Tilvildarlig mynd. www.map.fo

Kalt vatn

70% av jarðarinnar útskinni – yvirflatan - er vatn og sjógvur. Á leið 70% av mannakroppinum er vatn, ikki minst húðin, og hartil eru vit komin svimjandi til lívið ígjøgnum fosturvatnið hjá mammum okkara. Áhugaverdir balansar í Skapanarverkinum, sum síggjast aftur í atferðini hjá eitt nú heilt smáum óvitum.

07.09.2016
Torbjørn Jacobsen
Hugleiðing

Sleppa teir framat vatni ella sjógvi fara teir í eitt við hesi, hóast teir hava lítið meiri enn gonguvit, tað dregur ímillum, substansurin er hin sami. Í køksvaskinum, seinri í einum hyli, gili, eini á ella niðri í fjøruni. Alt ein natúrlig gongd, tí vóru vatn og sjógvur ikki, vóru vit heldur ikki. So er spurningurin hvaðani hugtakið, at sláa kalt vatn í blóðið er komið frá? 

Í grundini átti hugtakið at verið eitt contra dictio, ein mótsøgn sum onki virði hevur, tí nógv størsti parturin av menniskjans blóði er eisini vatn, og saltkonsentratiónin í hesum sama blóði er júst hin sama sum í havsins sjógvi. Tí gevur hugtakið at sláa kalt vatn í blóðið als onga meining, væl at merkja, um tað ikki er ein heilt annar faktorur, sum er orsøkin til hesa útsøgn. 

Hesin faktorurin er høvdið. Har eru vit betri og verri fyri, alt eftir hvussu teir ymisku intelligensirnir eru skipaðir í magni og vavi. Onkur hevur gott eygamál - annar er kringur í rokningini. Onkur dugir betri at sveiggja hamarinum - annar at læra frá sær í ótvitaflokkum. Onkur krýpur inn í seg sjálvan - annar sosialiserar seg í ovurmát. Onkur er hendinga kringur at finna fiskimiðini - annar at stjórna einum banka. Onkur vanstýrir einum landi – annar er heppin og skilagóður í tí førinum. 

Sohvørt sum mannaskaptu samfeløgini gjørdust meiri kompliserað, gjørdust millumrokningarnar fleiri. Lættasti mátin at greiða hesar, var at uppfinna ein vekslingarlut og geva honum eitt virði, sum onkursvegna samsvaraði við tað, sum varð handlað, keypt og selt. Eitt nakið frummenniskja hevði ikki tørv á hesum, tað livdi bara í pakt við kringumstøðurnar, um ikki, doyði tað. Nú er alt øðrvísi, tað tykist sum hesin vekslingarluturin – peningurin - er vorðin alfa og omega hjá teimum flestu. Summi halda seg hava ov lítið av honum, meðan onnur savna upp í løður, hóast vit hoyra úr Skriftini, at tað er lættari hjá einum úlvaldi - kameli - at sleppa ígjógnum eitt nálareyga, enn hjá einum ríkum at koma inn i himmiríkið. 

Onkustaðni á vegnum ímillum hetta peningaumfarið og Himnaríkið hava bankarnir sett seg á eina rók sum transformarar, ið stjórna umfarinum, helst so skilagott, at bæði samfelag, kundar og partaeigarar kunnu liva eitt sømuligt lív. Hetta er ikki eitt nýuppfunnið organ, bankin, longu í Bábylon og í gamla Egyptalandi fingust teir við bankavirksemi, onkur hevur kanska hoyrt um trapezittararnar í Hellas – í Grikkalandi – sum longu áðrenn okkara tíðarrokning fingust við at vera bankierar, og templini í Delfi eru tiltikin í so máta, í tátíðini hildin at vera tryggastu skansar at goyma síni virðir í, og rómverjar vóru ikki heilt sørir heldur. Tí kunnu vit bara staðfesta, at bankatíðarrokningin ikki byrjar við Stine Bosse og Árna Ellefsen. 

