5 góðar til kuffertið

Summarfrítíðin er her og harvið endiliga stundir til at lesa okkurt, ið ikki hevur við arbeiði ella skúla at gera. Men hvat skalt tú kasta teg yvir? Vit hava savnað saman 5 góð boð til tín, ið spenna frá einum býi í Japan til Reykjavíkar, framvið Tórshavn og langt inn í norska skógin.

04.07.2019
Eilen Anthoniussen
Bókaprát

 

DNA - Yrsa Sigurðardóttir

Einki er sum ein góð krimi. Og tú hevur helst lisið teir flestu høvundarnar í sjangruni. Men íslendska Sigurðardóttir førir krimi sjangruna upp á eitt heilt annað støði við DNA. Søgan byrjar við, at ein kvinna verður myrd í heimi sínum í Reykjavík á andstyggiligasta hátt. Tað einasta vitnið er sjey ára gamla dóttir hennara, sum krógvaði seg undir songini ta løtuna, ræðuleikin fór fram. Stutt eftir finnur løgreglan eitt enn verri morð á enn eina kvinnu... 

Keyp bókina her

Ikki fyrr enn tá - Oddfríður Marni Rasmussen

Nógv umrødda skaldsøgan, sum við síni søgu um at vera avvarðandi til sjúkling við álvarsligum krabbameini, hevur rørt so nógvar lesarar, síðani hon varð útgivin í fyrr í ár. Skaldsøgan er rørandi, syrgilig, vøkur og so ómetaliga væl skrivað. Ei undur í, at skaldsøgan var besta handritið í skaldsøgukappingini hjá Bókhandlarafelagnum í 2018.

Keyp bókina her

Sunnanvert markið og vestanvert sólina - Haruki Murakami

Tað tykist Hajime, at øll uttan hann eiga systkin at vera saman við. Einasti vinur hansara er Shimamoto, sum eisini er einabarn. Millum annað lurta tey bæði nógv eftir tónleiki. Men tá ið húski hansara flytur úr býnum, missa tey bæði sambandið. Tá ið Hajime er í tríatiárunum, hevur hann funnið eydnuna við konu síni og døtrum teirra og í jazzbarrini, hann rekur. Hann er eydnusamur. Tá kemur Shimamoto afturíaftur. Hon er vøkur og eggjandi og gátufør.

Keyp bókina her

 

 

Úr vetrarskjølunum - Merethe Lindstrøm

Hvussu er tað at vera so nær einum menniskja, sum ikki altíð hevur hug at liva? Hvussu við børnunum? Hvussu við rúsmisnýtsluni? Hvussu skulu vit klára okkum sum familja?
Norski høvundurin er flutt í norska skógin fyri at fortelja djørvu søguna um trupla evnið, sum sálarsjúka er, við at blanda upplivingar frá makanum og foreldrunum, ið øll á hvør sín hátt hava stríðst við sálarligar avbjóðingar og rúsdrekkamisnýtslu. Úrslitið er ein framúr væl skrivað skaldsøga.

Keyp bókina her
 

Tá ið eg tosi um at renna - Haruki Murkami

Elskar tú eisini at renna? So hevur tú kanska lagt merki til, at heilin arbeiðir serstakliga væl, meðan tú rennur? Tað hevur heimskendi japanski høvundurin Murakami eisini lært, og um hetta hevur hann skrivað eina áhugaverda bók. Her er skemt og sjálvspei, og fleiri eru tey, sum á sofum kring heimin hava notið at verið við honum á mongu rennitúrunum ymsastaðni í heiminum, at sloppið við inn í arbeiðsrúmið hjá høvundanum og at fingið innlit í ta gátufullu skrivitilgongdina.

Keyp bókina her
 

 

04.07.2019
Eilen Anthoniussen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?