Tað sama

Tað krevur eitt serligt hegni at seta eina raffineraða stuttsøgu saman. Eina, sum einki slank ger, men heldur fast í einum evni, bindur lesaran til tað og loysir tað.

14.04.2020
Sprotin
Ymist

Sámal Soll sýnir hetta kynstrið í savninum VIRUS. Søgan "Tað sama" gevur tær ein smakk av kynstrinum, sum Sámal dugir.  

Tað sama

1

Ein kirkjuklokka sló níggju sløg í kvøldarmyrkrinum.

Eydna læt eyguni upp, men tað var bølamyrkt, har sum hon lá. Og tað var kalt. Hon hoyrdi ekkóið av kirkjuklokkuni, men hon visti ikki, hvat klokkan var. Eina løtu helt hon seg liggja í songini í barnakamari sínum heima hjá foreldrunum í Hvalba. Hon blundaði aftur, og so kom alt aftur til hennara. Hon var í íbúðini í vesturbýnum í Havn. Her hevði hon búð í hálvt ár. Líka síðani alt varð svart.

Einki ljóð hoyrdist í kamarinum, men uttan fyri kjall­ara­íbúðina hoyrdi hon vetrarvindin í trøunum og regnið á træterrassuni. Fyrr setti hon slíkt veður í samband við familjuhugna innandura. Nú kendi hon hvørki hugna ella familju.

Myrkrið uttanfyri floymdi um húsini, legði seg um tey sum svørt líkklæði og seyraði inn ígjøgnum rivur og sprekkur inn til hennara og kroysti hana sum ein nevi. Soleiðis var tað hvønn dag, sama hvussu veðrið var. 

Eina løtu seinni – kanska ein hálvan tíma – setti Eydna seg upp. Hon visti ikki, hvussu leingi hon hevði sovið. Tað kundi verið fáar tímar ella eitt heilt samdøgur. Kortini hevði hon næstan ikki orku til at seta seg upp. 

Eyguni vandu seg við myrkrið, og hon hugdi niður á seingjar­borðið, sum stóð nakað frá hennara vinstru hond. Á náttborðinum stóð ein gomul Mickey Mouse-klokka, sum omma hennara hevði givið henni, tá ið hon var lítil. Eydna visti ikki, um klokkan var bein, men hon vísti 21.23.

Seinni kom hon á føtur, og hon fór út í gongina uttan at tendra ljós. Hon setti seg í sofuna í stovuni. Hon tók teldilin og legði seg niður við høvdinum hvílandi á armleninum.

Hon hevði fingið nøkur boð á kjattinum. Tað mesta var frá Helenu.

Hon hevði fingið samband við Helenu fyri nøkrum mánaðum síðani í einum stuðulsbólki á netinum fyri kvinnur við tunglyndi. Tær høvdu ongantíð møtst í veruleikanum, men eingin kendi Eydnu so væl sum Helena. Sambandið við Helenu var einasta ljóspunkt í lívinum hjá henni.

Tað var sálarfrøðingurin, sum hevði eggjað Eydnu til at brúka stuðulsbólkin. Har fór hon at hitta fleiri, ið stríddust við júst somu trupulleikar sum hon. Eisini hatta við sjálvmorðstonkunum, hevði sálarfrøðingurin sagt. 

Eydna skrivaði aftur til Helenu, sum hevði ein grønan prikk við navn sítt, ið segði frá, at hon enn var á netinum.

---

HELENA: Hey, ert tú har, góða? ❤️ 

EYDNA: Ja, nú eri eg her. Havi sovið. Hvat er klokkan?

HELENA: Klokkan er 21.30. 

EYDNA: Hvussu hevur tú tað?

HELENA: Tað sama. Og tú?

EYDNA: Tað sama. 

HELENA: Tú pjøvist ikki at gera tað, um tú ikki vilt. Eg skal ikki tvinga teg til nakað, góða. Tað, sum er tað rætta fyri meg, er ikki vist, at tað er tað rætta fyri teg.

EYDNA: Eg vil eisini gera tað, Helena. Tað er tann einasta loysnin. Eg kann ikki liva soleiðis longur. Tú hevur givið mær dirvi til at gera tað. Eg hevði ikki torað uttan teg. 

HELENA: Eg fari at gera tað í kvøld.

EYDNA: Fert tú?

HELENA: Ja. Ert tú við ella … 

EYDNA: Tað er so knappligt. Eg veit ikki, um alt er klárt, altso, um eg átti at fingið nøkur ting upp á pláss fyri mammu og sovorðið har.

HELENA: Tú pjøvist ikki at gera nakað, bara tí eg geri tað.

EYDNA: Eg veit, men eg vil gera tað eisini. Eg vil gera tað samstundis sum tú.

HELENA: Ok.

EYDNA: Hvussu fert tú at gera?

HELENA: Eg fari at gera tað í baðikarinum. Tey siga, at tað er tað mest behagiliga, um mann hevur góða tíð og er einsamøll heima.

EYDNA: Hvør sigur tað?

HELENA: Nøkur á danska bólkinum. Eg veit ikki, um tað passar. Tey tosa meira opið um tað har. 

