Sprotin í summarfrí

Nú fer Sprotin í summarfrí til hálvan august. Vit takka tykkum fyri hetta fyrra hálvárið, sum spakuliga fekk tilveruna at lýsna aftur. Í heyst koma vit út við fleiri áhugaverdum verkum og fara undir Orð & Tónar aftur. Men áðrenn vit innsmurd í faktor 54 fara í heingikoyggjuna at letast, fara vit at biðja um umbering fyri, at MOFIBO lanseringin ikki riggaði, sum vit ætlaðu.

05.07.2021
Sprotin

Eitt tøknibrek køvdi gleðina eina løtu. Rakettirnar høvdu vátt fjús. Tað brekið var ikki gjørt her á landi, skal viðmerkjast. Tað ger eyðvitað ongan mun hjá brúkaranum, men so er tað sagt.

Hevur tú hug at lurta eftir føroyskum ljóðbókum á mofibo-appini og annars fylgja við í tí nógva nýggja, ið fer at verða lagt inn á MOFIBO, sum mánaðirnir líða, skalt tú gera soleiðis á telefonini:

Skalt tú brúka vevsíðuna (mofibo.dk), so ber tíverri ikki til at leita eftir bókum við føroyskum titli. Men okkara úrval finst á hesum leinkinum: https://mofibo.com/dk/da/publishers/15868-Sprotin

 

05.07.2021
Sprotin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?