Í okkara tíð eru bankar og tjóðbankar heilt sentralir stovnar í øllum samfeløgum. Materian – kapitalurin - fær so nógv vald sum politisku stovnarnir geva henni ella honum. So sentralir eru peningastovnarnir vorðnir, at demokratiskt vald regimir ikki ivast í at bjarga teimum, koma teir sær í óføri. Alternativið tykist vera – tað sigst í hvussu er – at samfelagsplattformurin skelvur í sínari grund, í ringasta føri fer hann út av ørvarendanum. Hetta rekur okkum á sjálvt kittið í øllum tí, sum fyriferst í samfelagnum, tvey snøgg orð: Ábyrgd og álit. 

Ymiskar hava meiningarnar verið um hesi viðurskifti, síðani bankar og fíggjarstovnar gjørdust ein stórur partur av hjartasláttinum í framkomnum samfeløgum. Lenin, sum týskarar sendu úr Sveis til Russlands í einum plomberaðum lunnavagni undir fyrra heimsstríði, segði tey gitnu orðini, at eftirlit er betri enn álit, og ábyrgdin lá eftir kollveltingina bara hjá kommunistaflokkinum, sum hevði stolið statin frá fólkinum. Hann var ivaleysur í, at bankavirksemi var ein almenn uppgáva. “Fólksins” uppgáva, sum aftur var eitt amboð hjá flokkinum. Bolsjevikkarnir megnaðu hóast alt at skipa eitt imperium, annað superveldið av tveimum í samtíðini, men onki heimsveldi í søguni hevur livað styttri enn júst Sovjetsamveldið. Helst júst tí at eftirlitið vann á álitinum, og harvið køvdist latenta ábyrgdarkenslan hjá hvørjum einstakum individi, sum bara var vorðið ein kynsleysur lutur í einum størri samfelagsprogrammi hjá teimum fáu. Havi júst verið í hinum post-kommunistiska Albania, har despoturin Enver Hoxha, stalinisturin per exxelence, í 41 ár royndi hetta sama. Hetta, sum skuldi vera sjálvt paradísið á jørð, endaði við at vera ímillum trý tey fátækastu londini í heiminum, táið Hoxha-Alia regime fall fyrst í 90´unum. Ídag er man farin heilt yvir í hina veitina, tú fært ikki gingið fyri bankum í Tirana, tú sært næstan ikki himmalhválvið fyri berum bankavirksemi, sum teir toyggja seg slotandi upp í kosmos, og hvørjum teir liva av, ja, tað kann bara Harrin vita. 

Hesi bæði orðini ábyrgd og álit eru snúningsfaktorarnir, skal tú fáa eitt samfelag at virka til fulnar og optimalt. Tey mega liggja latent undir øllum sum menniskja og samfelagsstovnar taka sær fyri. Hetta eru virðini sum alt stendur á, annars fellur alt. So stórir sum bankar eru vorðnir í samfelagsmaskinarínum, tað størri er ábyrgdarleikluturin hjá teimum. Tað hevur gingið upp og niður í so máta. Vit sum eru komin nakað til árs minnast fleiri samfelagskreppur, íkomnar av ábyrgdarleysum bankavirksemi og politiskum charlatanaríi. Beint fyri mína tíð, fyrst í fimtiárunum skalv samfelagið alt í sínum grundvølli, táið Sjóvinnubankin lá í andaleypi. 6. oktober í 92 – tað er bara ein lítil fjórðingsøld síðani – skrædnaði aftur, so álvarsliga, at samfelagsformatiónirnar ikki heilt eru komnar upp á pláss aftur. Eg var á seinasta aðalfundinum í tí bankanum tíðliga í 92. Tað tóktist vera “same pocedure as every year”, skráin var hin vanliga við døgverða og berjavíni eftir at ársfrágreiðing og roknskapur vóru avgreidd, helst skuldi ongin óviðkomandi taka orðið. Tað kundi ørkemla hugnan og friðin. Stemningurin mátti halda sær borðhaldið á tamb. Bankaregime sat eftir tign við eitt tvørgangandi borð – haruppi á Hotel Føroyum. Eitt nógv brúkt hugtak í tíðini var at frysta skuld niður hjá einstaklingum og fyritøkum. Hesi tølini skroyvaðu væl upp í status. Brádliga hevjar ein eldri maður seg úr sætinum – hetta var ikki hvør sum helst – gamli skiparin og vinnulívsmaðurin Esmar Fuglø. Hann vildi gjarna hava at vita, hvat ið fór at henda bankanum tann dagin, táið øll hendan frysta skuldin skuldi tiðnast uppaftur. Havi sjáldan sæð eina bankaleiðslu sitið so massfoss. Sum bitið í lort. Svar kom onki á fundinum, og huglagið var onki serligt, ósøgdu orðini bendu á, at Esmar hevði rakt ein ógviliga eyman spurning. Svarið kom nakrar fáar mánaðir seinri, - 6. oktober 1992. 

