BÓKADAGAR 2023 - Jón Kalman Stefánsson (IS)

Ein rithøvundur, tveir týðarar og tríggjar bøkur.

14.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Sum upphiting til Bókadagar 2023, og í sambandi við íslendska móðurmálsdagin, kemur virknasti prosahøvundurin, Jón Kalman Stefánsson, á vitjan. Harafturat kemur Guðrið Hansdóttir at spæla nøkur løg.

Íslendski høvundurin er væl dámdur millum føroyingar. Hann hevur fingið góð ummæli, og bøkur hansara hava verið væl seldar og nógv læntar á bókasøvnum her heima. Stefánsson fer henda dagin at fortelja frá skaldsøgutríverkinum Himmal og helviti (útg. 2022), Harmur einglanna (útg. 2023) og Hjarta mansins (útg. 2023), ið Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs hava týtt til føroyskt.

Skaldsøgutríverkið byrjar í eini lítlari útróðrarbygd á Vestfjørðum fyri stívliga hundrað árum síðan. Lesarin fylgir navnleysa dronginum og longsli hansara eftir onkrum øðrum enn tí, tað karga sjómannalívið býður. Hugurin reikar um gleim, og hann tráar eftir at læra mál og víðka sjónarringin.

Tað eru Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs, sum fara at tosa við rithøvundan. 

Jón Kalman Stefánsson (f. 1963) er íslendskur rithøvundur og hevur fingið nógvar virðislønir fyri skaldskap sín, bæði í Íslandi og í øðrum londum. Hann hevur fleiri ferðir verið tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Aðalkonsulát Íslands í Føroyum skipar fyri tiltakinum saman við Norðurlandahúsinum. 

TÍÐSPUNKT: Hós. 16. november 2023, kl. 17.00
LONGD: 45 min
HØLI: Skálin
MÁL: Skandinaviskt

ÓKEYPIS

14.11.2023
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?