Orð og tónar 31. januar

So byrjar Sprotaárið aftur. Tað byrjar við nógvari kraft.

28.01.2019
Sprotin
Orð og tónar

Yvirskriftin til hóskvøldið er: "Kynstrið at doyggja, at renna og liva eitt ógáað lív"

  • Jógvan Isaksen hevur skrivað bók um yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen. Teir báðir fara við hesari bókini í hondini at skifta orð um gudsfatan, deyða, sambond millum faðir og son, politikk og onnur stórevni.  
  • Pauli Nielsen hevur týtt tvær bøkur eftir japanska rithøvundin Haruki Murakami. Hann greiðir í stuttum frá teimum og tiltaki, sum verður í NLH tann 14. Februar, um skaldskapin hjá Murakami.
  • Carl Johan Jensen kemur við nýggjari skaldsøgu í heyst. Hann fer at greiða frá hesari bókini, sum er onnur í einum tríbindverki, sambandinum við skaldsøguna Sær, ið kom út í fjør, og fer at lesa burtur úr handritinum (les eisini greinina Tá/ ...orð eru terningar, ið Guð kastar við).

Ólavur Jakobsen fer við gittara sínum at standa fyri tónleikinum.
 
Kom oman á Reinsaríið hóskvøldið til 'Orð og tónar'. Set teg upp afturá. Njót løtuna. Fá tær ein kaffimunn, eina øl ella eitt glas av víni afturvið.

28.01.2019
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?