Seinri, og tað minnast vit øll, fall Eikin. Sum politikari og táverandi næstformaður í Tjóðveldisflokkinum, hevði eg nakað við tað málið at gera, og lat meg staðfesta, at tað var um eitt hár gjørt, at føroyskir politikarar í ramasta álvara ætlaðu at taka á seg ábyrgdina í tí málinum, og leggja eina skuld afturat landskassaskuldini á kanska 3 milliardir krónur. Tað bleiv á fundum advokerað dúgliga fyri hesum, frá landsins leiðslu, men táverandi andstøðan fekst tíbetur ikki upp í vindin, tí fall dirvið teirra ráðandi at fremja ætlaða átakið. Tað var annars um eitt hár gjørt, sum sagt. Minnist at eg spurdi ein leiðandi politikara á tí eina fundinum, hvør ið hevði ráðgivið teimum í hesi ørvitisætlan. Tað hevði ein kendur gamal bankastjóri í Føroyum. Hesin sat nú hinumegin borðið, og virkaði fyri heilt øðrum enn føroyskum áhugamálum. Men álitið hann hevði bygt sær upp sum skilagóður bankastjóri í mong ár, og uppruddari eftir meginkreppuna í nítárunum, skuldi nú brúkast sum kúbein til at drena føroyska landskassan fyri einar 3 milliardir krónur, tíbetur bleiv tað steðgað í tøkum tíma. 

Hetta sigur alt somikið, at ábyrgdin í stýringini av einum banka hevur kolossalan týdning fyri, hvussu tað annars vignast í kringumstøðunum – samfelagnum. Her eru onkrar skilagóðir javnvágir, ið leiðslurnar skulu hava sær fyri eyga stútt og støðugt. Og tað kann skjótt gerast ein línudansur ímillum at taka risiko og at halda fast. Tekur ein banki onga risiko – fer hann ikki inn í eina einastu avbjóðing, har úrslitið í hinum endanum ikki er kent frammanundan, so skumpar hann ov lítið undir menningina av samfelagnum. Fáa onkur skilagóð hugskot ikki benzin á tangan, byrjanarkapital, so doyggja tey í føðingini. Verandi vinnulív livir sítt egna lív, í fleiri førum hava stórar fyritøkur í landinum klára seg somikið væl, tíbetur, at tær liva í sínum egna økonomiska universi, men vinnulívið er sjálvur krumtappurin í samfelagnum, og fíggjarstovnarnir eiga at átaka sær leiklutin at stimbra undir eina menning og fjølbrigdan á hesum mótinum. 

