Judasarheyggjur

Ímillum Hagagjáar og Sandfellis nakað sunnan fyri Elduvík í Eysturoy er ein heyggjur, sum kallast Judasarheyggjur.

09.01.2010
Sprotin
Sagnir

Ein bóndi var á sinni, sum átti alla Elduvík. Tveir synir átti hann, sum skuldu býta ognina ímillum sín. Teir stóðu uppi á einum brøttum heyggi; hin yngri býtti, og hin eldri tók. Men hin yngri unti ikki bróðurinum part hansara, og sum hann hevði kyst bróður sín og lætst so findarblíður, koyrdi hann hann við svikum útav. Á henda hátt fekk hin eldri bróðirin bana, og hin yngri fekk alla Elduvík. Síðan hevur hesin heyggjur verið kallaður Judasarheyggjur.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

---

Árni Dahl hevur hevur staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst.

Kelda: www.snar.fo

09.01.2010
Sprotin
Sagnir

More articles