Onkuntíð hevur onkur dirvi at siga søguna, sum hon er. Lívið bæði við sínum vøkru og ljótu síðum. Leit

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnaða frá, sum lúka tað ljóta burtur og leggja eina retusjeraða útgávu út við øllum tí, ið eydnaðist, har alt er í samljóði og semju, munnu vera tær vanligastu.

19.11.2024
Sprotin
Bókaprát

Onkuntíð hevur onkur dirvi at siga søguna, sum hon er. Lívið bæði við sínum vøkru og ljótu síðum. Dirvi at ásanna, at stundum snáva vit, og tað hendir, at vit fara vit til botns á leiðini. Dirvi at lýsa ta høpisleysu og miseydnaðu tilveruna, sum hon er við hvørt. Tann hugvekjandi parturin er, hvussu vit koma burtur úr sugguni aftur.

Gunnar Hjelm er farin ígjøgnum ógvisligar íður á lívsleiðini. Hann misti øll systkini og pápan. Hann skildist frá fyrru konuni og livdi eitt skifti eitt høpisleyst lív og var sálarliga niðurundirkomin. Men so kom hann uppundan aftur.  

Hann fekk nýggja tilveru við nýggjum maka, men hepni var ikki við teimum. Dóttirin vigaði minni enn ein mjólkarpakki, tá ið hon varð borin í heim, og sonin sluppu tey bara at hava hjá sær í hálvt ár, áðrenn hann andaðist av vøddasvinni.

Men Gunnar kom inn um íðurnar og hevur aftur fast undir fótum.

Hans S. Egholm hevur skrivað søguna um Gunnar.

Framløguætlan:

  • Teir verða í Perluni í Havn tann 28. kl. 20. Uni Holm Johannesen fer at práta við teir. Lena og Niclas leggja tónleikin inn í kvøldið.
  • Leygardagin tann 30. novembur kl 16 verða teir í Ribarhúsi í Fuglafirði. Bárður á Lakjuni stendur fyri tónleikinum.
  • Mikudagin 04. desembur kl 20 í Miðlatúni í Vági. Skráin fyri kvøldið verður løgd seinni.
     
19.11.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?