Minnist, at abbi mín einaferð segði mær, at hann einaferð tíðliga í 1933 hevði latið seg í fínasta puss inni á Glyvrum, og var farin til Havnar við mjólkarbátinum. Úr Vágsbotni legði hann leiðina niðan í Føroya Banka. Hann fekk orð á stjóran, sum tá var. Segði honum, at hann ætlaði at keypa skonnartina “Sannu” frá A/S “Markøre” í Vági, og um tað bar til at fáa fígging úr bankanum til keypið. Hetta var ringasta krepputíð, stutt fráliðið síðani keypsskálin fall í Wall Street. Svarið var greitt og knapt, hann fekk onga fígging. Tað kann nú vera at hetta var ein skilagóð avgerð hjá bankastjóranum, útlitini vóru ring, og borgarastríðið í Spania seinri gjørdi ikki støðuna á saltfiskamarknaðinum betri um hesa tíðina. Ikki tykkum at siga, skiparar tá í tíðini toldu illa, at teir ikki fingu tað ígjøgnum, sum teir ætlaðu. Hann lat seg í frakkan, og fór í somu øði á dyr. Her vóru ongi onnur ráð, enn at fara heimaftur við mjólkarbátinum – ongul í reyv. Bolandi og grískur, við hondunum aftan bak, legði hann leiðina oman ígjøgnum Tórsgøtu. Í ringum skørum. Komin nakað ávegis hittir hann Carl á Lag. Teir vóru trímenningar og kendust heilt væl. Carl sá alt fyri eitt, at her ruggaði ikki alt rætt, og spurdi sjálvandi hvussu tað gekst. Hann vitsti onki um ætlaða skipakeypið. Nú opnaði skiparin av Glyvurm upp fyri posabandinum við sínum harðmælta stíli. Tá letur brádliga úr Carli, at hesum finna vit báðir útav, tú lænir bara peningin frá mær, sum restar í keypið. Nú var lagið betri, og 25. oktober hetta sama árið fór hann við “Sannu” út av Vágsfirði, og hevði hana saman við Jóhannesi í Stórustovu fram til juli mánaða 1942, táið hon varð søkt av týskum flogfari norðanfyri Føroyar. Hon gjørdist annars søgulig, tí sum tað fyrsta skipið nakrantíð, var hon í 1940 í amerikanskari havn við Merkinum vundið í húna. Carl fekk alt lánið aftur árið eftir, so ymiskar kunnu metingarnar nú einaferð vera. Í bókini um Kjølbro lesa vit um eina analoga søgu, táið brøðurnir Dávur í Gerðum og Kjølbro royndu sama møguleikan. Teir høvdu í hyggju at keypa Soli Deo Goria. Sjálvir høvdu teir skravað 4 túsud krónur saman, og vóru sinnaðir at seta bæði sethúsini í veð fyri eitt lán á 3 túsund krónur, kortini fingu teir báðir heldur onki lán í bankanum, Jens í Dali bjargaði teimum ístaðin, á sama hátt sum Carl á Lag í fyrra førinum. Generøsir havnarmenn um tað mundið, og tað er ikki lítið álit teir hava havt á hesum bygdarmonnunum av Glyvrum og úr Klakksvík. 

Tað eru so nógvar fatanir og uppfatanir av, hvussu man stimbrar hesum ella hasum. Í omanfyrinevnda dømi átti bankin helst at havt stimbrað einum átøkum, sum skuldu vísa seg at vera burðardygg fíggjarliga. Vælferðarsamfelagið er ein onnur stødd, har alt skal stuðlast úr felagskassanum, bara tað lotar úr hanakjafti. Eftirgevandi politikarar koma helst at gera enda á hesi vælferðini við sínum egna eftirlæti. Tað er ongin endi á teimum krøvum og ynskjum, sum dag og dagliga koma bóltandi inn til kommunur og inn í landsgeiran. Hentir populistar, sum ikki síggja fram um nøsina, geva eftir, og teir fáa atkvøðurnar, tí politikkur fyri teir flestu er bara egið afturval og stutttíðarhjúklan um borgaran. Hetta er vandakós, og kann enda sum í bókini um bankakrakkið hjá einum kendum íslendskum rithøvundi. Hesin, Einar Már Gudmundsson, gjørdi hesa eygleiðingina í eini coupé á lunnavagni á Sørmlandsleiðini í Svítjóð fyri nøkrum árum síðani: “Trøllvaksni drongurin við krunkasvarta hárinum og stóru brúnu eygunum er farin at ressast, tað letur áhaldandi í honum, hann júkar og júkar um eitthvørt á einum óskiljandi máli, og bráðliga knappar sigoynaramamman blusuna upp, stingur aðra hondina innum, og tekur annað bróstið fram. Hann sýgur alt hann orkar, og táið hann hevur fingið seg ótystan, skúgvar hann bróstið frá sær og leggur seg afturá í setrinum og ropar. Eftir tað fær hann sær eina sigarett, festir í og roykir sum var onki sjálvsagdari.” 

