Á Norðurlandinum
Tað er gott at sova og vakja í durvandi dali í brattari líð við lyngi, grøsum og blómum og fáa nógvar og góðir gestir á gátt í smáttuna, sum hevur fingið heitið Ljósagerði, gestir, sum gleðast, práta og flenna, og haraftrat duga at tiga og lurta saman við tær eftir tí veldigu Skjálfandaánni, ið fossar framvið í breiðum streingjum, blálig, grønlig og grá, spyrjandi og dunandi yvir sandar og oyður inn íglyvur og gjótur í Bárðardali, tí longsta dalinum í Íslandi, ið gongur heilt inn á Sprengisand, sum føroyingar kanska kenna best úr yrkingini hjá Grími Thomsenum ta veldigu oyðimørkina millum Suðurlandið og Norðurlandið, um útiløgumenninar, ið goyma seg í Ódáðahrauni, og álvadrotningina, ið saðlar sær hest. Ríðum, ríðum!!!
Tað er ótrúliga nógv, bæði stórsligið og vakurt, at síggja á teimum ævigu norðurlendsku víddunum, og um ólavsøkumundið siga vit sumri og landi farvæl við at
ganga, tólv vinir saman, úr Øskju, tí ovurstóru eldfjallalægdini uppi við Vatnajøkul, oman í Svartárkot, innasta garðin í Bárðardalinum. Hetta er ein ferð, sum
hevur lúrt í dreymunum síðan á barnaárum, tá ið Askja gjørdi um seg og sendi eldtungur og royksúlur langt upp í loft,og vit sluppu til fjals við teimum vaksnu
at hyggja og síggja.
Ein stórur fjallabussur koyrir okkum tveyhundrað kilometrar eystur og suður í sandoyðuna, og vit hava bílagt lítlar bjargingarsmáttur at gista í úr einum enda í annan og syrgt fyri at viðføri og matur verða flutt við einum stórum jeppi yvir grótbræðing og sandar,soleiðis at einans er neyðugt at bera vatn og matpakka til ein dag í senn.
Fyrsti dagurin er kanska tann vakrasti, men eisini tann strævnasti. Mjørkin liggur tjúkkur, og tað hevur kavað um náttina. Meginpartin av degnum vassa vit gjøgnum skalvar og grót, fyrst átta kilometrar niðan í tað sokallaða Øskjuopið upp gjøgnum nýggjar grótrúgvur, sum komu goysandi upp úr jørðini í trýssunum og liggja har, nógvir ferkilometrar til støddar, ein kolasvartur massi, sum eina helst minnir um stadnað bróstsukur. Henda nýggja grótbræðingin sker seg burtur úr tí annars ljóslitta lendinum, ið í høvuðsheitum kom sprænandi upp úr øðrum ovurstórum gosopum hundrað ár fyrr ella seint í nítjandu øld, og sum tíðin hevur máað og mjølvað. Rembingarnar tá løgdu so nógva øsku eftir seg um alt Norðureysturlandið og heiltyvir til Skandinavia, at nógvir bøndur noyddust at rýma við húskinum yvir til "Gods own country", Amerika, einir tvey túsund íslendingar, ið aldri komu aftur, meðan føroyingar dugdu at breyðføða kanska somu nøgd av fólki við at vera til lands summar eftir summar eysturi á Vattarnesi, Hafnarnesi, Kambanesi, Langanesi og aðrastaðni á Eystfjørðunum.
Seinnapartin henda dagin lýsir í. Dyngjufjøllini koma til sjóndar, og vatnið, sum myndaðist í átjanhundraðogsjeytitalinum við at grótbræðing rann burtur í neðra, soleiðis at landið smokkaði niður, letur seg upp fyri okkum við oynni Aski og tí hægsta tindinum, Þorvaldstindi, beint omanfyri. Tað dunar í steyrrættum líðum og rýkur úr jørðini bæði her og har. Rúnabundin standa vit á tromini og hyggja at tí veldiga gosopinum, Víti, við lunkaðum svávulvatni í botninum, ogvatninum stóra, ið er yvir tveyhundrað metrar djúpt, og har fólk eru horvin med alla á hulisligan hátt. Tað er lætt at verða burtur og gloyma bæði tíð og stað, men víðari skulu vit, og í hølunum á stórabeiggja fara vit øll klúgvandi upp eftir líðini og síðan langa leið oman í smáttuna, har vit gista.