EYDNA: Eg havi eitt baðikar her.

HELENA: Og so kann man brúka barberbløð. Eg lesi tað beint nú í bólkinum. Bíða, eg skal senda tær leinkið.

EYDNA: Ok.

HELENA: Tey hava gott av tí. Tá ið tey finna meg. Tá gongur tað nokk upp fyri teimum. Tá skulu tey síggja.

EYDNA: Ja. 

HELENA: Og tey í skúlanum. Tá ið tey hoyra tað. Tá fara tey at angra alt.

EYDNA: Ja.

HELENA: Eg geri tað á midnátt.

EYDNA: Og eg.

HELENA: Eigur tú nakað at drekka? Eg fari at drekka fyrst, fyri dirvi.

EYDNA: Ja, eg havi vodka.

HELENA: Eg havi onkra snapsfløsku hjá babba. Eg drekki hana, og so leggi eg meg í baðikarið við barberbløðunum. 

EYDNA: Ja.

HELENA: Takk fyri alla hjálpina, Eydna, eg hevði ikki klárað tað uttan teg.

EYDNA: Eg … takk.

HELENA: Vit síggjast hinumegin ❤️

EYDNA: ❤️

HELENA: ❤️❤️❤️

--- 

Eydna legði teldilin frá sær. Hon snaraði høvdinum knappliga móti vindeyganum. Helt seg hava sæð onkran uttan fyri vindeygað, men hon var einsamøll. Tað regnaði av grimd, og onkrastaðni langt burturi gekk toran. 

Eydna fór inn í køkin og læt eina skápshurð upp. Har tók hon eina vodkafløsku, sum hevði staðið har, líka síðani hon flutti inn. Á veg út í gongina kveitti hon at fartelefonini, sum lá á køksborðinum. Eitt ljós á telefonini blunkaði og boðaði frá, at hon hevði fingið eini sms-boð. 

Hon stóð eina løtu og hugdi at telefonini og ivaðist. At enda tók hon telefonina við sær, men tá ið hon kom til trappuna, legði hon hana kortini frá sær á eitt skógvaskáp, sum stóð har. Hon gekk upp trappuna; upp á loftið. 

Hon læt vesihurðina upp, og áðrenn hon skrúvaði vatnið í baðikarinum frá, hugdi hon niður gjøgnum trappurnar aftur. Telefonin blunkaði á skógvaskápinum. Tað var einasta ljósið í myrkrinum. 

 

2

Ein kirkjuklokka sló níggju sløg í kvøldarmyrkrinum. 

Hann snaraði inn í Maritugøtu og setti bilin í túnið, har bilurin hjá konuni longu stóð í hinum plássinum. Hann rann inn undan regninum, men varð kortini dýggjvátur, áðrenn hann stóð í durinum.

Konan hevði longu lagt børnini, og hon sat sjálv í stovuni og hugdi at einari sjónvarpsrøð. Eitt vínglas stóð á sofaborðinum framman fyri henni. 

„Hey, góða, nú eri eg heima,“ segði hann, men konan svaraði ikki. Kanska svav hon, hugsaði hann. Hann hongdi váta jakkan upp og fór beina leið inn á lítla kontórið, sum var við síðuna av hjúnarúminum.

Hann setti seg væl til rættis í dýra kontórstólinum og dró hann inn til borðið. Hann hevði eina framkomna svarta stórteldu við fleiri skermum. Ljósini blunkaðu gult og grønt í myrka kontórinum. Hann loysti slipsið og knappaði ovasta knappin upp á hvítu skjúrtuni.

Hann hevði brennandi tørv á hesum. Hann føldi, hvussu tað longu nú brúsaði í kroppinum. Svongdin.

Tað var byrjað í smáum. Hann spældi hund inni á ymsum bólkum, eitt nú í rættstavingarbólkinum. Hann fekk eitt rush av at øsa fólk. Og so á átrúnaðarbólkinum og politiska bólkinum. Hann hevði fleiri brúkarar, sum hann brúkti til at snara kjakinum burtur frá evninum og at øsa fólk. 

Men tað var so langt síðani. Nú hevði hann tørv á sterkari løgi. Hugurin var øgiligur. Hesin hugur øktist alsamt fyri hvørja ferð, hann fór á netið, og nú mátti hann hava okkurt við meira smakki í. Hann hevði verið nógv í sonevnda Dark Web-partinum av netinum. Har vóru eisini bólkar fyri alt møguligt, so tað var bara at velja. Nógv góð hugskot at fáa.

Tá ið svarta teldan var klár, læt hann forritini upp og tryggjaði sær, at VPN-verjan var tendrað umframt onnur verja, so einki kundi sporast. 

Hann føldi ein næstan ónæriligan spenning, tá ið hann fór at skriva. Móttakarin svaraði næstan beinanvegin.

--- 

HELENA: Hey, ert tú har, góða? ❤️

EYDNA: Ja, nú eri eg her. Havi sovið. Hvat er klokkan?

HELENA: Klokkan er 21.30. 

EYDNA: Hvussu hevur tú tað?

HELENA: Tað sama. Og tú?

EYDNA: Tað sama.

14.04.2020
Sprotin
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?