Íslendska kreppan, beinleiðis avleiðing av skilaleysum bankaleiðslum og nývorpnum spekulantum – teir sum avloystu gamla kolkrabban – er sjálv ímyndin av, hvussu galið tað kann ganga. Ein virðisleysur kíkur fyri og annar eftir brestur í hondunum á teimum, og borgarin, sum ikki slapp við til Elton John og Duran Duran konsertirnar í kaffipausunum hjá teimum nýríku og bankastjórunum, verður spentur fyri hetta galopperandi virðisleysa rossið. Á sama hátt sum í Føroyum í 1992. At lesa Karl Marx og at vera marxistur er als ikki eitt og tað sama. Marx var sjálvandi heldur ikki marxistur. At Stalin, Hoxha, Castro og Mao hava skamriðið Marx, brúkt hann sum rambukk, og sett hann í ringt ljós, er ein partur av heimssøguni, eisini tí búskaparligu. Men Karl Marx var fyrst og fremst kendur sum búskaparfrøðingur, sum greinari av kapitalismuni. Tí hava serliga amerikumenn lagt seg eftir at lesa Kapitalin hjá honum eftir kreppuna í 2008. Í Hvítbókini hjá Einari Már, sum Carli hevur flutt yvir á føroyska tungu, spyr hann retoriskt á fyrstu blaðsíðuni: Hevði Karl Marx rætt kortini? Og svarið er: “Vinur mín, sum enn eigur øll bindini av Kapitalinum, og hevur lisið tey, sigur fyri mær, at støðan sum nú er íkomin í Íslandi, verður tikin fyri – viðgjørd - í triðja bindi, men tað bindið hava fá lisið, tí so nógv støddfrøði er í øðrum bindi. Hetta sigur vinur mín mær, sum ikki einans eigur øll bindini av Kapitalinum, men eisini lesur tey, og tað er meiri enn eg havi gjørt og flestu onnur. Vinur mín sigur, at í triðja bindi viðger Karl Marx hitt skaldsliga fæfeingi, fiktivan kapital, men har skal ongin virðisskapan vera aftan fyri vinningin, ístaðin verður handlað við virðisleysum pappírum, virðisleysum soleiðis at skilja, at ongin veruleiki man bera tey. Tað var hesa svikalist íslendsku kapitalistarnir íðkaðu, hesir, sum ofta vórðu nevndir útrásarvíkingar, nútíðarligir og smartir. Teir birtust fyri okkum sum hálvgudar í bløðunum, sum teir sjálvir áttu, teir góvu seg út fyri at vera verndarar fyri góð endamál og konur teirra høvdu umhuga fyri at hjálpa børnum í Afriku.” 

