Víða gitna fýrabindaverkið eftir Roy Jacobsen

Tað var á Barrøy, at Roy Jacobsen byrjaði í 2013 við teirri hugfangandi skaldsøguni "Tey ósjónligu" um lív og lívskor hjá einum útróðrarmannahúski í árunum frá 1913-1928, tá ið Ingrid var smágenta. 

05.12.2022
Sprotin
Bókaprát

Norðmenn eru samdir um, at eingin hevur dugað so væl at lýsa lív og mentan fram við norsku strondini sum Roy Jacobsen. Eingin hevur áður lýst so væl gamla útróðrarmannalívið, fiskiskapin, reiðskapin, kunnleikan til alt hetta. Eingin hevur megnað at greitt frá sildafiskiskapi, so snykurin tevjast á síðunum. Fáur dugir so væl at nema við arrini frá krígnum. Fáur dugir so væl at lýsa viðurskiftini millum fólk við trongum korum og tey ráðandi. 

Og alt hetta er so ótrúliga líkt okkara egnu søgu. Somu kor og somu avbjóðingar hjá menniskjum, ið hava búsett seg fram við hesar ófýsiligu atlantshavsstrendur og hava tikið dystin upp við havið.

Verkið helt fram við bókini Hvítt hav í 2015, sum fer fram í endanum av seinna heimsbardaga, 1944-1945, tá ið Ingrid finnur ein illa brendan mann niðri í fjøruni og verður forelskað í honum, einum sovjetiskum krígsfanga – og verður við barn. 

Í 2017 kom bókin Eyguni í Rigel, har Ingrid við dóttrini á bakinum fer at leita eftir Alexander – til fánýtis.

Og so var ætlaða tríverkið liðugt.

Men so kom ein fjórða bók Bara ein mamma. Ingrid er aftur í sínum trygga kravlítla lívi á oynni. Men so hendir nakað heilt óvæntað. Henda skaldsøgan fevnir um eini 15 ár og kemur inn í 1960-árini.

Roy Jacobsen er hámettur víða um heim fyri hetta verkið. Bøkurnar eru týddar til 27 mál, og Edvard S Olsen hevur flutt okkum alt hetta sjaldsama vakra verk inn í føroyskt so hvørt, sum bøkurnar eru komnar út.

 

05.12.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?