Dagin eftir ganga vit á grótbræðing og skarafonn í tjúkkum mjørka og rættiligum áarføri vestur um fjøllini, í krapa og klettum, niðan í tað tiltikna Jónsskarðið og haðani oman í eitt tað mest avbyrgda staðið í landinum, Dyngjudal. Ferðabøkurnar lýsa henda dalin sum turrasta økið í Íslandi og tær leggja dent á, at tey fáu ferðandi eiga at hava vatn við sær í viðførinum. Í dag er tó øðrvísi vorðið, tí tólvjavningarnir mugu vassa yvir áir, leypa, hjálpa og styðja hvønn annan og koma vátir upp til kníggja og á kroppi oman til ta evarska lítlu smáttuna, ið bíðar eftir teimum sum ein frelsandi eingil. Hesin frálíki dagur endar sum aðrir dagar á ferðini, við at vit lesa hart fyri hvørjum øðrum úr søguni Advent eftir Gunnar Gunnarsson, sum Jákup Olsen úr Sandvík týddi á sinni til føroyskt, um Fjallabensa, seyðahundin Leó og brundseyðin Eitil.
So við og við lýsir í, dagin eftir í sjálvum Ódáðahrauni, og kortini ikki meir enn so, at fjallaringurin liggur fjaldur og eggjar forvitninum til. Grót tekur við av sandi og seinnapartin síggja vit tær fyrstu nælandi urtirnar, eina og eina skræpurót, og onkran hendinga baraldarrunn, til vit um kvøldið eru komin vegin fram til ta seinastu smáttuna, ið eitur Botni, júst sum garðurin í søguni um Fjallabensa og hansara fylgisveinar.
Tað, sum eftir er av ferðini, er turt og lýtt, og tey gomlu gosfjøllini allastaðni her á leiðini bæði heilsa og siga farvæl, Ketildyngja, Kerlingardyngja, Kollóttadynga og Trølladyngja, og so jøkulin sjálvur og Jónsskarðið, ið smírist til okkara úr Dyngjufjøllum. Og samstundis hendir tað, óvæntað og alt fyri eitt, sum vit vistu av, men tó ikki kundu ána, at úr jørðini undir okkum sprænir ein heil á, ein veldig kelda, tann tiltikna Suðuráin - og ber okkum við sær um fløtur og tangar og inn í kjarr og berar við reiðrum og grøsum og alskyns urtum, veksur og víðkar við lygnum og blámum og ger um seg so smílandi glað.