Hetta er lagið, táið tað slitnar sundur ímilum verk og virðir. Virðisleysir bjølgar rísa upp, sum bara eru til eina løtu í einum keypsskála, og sum í ringasta føri kunnu knúsa eitt samfelag. Amerikanski búskapurin líður enn undir tí, sum hendi undir seinastu kreppuni, táið partar av fíggjarkervinum fóru upp í royk, táið bjølgarnir brustu. Onkur heldur, at politikkurin hjá Miðbankanum í hesum døgum er størsta eksperimentið síðani seinra heimskríggj. Janet Yellen situr við sjuntinum í hondini. Hon flættar lagaligan peningapolitikk (lága rentu) saman við øðrum greyum í amboðskassanum. Teir nevna QE (Quantative easing), ZIRP (Zero-Interest Rate Policy), TARP (Troubled Asset Relief Program), OMT (Outright Monetary Transactions), HARP (Home Affordable Refinance Program) og so frameftir. Frøðingarnir siga, at amboðskassin er um at vera tómur, og hvat er so til ráða at taka? Ja, tað kunnu vit bara gita um, tí tað sum hendir í hesum stóra búskapinum ávirkar eisini her hjá okkum, tað sóu vit í 2008. Flestu lond virka í dag í eini pappírbaseraðari peningaskipan, tí er peningurin í prinsippinum ikki meiri verdur enn pappírið, sum peningurin er tryktur á í seðlapressuni. Hetta broyttist alt, táið amerikanarar, orsaka av ovurdýra Vietnam krígnum, sleptu virðisskipanini, sum tók støði í gullgoymslum landsins. Tað er lætt at seta ferðina upp á seðlapressuni. Pengar eru góðir, nógvir pengar eru uppaftur betri og ov nógvir pengar eru nakað lort. Ein inflatiónsbumba liggur kanska og lúrir úti í sjónarringinum, Harrin forbjóði tí, sum øll vita er hyperinflatión ein búskaparlig og politisk marra. Hon kann hava avleiðingar, eisini avleiðingar sum venda ymsar vegir. Hon gav Hitleri valdið í Týsklandi, og er í løtuni um at taka valdið frá Nicholas Maduro í einum av oljuríkastu londunum í heiminum – Venezuela. 

Læran av øllum hesum er, at tað ræður um stútt og støðugt at sláa kalt vatn í blóðið. Eisini inni á bonaðu fjalunum hjá bankadirektørunum. Nú stendur aftur eitt kommunuval fyri hond. Fíggjarætlanir skulu leggjast, og tá plagdi man at vera serliga generøsur við skattaborgaranna peningi fyri at verða afturvaldur. Leggið tykkum í geyma, at man altíð er generøsur við peninginum hjá øðrum, táið tað ræður um at sæta sær sjálvum. Tann sum ætlar at miða seg fram í 2017 við tí vakstrarparametrinum, sum vit hava upplivað í 2016, hann hevur ikki sett gradistokkin nóg langt inn í kropsskinnið á føroyska búskapinum. Runavíkar kommuna t.d. hevur higartil í ár eina skattainntøku á 10,16% meiri enn í fjør. Fíggjarnevndarformaðurin hevur onga ætlan um at fara úr sínum góða skinni, og rokna við sama vøkstri í 2017. Tvørturímóti verður hildið fast við hóvliga leistin, sum sitandi býráð hevur hildið seg til higartil. Munurin ímillum hóvliga og ørvitisliga fíggjarætling er, at í seinra førinum kanst tú risikera at renna og tuska aftan á tær sjálvum fram í gjøgnum alt árið, í hinum førinum fært gjørt okkurt, sum borgararnir hava tørv á, táið eykainntøkan er staðfest. Tað henda ongi undur í einum kommunalum búskapi. 

