Jónfinn Stenberg

Míni leikapetti - nú sum ljóðmynd

Í samstarvi við Sprotan hevur Tjóðpallur Føroya framleitt "Míni leikapetti" sum ljóðmynd. Vit síggja og hoyra sjónleikaran Annfinn Heinesen bera fram ævisøguna eftir Eyðun Johannessen.

04.05.2020
Sprotin
Bókaprát, Ymist

Í bókini sigur Eyðun livandi frá sínum barnaárum til dagin í dag, hvussu hann minnist krígsárini, gomlu Havnina, Sjónleikarhúsið og tað at hava dirvi at taka sær eina øðrvísi útbúgving. 

Eyðun sigur millum annað soleiðis:

"Eg sigi ikki, at hetta er sannleikin um meg. Teir eru fleiri og marglittir. Eg royni at reka teir eins og hvítar, morreyðar og flekkutar seyðir, í rætt. So kann lesarin, í sínum lag, tumma teir og meta um vektina."

Um ævisøguna, ið Sprotin gav út í 2018, sigur Jonhard Mikkelsen millum annað:

"Eyðun gjørdi tað, hann setti sær fyri – hann setti spegilin upp fyri okkum, so vit varnaðust dáran, sum hekk fastur í ávísum fatanum, sum annars høvdu verið óbroytiligar, óreingiligar … hann setti spegilin upp fyri okkum og læt okkum síggja okkum sjálv í øllum okkara útgávum við lýtum sum dygdum, við døkkum og ljósum síðum, við fjákalótum og dyggum eginleikum. Hann setti sama spegil upp fyri okkum í Føroyum fyri hálvari øld síðan, sum leikhøvundar og leikstjórar hava sett upp fyri mentanir allastaðni í heiminum í øldir við júst sama endamáli. Og undrið hendi – mørkini fluttu seg.”

Sjónvarpsmaðurin Jónfinn Stenberg stóð fyri upptøkunum.

---

Ljóðmyndin liggur í brotum niðanfyri við einum kapittli í hvørjum broti. Góðan lurtihug og góða ferð …

Tú kanst eisini lurta beinleiðis á YouTube her

 












 Fleiri partar eru á veg...
   
   
   
04.05.2020
Sprotin
Bókaprát, Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…
Bókaprát

Átjan oyggjar

Ein einastandandi vøkur, skilagóð og beinrakin lýsing av eini ferð til Føroya í 1965, sum upprunaliga varð ætlað sum ein ferð við…