Seinastu løtuna oman í Svartárkot ganga vit spakuliga og mest sum í aðrari verð, og brádliga og tó so líðandi eru bóndahúsini har, vatnið, fjósið, tað lítla heimagjørda ravorkuverkið, hundurin, rabarburnar, bøurin og túnið Elin húsmóðir kemur útum og bjóðar okkum øllum til kaffi og pannukakur. Eg hyggi eystur um heiðina yvir á Mývatnsfjøllini, og tíðin tekur meg við sær. Lágvaksin kona í grønum kjóla við reyðum rósum skimast í ein útsynning, tekur hondina upp til eyguni, har hon stendur við urtagarðin úti á høvdini, og sær eina smágentu koma lakkandi og leypandi við eini tómari fløsku í heitari pulshosu sveiggjandi undir liðini oman úr mýrunum og eingilendinum, har tey vaksnu eru og hoyggja. Tann lítla hondin finnur flógvan lógva, og saman ganga tit inn í køkin og kvirruna Tórshavn í september 2009 Tóra Tóroddsdóttir

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Ein góð apríl søga
Á ólavsøku í fjør hittu Þóra og eg Einar Már Guðmundsson í Reykjavík. Sigast má, at tað er altíð áhugavert at hitta henda mannin,…
Bókaprát
Listabókin hjá Kinnu Poulsen í New York
Tann 18. apríl verður móttøka fyri bókini "At Eye Level. On 21st Century Contemporary Art" in the Faroe Islands. Móttøkan verður í…
Bókaprát
PENSILSTROK
Í 2022 gav Gyrðir Elíasson út enn eina bókagreipu á íslendskum, tilsamans 528 blaðsíður í tveimum bindum við umleið 370 stuttprosa…
Bókaprát
Leitanin eftir at vera - eitt ógáað stórt verk eftir Katarinu Nolsøe
Eitt inniligt, væl skrivað og myndprýtt verk, sum onga almenna umrøðu fekk, tá ið tað kom út í 2019. Tað undraði stórliga, at eitt…
Bókaprát
Prima Facie
Hetta er ikki lív, hetta er lóg …
Ymist
3 pláss eftir - næsta skeið verður várið 2027
So verður snarskeiðið í stavseting, sum Sprotin hevði fyri nøkrum árum síðan, aftur á skrá. Málbólkurin er tey, sum duga føroyskt,…
Bókaprát
Espedal for frá
Í 2017 gav Sprotin kendu skaldsøgurnar: "Ævisøga, Dagbók og Bræv" eftir norska skaldið Thomas Espedal út á føroyskum. Allar tríggj…
Hugleiðing
Reyði tráðurin í røðuni - [bóka]hugleiðingar 2025
Í bókarúgvu Sprotans í árinum vóru nógvar heilt áhugaverdar bøkur m.a. hesar tríggjar, ið vit meta, hvør á sín hátt, vóru merkisve…
21.12.2025
Tað verður stórur saknur í Paula – hesum víðskygda og fryntliga mentamanninum
17.12.2025
SPROTIN UM JÓLINI
13.12.2025
Heiðursløn fyri dygdargóðar týðingar
08.12.2025
Bókaframløga í Varpinum
20.11.2025
Tólv árstíðarsálmar
20.11.2025
Knút Olsen verður 80 í dag
19.11.2025
Hvussu eitur tú?
14.11.2025
Eitt undangongufólk í føroyskari list
11.11.2025
ÍSLENDSKIR KONGAR
06.11.2025
hey :)
03.11.2025
Søga Føroya Arbeiðarafelags 1925–2025
28.10.2025
Skorpur
23.10.2025
Hvussu eitur tú?
10.10.2025
Sólrún Michelsen fagnað í Budapest
07.10.2025
Tobbi er 70 ár í dag
05.10.2025
TOBBI 70
03.10.2025
Bókaframløga í Rit & Rák
26.09.2025
Landið millum hav og himmal
21.09.2025
GYRÐIR ELÍASSON
09.09.2025
SPOR
31.08.2025
Nýggj føroysk skaldsøga!
28.08.2025
Grannaljóð
25.08.2025
Fjarvera tín er myrkur
12.08.2025
Skitsa til ørskap
14.07.2025
Mykines
27.06.2025
Yrkingasavn nr. 51 eftir Tórodd Poulsen
23.06.2025
Debutanturin hesa ferð
12.06.2025
Illgruni
09.06.2025
Í eygnahædd
04.06.2025
Orð og tónar á mentanarnáttini
02.06.2025
Nýggj bók um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld eftir Kinnu Poulsen
30.05.2025
Nýggj bók ætlað ferðafólki - 'Faroese Days' eftir Stan Abbott
28.05.2025
Skunda tær at elska
22.05.2025
Málningurin av Dorian Gray
13.05.2025
Knívin í eldin
06.05.2025
Zakarias Wang
04.05.2025
Matias Faldbakken - Vit eru fimm
26.04.2025
Bjargað á opnum havi
23.04.2025
Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
13.04.2025
Fylg sjóvarfallinum