Tá/ …orð eru terningar, ið Guð kastar við
Fyrr enn skaldsøgan ger ryggin í føroyskum bókmentum, fara tær ikki av álvara at fáa fótin fyri seg, helt Christian Matras í einum blaðviðtali í hálvfjerðsárunum. Men fjøruti ár seinni er enn langt ímillum skaldsøgurnar, sum koma út og eru skrivaðar á føroyskum. Tær, sum nakar munur er í. Og uppaftur sjáldsamari er tað, at føroyskir høvundar seta sær fyri at skriva tríverk (ella triologiir).
Ein teirra er Carl Jóhan Jensen, tiltikin fyri bókina Ó-/søgur um djevulskap frá 2005. Í 2017 gav Carl Jóhan Jensen út skaldsøguna Sær/ ein fuglabók av gloymsku.
Evnið í teirri bókini var burturferð og afturkoma. Hon var um eitt kvinnulív. Uppvaksin í Brekkugøtu í Havn um miðja farnu øld í einum hússetri av andligum og kensluligum mótsetningum setur ein ung kvinna sær fyri at finna seg aðrastaðni og kvitta við upprunan. Seint í hálvtrýssunum fer hon úr Føroyum og so við og við um tvey meginlond heilt suður í tað myrka hjartað í Afrika Kongo, áðrenn hon byrjar ta torføru ferðina heimaftur gjøgnum alt tað, hon hevur gloymt seg av við í útlegdini. Sær/ ein fuglabók av gloymsku er fyrsti partur av einum tríverki.
Annar partur er í gerð og kemur út til heystar. Henda nýggja bókin eitur Tá/ …orð eru terningar, ið Guð kastar við.
Bókin er ikki eitt framhald av teirri fyrru sum so, hóast hon fer fram í sama tíðarskeiði sum hin, t.e. frá beint undan seinna kríggi fram á summarið 1968. Nýggja bókin tekur upp somu temuni, men vendur viðgerðini við so at siga og hevur eitt øvut sjónarhorn.
Hetta er søgan um ein mann, sum ein kavaroksdag í mars 1937 kemur undan eini hálvgamlari einkju nógv ímóti hennara vilja. Okkara maður veksur upp hjá einkjuni saman við trimum eldri hálvsystkinum, eini systur og tveimum beiggjum. Tey búgva á eingjunum við ein føroyskan fjarðarbotn ikki langt frá eini niðurlagdari hvalastøð.
Eins og í Brekkugøtu er heimið á eingjunum eitt undarligt hússetur. Men synd at siga, at nakar útlongsul er í okkara manni, nökur trongd at kvitta við nakað. Tvørturímóti. Hann fer ongan veg úr fjarðarbotninum, hórar allar sínar dagar í og uttan um húsini hjá einkjuni, í einum tykisheimi, har tað, sum skilir millum veruligt og óveruligt, flákrar og skiftir í heilum eins og norðlýsi á náttarhimli. Kortini livir hann meining inn í sína jarðvist einki minni enn onnur, sín undurverda samanhang av mótsetningum.
Á Orði og tónum hóskvøldið 31. januar fer Carl Jóhan Jensen at lesa brot upp úr komandi bókini og greiða frá.