Tað ber helst ikki til at reka banka á sama hátt, sum táið svínoyingurin í Sjóvinnubankanum, Rasmus Olsen, var í vælmaktini. Umframt at brúka genetiska gradistokkin, vildi hann hava at vita hvat umsøkjarin ætlaði sær at gera, tað sum eftir var av lívskeiðnum. Ikki so nógvar krasjtestir og konskvensberokningar. Kortini fekk hann tað at rigga. Eg pipraðist ikki sørt, táið eg fekk foretræde hjá Rasmusi á Eystaruvág. Hevði ongantíð tosað við ein bankastjóra um slíkt áður. Ætlaði at keypa mær eini hús inni á Langanesi, prestagarðin hjá Follendi og frú. Lutfalsliga dýr tá, og rentan var 11,75%, minnist meg rætt. Var 24 ára gamal tá og gekk á Sjómansskúlanum. Í grundini eitt hopleyst útgangsstøðið. Men eg var kortini leiddur upp ígjøgnum einar krókutar trappur, inn til stjóran, og har sótu vit báðir, hesin legendariski bankastjórin Rasmus og eg. Har var ikki javnvág í rúminum. Hann sat á einum fjalli av pengum, og eg royndi í mínari ússaligheit at bidda bara ein lítlan mola av hesum fjallinum. So fór forhoyrið í gongd. Slektin skuldi øll leggjast á borðið, og eg haldi, at tað hjálpti rímiliga væl, táið eg segði honum, hvat eg ætlaði at fyritaka mær liðugur á Sjómansskúlanum nakrar mánaðir seinri. Brádliga reisir hann seg úr sessinum, letur hurðina upp, og rópar niður ígjøgnum trappurnar til Jóhan Djurhuus, at her er ein ungur maður, sum skal hava 6 hundrað túsund krónur í láni frá okkum, gerið skjølini klár, tær resterandi 70 túsund kláraði eg sjálvur við egnari uppsparing. Soleiðis fekk eg tak yvir høvdið, og ivaleyst kenna fleiri hesa søguna aftur frá sær sjálvum. 

Kundi hugsað mær at sagt eina søgu afturat. Vit høvdu ofta grønlendingar við okkum, táið vit sigldu yviri í Grønlandi. Hesin eini, Niels Egede, frá Narssaq, var við okkum í fleiri ár. Peningurin, ella at goyma teir, er ikki teirra sterka síða, til tað liggur veiðimannahugurin enn ov nær undir húðini á teimum. Hesin var ein fínur fýrur, raskur sum eg veit ikki hvat. Systemið var tá soleiðis, at hann fekk nakað av hýruni javnt og samt, og táið vit fóru heimaftur, skrivaði man ein anvísning upp á restina, og so niðan í Grønlandsbankan við manni og anvísningi. Vit báðir Niels fara so sjokkandi niðan í býin, eg hevði virðisseðilin uppi á mær. Vit enda í einari kø framman fyri skivuna í bankanum uppi í miðbýnum. Minnist, at hetta snúði seg um á leið 94 túsund krónur. Væl av peningi tá í tíðini. Vit nærkast skivuni, og nú er tað brádliga okkara túrur. Nú sigi eg við damuna innanskiva, at peningurin skal setast á eina konto, sum skal upprættast í navninum hjá Niels Egede, og peningurin skal setast inn á 12 mánaða uppsøgn. Tað, sum ikki hevði verið, varð nú, hann fór úr sínum góða skinni, hevði helst ætlað at brúkt allan peningin á Kristinemutt sama kvøldið, hevði eg ikki framt hetta átakið. Mátti taka hann til síðis og greiða honum frá, hvussu snilt tað kundi vera at eiga nakrar krónur í einum banka. So pedagogiskur, sum eg fái verið, tosaði eg m.a. um útbúgving, kanska hevði tað verið høgligt at átt nakrar krónur, skuldi hann nú t.d. farið at lært til skipara. Tá letur knappliga úr honum, og hetta var hansara absolut seinasta argument: “Hvad nu hvis jeg dør imorgen?” Eftir tógvið stríð gekk hann kortini við til hetta. Hann kom ikki við okkum aftur, men hetta var ikki orsøkin, hann hevði fingið onkran annan kjans. Eini 4 ár seinri møtti eg honum á bryggjuni í Sisimiut. Brosandi og skilagóður sum altíð, kom hann yvir til mín. Spurin, sum eg vanliga eri, komu vit í prát. So sigur hann brádliga: “Tórbjørn, du havde sgu ret.” Ná, segði eg. Nú vísti tað seg, at hann hevði brúkt peningin, sum vit settu inn hendan dagin, til at fíggja sær eina skiparaútbúgving við, og nú var hann stýrimaður við einum grønlendskum skipi. Tað var ikki mín rættur at gera hetta, men eg visti, at peningurin hevði farið fyri mutur og skutur, gjørdi eg tað ikki, og nú vóru báðir so sára fegnir, goymslan í Grønlandsbankanum hevði lyft ein ungan mann upp í gjøgnum sosiala elevatorin. Mín leiklutur var bara at stýra tilgongdini. Hann átti peningin og brúkti hann skynsamt. 

