Per

Per Haldanson á Eiði var ættaður úr Lamba og tí vanliga nevndur Per í Lamba. Hann var húskallur á Látrinum. Lítil var hann til vakstrar, hartil ómansligur til kreftir; fátækur var hann, men sparsamligur, tá ið hann kom norður til Eiðis. Og hetta hjálpti honum væl fram umsíðir.

05.01.2010
Sprotin
Sagnir

Tann pening, hann vann av fiskiskapinum - tað var í teirri tíðini eingin fiskiskapur uttan vanligur róðrarbátaútróður - átti hann sjálvur, og so væl dugdi hann at spara pening saman, at hann skjótt kundi leggja seg eftir at keypa upp jørð. So nógv hevði hann savnað saman av innangarðs eftir fáum árum, at hann var mentur at hava tvær kýr.

Sparsemi sítt sýndi hann í øllum. Sum eitt dømi í so máta kann nevnast, at tá ið hann bygdi, førdi hann sjálvur við báti alt byggingartilfarið heim úr Tórshavn. Sjálvur førdi hann húsini upp, og sjálvur takti hann tey. Og hóast tey á henda hátt vórðu sera bílig, tey vóru tá í tíðini stór hús at kalla.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

---

Árni Dahl hevur hevur staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst.

Kelda: www.snar.fo

05.01.2010
Sprotin
Sagnir

More articles