Eitt føroyskt sjónleikhús frá náttúrunnar hond. Ólavur Frederiksen

Ein pollur sum pallur - Saksun í øðrvísi sunnudagshýri

Saksun í sínum stórbæra einsemi er nóg mikil í sjálvum sær. Hennara brúnasíðu brekkur, froðandi áir og svørtu hamrar draga og ræða. Alt mildað við kvomum líðum ímillum og eiturgrønum floyalsbøi um húsini. Kensluvekjandi og kalt um somu leið.

09.09.2016
Jonhard Mikkelsen
Hugleiðing

Svart, hvítt og grønt við gráum ervalitum. Myndin, ið vit troyttast líka lítið av sum eplum aftur við røstum fiski. Myndin í hvørjum føroyskum huga enntá ikki sjaldan flutt inn í stovurnar uppi yvir sofuni við eini laternu hvørjumegin.

Alt angaði frið og sátt henda sunnumorgunin í august. Ærnar lógu á beiti, júgrini stóðu á tambi, áirnar fossaðu, sjógvurin fjaraði - og ein pollur, evnaður í kyndilsmessuódnini miklu, legðist turrur og varð pallur.

Gerið so væl. Vælkomin til konsert, ímeðan eystfall er.

Eitt føroyskt sjónleikhús frá náttúrunnar hond. Ein møguleiki ongantíð áður komin nøkrum til hugs, men sum birtist í knokkinum á Dáva Juul Magnussen, manninum, ið plagar at draga fólk við sær inn á Klæminstgjógv á konsert. Fyrst óhoyrt, síðan mestsum vani.

Í Saksun var samljóð og friður henda sunnudagin.

Og so hvakk alt við. Tí vindurin, sum hevði sett ljóð á plássið øld eftir øld, hevði fingið eina avbjóðing. Tað var ikki útnyrðingurin, ið fór hvissjandi og skúrandi um hamrar og skørð, illveður, sum dundi í homrum. Heilt annað ljóð. Ikki illsinnisglefs, tá ið grót og vindur mýlast saman, men vakurt, samskipað mannaskapt samljóð.

Oman brekkuna frá Svartá komu hálvthundrað væl útbornir blásarar og trummusláarar og fyltu pollin við marsjtónleiki.

Og ein riðil í fylgi. Næstan sum í mynd, sum William Heinesen kundi havt skapt í sínum verkum.

Feitu havhestaungarnir ressaðust við, tá ið bergmálið av øllum handa blásturljóðførum rivu teir upp úr síni durvandi líkasælu í lýsiangandi reiðrunum. Ærnar fóru til stroks niðan brekkurnar, tí her ruggaði ikki rætt á pollinum. 

Riðilin av tónleikarum við saksunarbrekkum og áum sum leiktjaldi var ein samruni, sum nam hjartað.  At hyggja yvir á Kvíggjarhamar og Dúvugarðar við brøttu brekkunum framman fyri sær, fossandi áum aftan fyri seg og skaddu sum lá og streyk um tindarnar, tað var  pallurin, ið dagurin skapti, og Dávur & co settu tónar til.

 

 

Á pollinum, á markinum millum dovisliga fjarandi sjógvin, gráa sandin og døkka brattan stillaðu tónleikararnir seg og blástu teir bestu ensku marsjarnar við einum passaligum blandi av okkara fosturlandsromantikki uppií.

Slíkt gera okkara dugnaligu ungu fólk, sum stundum flyta mørk, stundum bara vilja vísa okkum stadnaðu á møguleikar, vit ongantíð áður hava varnast vóru til - tí vit hugsaðu eins og øll onnur hava hugsað í øldir - til tey ungu brutu slóð.  

Tøkk fái Dávur og øll tey, sum nú víðka okkum møguleikarnar og vísa okkum á potentialið í hesum øllum, sum flyta okkum mørkini og skapa okkum rárar fagnaðarstundir inni í gjáum sum á pollum.

09.09.2016
Jonhard Mikkelsen
Hugleiðing

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?