Á flog við sólsmakki og tokka og tykki

Sprotin fer hóskvøldið 18. januar á flog aftur við vælumtókta tiltakinum Orð og tónar á Reinsarínum. Ikki færri enn tríggjar bøkur á skrá umframt tónleikur, sum Bárður Johannesen stendur fyri.

15.01.2018
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Jónatan Livingston likka er føroyska heitið á bókini Jonathan Livingston Seagull eftir Richard Bach. Bókin, sum langt síðan hevur fingið kultstatus, er um likkuna Jónatan, sum víkur frá sínum egna flokki. Hann sættast ikki við normarnar í flokkinum - at finna føði, eta og fylgja rútmuni annars. Hann elskar at flúgva, og tað er í flognum, hann kennir seg frælsan!

Ria Tórgarð fer m.a. at lesa brot úr bókini, sum Annfinnur Zachariasen hevur týtt.

Við tokka og tykki er yrkingasavn eftir Christian Fróða Djurhuus. Hetta er fimta bókin eftir høvundin. Yrkingarnar og hugleiðingarnar eru støður, ið hava sítt upphav í teimum mongu góðu og positivu menniskjum, sum høvundurin hevur havt gleðina av at hitta hesi seinastu tvey árini.

Oddfríður Marni Rasmussen fer at práta við Chrstian Fróða um savnið.

Triðja bókin, ið verður løgd fram er Sólsmakkur eftir Rannvá Holm Mortensen.
Sólsmakkur er ímyndin av leitanini eftir tí góða í lívinum.

Og leitanin eftir tí góða hevur m.a. við sær, at ljós eisini verður varpað bæði á tilverunnar døkku síður og tað stórsligna.

Bókin lýsir eina ferð inn í heimin, kroppin, málningin og náttúruna.

Malan Marnersdóttir fer at tosa við Rannvá um nýggjasta verkið.

Tað ræður um at byrja árið væl. Tí síggjast vit í Reinsarínum til Orð og tónar hóskvøldið kl. 20.

 

15.01.2018
Sjúrður Ravnsfjall
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?