Pauli Nielsen – ein frálíka góður týðari, sum sýgur eksotiskan skaldskap inn í føroyskt
Pauli Nielsen, gamli rektarin á Føroya læraraskúla, hevur, umframt mong onnur verk um m.a. námsfrøði, týtt 11 stórverk, sum hann hevur latið Sprotanum at geva út.
Eyðkent fyri Paulasa arbeiði er, at hann leitar í lond, sum vit einki samband hava havt við. Hann hevur við sínum týðingum latið dyr upp inn í skaldaheimar, sum eru øðrvísi – bókmentir, ið eru grundaðar á heilt aðrar mentanir, enn tær, vit kenna.
Felags fyri bøkurnar er, at tær eru eksotiskar – hugsanarhátturin øðrvísi.
Pauli borðreiðir okkum bitar úr Egyptalandi, Turkalandi, Ísrael, Japan, Suðurafrika, Italia – skaldsøgur, sum frægastu skøld í hesum londum hava skrivað.
Ígjøgnum norskan mannfrøðing hevur hann eisini kunnað okkum um allar grannarnar hjá risastóra Russlandi og teirra lívstreytir.
Sjaldsama góðar bøkur, sum bara ein, ið hevur ans fyri dygdarverkum, kann velja sær at týða.
Tað er eitt øgiliga stórt avrik, Pauli higartil hevur lagt eftir seg.