiðarafelags 1925–2025
28.10.2025
Skorpur
23.10.2025
Hvussu eitur tú?
10.10.2025
Sólrún Michelsen fagnað í Budapest
07.10.2025
Tobbi er 70 ár í dag
05.10.2025
TOBBI 70
03.10.2025
Bókaframløga í Rit & Rák
26.09.2025
Landið millum hav og himmal
21.09.2025
GYRÐIR ELÍASSON
09.09.2025
SPOR
31.08.2025
Nýggj føroysk skaldsøga!
28.08.2025
Grannaljóð
25.08.2025
Fjarvera tín er myrkur
12.08.2025
Skitsa til ørskap
14.07.2025
Mykines
27.06.2025
Yrkingasavn nr. 51 eftir Tórodd Poulsen
23.06.2025
Debutanturin hesa ferð
12.06.2025
Illgruni
09.06.2025
Í eygnahædd
04.06.2025
Orð og tónar á mentanarnáttini
02.06.2025
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
30.05.2025
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
28.05.2025
Skunda tær at elska
22.05.2025
Málningurin av Dorian Gray
13.05.2025
Knívin í eldin
06.05.2025
Zakarias Wang
04.05.2025
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum