Martin Joensen og Martin Næs í juni 1973 sum nýklaktir studentar

Heiðurskvøða til fjøllistamannin Martin Joensen

- tá ið hann fekk handaða Serstøku heiðursgávu landsstýrismansins 2021 í SALT á Drelnesi 19. januar 2022, kl. 19.

20.01.2022
Martin Næs
Røður

Kanska í dag

Summarið 1953 var eitt gott summar. 

Saman við nógvum øðrum evnagóðum og lívsfýsnum vestmenningum kom Martin J., sum vit kallaðu hann, til Havnar ’á student’ seytjan ár seinni, í 1970. – 

Hann líktist beinanvegin eitt sindur burtur úr. Eg haldi, at mann kann siga, at hann, longu tá, gjørdi sum kettan  -  og fór sínar egnu leiðir -. 

Róligur og hóvligur. Segði ikki nógv, men visti tess meir. 

Hevði lítlan hug at tosa um tað, hini tosaðu um. 

- Tey um tað, segði hann longu tá á sín heimspekiliga hátt. 

Hann tosaði ikki um hondbólt og als ikki um fótbólt. Hann tosaði heldur ikki um politikk ella fiskiskap. 

Men gavst tú honum ein guittara, fekst tú annað at hoyra og síggja – altíð og hvørja ferð. Hann hamskiftist. 

Líktist kanska einamest einum politikara, sum hevur fingið eina mikrofon í hondina. Fortrøllaðist.

Hann kom í Hoydalar og yrkti og gav okkum lagið um Svarta ravn:

Breið tínar veingir út,

flúgv so yvir vøtnini.

So var støðið lagt.

Hann spældi Cat Stevens og sang Benny Andersen. Hann sang ’Morning has broken’ og um ’Svante’ - á føroyskum - í egnum týðingum. 

Hann rúnarbant okkum øll longu sum seytjan-átjan-ára gamal, og hetta sama hevði hann gjørt norðuri í Heygatúni í Vestmanna fleiri ár frammanundan.

Og hóast hann ikki fekst at tosa um VÍF, so vistu vit altíð, hvar sympatiið lá. – Onkustaðni millum Heygadal og Fjarðasand

Vit komu at kennast uppaftur betur í Keypmannahavn, árini vit búðu á tí tá heilt nýggja Oyrasundskollegiinum, har vit eisini, eitt skifti, vóru ’grannar’. Serliga minnist eg eitt kvøldið í juni í 1978. Tóra var komin heim av føðideildini við frumburðinum hjá okkum. Vit vóru øll sjálvandi ómetaliga erpin. Eisini grannarnir. Tí sum tú sjálvur veitst:

Sjáldan velur tú

grannarnar sjálvur

uttan teir røttu

ert tú bert hálvur.

Tú kagaði í vøgguna, og eg eri vísur í, at tit báðir fingu eygnakontakt við brestin. Síðan hugdi tú heilt álvarsamur upp á Honnu og segði: 

Hanna, kom heim!

Og so kom Atli. Fimm ár seinni. 

Upp á dag, sum eg fylti 30 ár, komst tú inn á gólvið í Langatúni. Gleðin lýsti, sum vera man, langan veg, eg minnist, hvussu ótrúliga glaður tú vart, hvussu tú stóðst har mitt á gólvinum og vísti okkum øllum, hvussu drongurin gjørdi, hvussu stórur hann var, hvussu nógv hann vigaði og hvat hann longu tá bæði dugdi at gera og siga.

Tú hevði rætt honum tummulin, hann tók um hann og segði: 

halló babba!

Og so fórt tú til hús og skrivaði MORGUN.

Góði Martin. Takk fyri alt tú hevur givið okkum: beinraknar tekstir, rámandi tónar og hugtakandi tekningar. Takk fyri tað vakra og álvarsama, takk fyri tað stuttliga.

Fyri inniligar yrkingar sum Ró, Morgun, Vestmanna, Um songartíð, Tíð at fara, Í tínum eygum osfr.

Takk fyri bæði skemtiligar og álvarsamar lýsingar:

  • um besta sjeykaran í norðurstreymi
  • um timburmannin í nazaret
  • um Nikolinu sum situr úti á síni altan
  • og um Onnu Suffíu sum rópar: Niels Juel sigur, at teir hava skotið Kennedy

Vit vita, at tú ert vestmaður burturav, og uttan teg vóru Vestmenn ikki bestmenn.

Bæði á humoristiskan, heimspekiligan og álvarsaman hátt hevur tú yrkt og sungið fyri okkum um at Hava tað gott, um Sildarok í Singapore og um Pengar – um ta ferðina tú ”týskvøldið í klubbanum keypti Tofta bygd”.

Onkuntíð kann alt hetta maskuspælið gerast ovboðið, og tá fór skaldið í skemmu sína og gav okkum perlur sum Morgun og og Eingin er sum tú.

Vit eru øll so ymisk, og sagt verður, at tað er bara gott. Hetta er ivaleyst bæði rætt og satt. Taka vit Føroya søgu, so eru tað tey, ið skriva upp í leypar av bókum til tess at lýsa okkara søgu. 

Tú hevur lýst hana á tín sermerkta, stuttorðaða og humoristiska hátt: Í trimum orðum, og tað kynstrið ger fáur tær eftir: 

Tað gongur nokk.

Nógv av tí, vit gera, hava vit sjálv stóra ávirkan á, og makta vit ikki uppgávuna, fáa vit mangan góða hjálp frá øðrum. Báðar hesar leiklutirnar kennir tú eins væl og onnur.

Tak tú bara alt, men goym mær minnini,

um dagarnar, ið vardu alt ov stutt.

Einaferð gavst eg at arbeiða á Føroya landsbókasavni, har eg hevði verið í nógv ár. Í hesum sambandi skipaðu starvsfólkini fyri eini minniligari hugnaløtu á savninum. Best sum alt var farið í gongd, fór úthurðin upp, og eg sá í høvdið á Martini J. Sum vera mann gjørdist eg kløkkur, og skundaði mær yvir til hansara, og skuldi siga okkurt um, at tíverri høvdu vit læst fyri almenninginum… 

Tá smíltist navnin og legði hondina á mína øksl og segði:

nú, nú navnin, her bestmmar tú ikki longur, set teg bara niður!

Síðan tók hann guittaran fram og setti seg at spæla nakrar av sínum inniligastu og vakrastu sangum. Ein minnilig løta.

Fyri einum ári síðan ella so fekk eg sendandi eitt bílæt av tveimum 5-6 ára gomlum smádreingjum, ið spældu fótbólt í Gundadali. Teir vóru navnar og eita báðir eftir abbunum. 

Eg sendi hinum abbanum myndina av navnunum og svarið kom straks:

Yes, ævinliga ringrásin!

Tað er okkurt, ið sigur mær, at lívið heldur fram, og at 2014 eisini var ein góður árgangur.

Góði Martin! Hjartaliga til lukku við 

Serstøku heiðursgávu landsstýrismansins í 2021,

ið tú so hjartaliga hevur uppiborið.

Við tínum egnu orðum – einaferð enn - havi eg hug at leggja aftrat: 

Eingin er sum tú.

Til lukku, til lukku, til lukku frá mær!

Takk fyri.


MN

14.01.22

20.01.2022
Martin Næs
Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?