Jarðarmóðirin á Eiði

Ein dagin, jarðarmóðirin á Eiði sat í roykstovuni hjá sær og bant, kom ein huldumaður til hennara og bað hana koma til konu sína, hon skuldi til at eiga eitt lítið.

05.01.2010
Sprotin
Sagnir

Hon fór við tað sama við honum. Men áðrenn tey fóru avstað, bant hann fyri eygum hennara. Tað vardi ikki leingi, áðrenn tey vóru í húsum hansara og inni hjá barnakonuni.

Tá ið hann fór heimaftur við henni, bjóðaði hann henni løn fyri stríðið.

“Nei,” segði jarðarmóðirin, “eg skal onga løn hava. Men um tygum kundu lagt mær ráð, hvussu eg skal sleppa frá at missa kúgv mína á hvørjum ári, so hevði tað verið ógviliga hent.”

“Jú,” svaraði hann, “flórurin hjá kúgv tygara er beint oman fyri hús míni, tað lekur úr honum niður. Venda tygum flórinum, so at hann verður við ta sunnaru síðuna av fjósinum, so munnu tygum fara at eiga kúnna í friði.”

Básur og flórur blivu vend, og eftir tað bilaði ikki jarðarmóðrini nakað við kúnni hjá sær.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

---

Árni Dahl hevur hevur staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst.

Kelda: www.snar.fo

05.01.2010
Sprotin
Sagnir

More articles