Ná, nú sigið eg næstan sum nólsoyingurin á rekatræðnum á sinni: “Hava vit ikki hoyrt nokk?” Hann segði í grundini: “Hava vit ikki sæð nokk?” Teir sótu fleiri á rekatræðnum hendan mánamorgunin, ringir av hundasjúku og timburmonnum. Tað var ikki dropin eftir í bygdini. Lagið var ringt, hingu við høvdinum, og mutlaðu fram fyri seg: “Man eingin dropi verða eftir í bygdini?” Tørvur var á einum javnara. Lagið versnaði, og bráliga letur í einum 11 ára gomlu dreingi, ið sat uttastur á træðnum: “Abbi eigur eina fløsku.” Nú kvaklast teir við og ernast. Um nakar møguleiki var fyri at fáa hendur á henni, spyrja teir upp í saman. “Hon liggur uppi á ovasta lofti hjá abbanum, og abbi sigur, at man gerst blindur, drekkur man av henni”, letur í hesum lítla. Nú versnaði lagið aftur. Sum skilst var talan um træspritt. Ongin vón fyri framman stavn kortini. Brádliga reisir hesin eini seg upp úr rúgvuni og spyr: “Tit nólsoyingar, hava vit ikki sæð nokk?” Tað vóru teir samdir um, og sendu hendan lítla niðan til abban eftir fløskuni. Helst ein av nógvum skrønum úr Nólsoy, men nú hava tit hoyrt nokk.

Takki fyri høvið mær varð givið, at siga nøkur orð her ídag. Skilji ikki enn hví Árni ringdi, mítt bankaskil er tað sama sum hjá hundi uppá himmiríkið, og neyvan er tað sum hjá Rasmusi, genetiskt, at eg varð tilkallaður, hóast konan og Árni eru trímenningar. Líkamikið, lat meg enda har sum eg byrjaði, tað ræður um stútt og støðugt at sláa kalt vatn í blóðið. Ja, um at sláa kalt vatn í blóðið. Tað eiga bankastjórar og nevndir og tey sum umsita peningin hjá skattaborgarunum at hava sær fyri eyga, annars gongur tað bara beint ímóti tí næstu kreppuni. Í grundini snýr hetta seg ikki um so nógv annað enn vit og skil og eina rímiliga portión av common sense. Hevur Marx bara nakað av rætti, so skuldi tað verið nógmikið, at tað ongantíð slitnar sundur ímillum verk og virðir. Fari nógv skeivur, um Árni ikki hevur tað huganartærið í sær. Um hann bara er ein rímiligur blandingur ímillum rituvíkingarnar og miðvingarnar, skyldmenninar, sum Pauli, pápi hansara, tosaði við Jógvan um í Útvarpinum, so man tað fara at vera á góðari leið. Sáttligu og eitt sindur konservativu miðvingarnir fóru triðja hvørt ár til Havnar at gera ørindir, og at seta sparipeningin inn, meðan rituvíkingarnir longu tá vóru so frammalaga, at teir fóru til Havnar í fínasta pussi og vælbustaðum svartaskóm bara fyri at klippa sær, og so yvirdádigir vóru teir eisini, at teir leigaðu hýruvogn frá mjólkarbátinum í Vágsbotni niðan í kjallaran á Sjómansheiminum, har barberarnir tá hildu til.

 Sláið kalt vatn í blóðið!

07.09.2016
Torbjørn Jacobsen
Hugleiðing

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?