Ger skommin nakað, tá ið hann er við mær í henni?
"Vestursandur" er framhald av "Knívin í eldin".
Brita Caisa sleppur úr fongslinum eftir at hava sitið har, tí hon hevði havt ósømiligt samlív við Mikko. Nógv við barn stígur hon út í kavan, hon veit ikki, hvagar hon skal fara. Hon droymir um eitt heim, eina timbursmáttu. Mikko situr framvegis inni, og enn veit hann einki um barnið, sum Brita gongur við.
Vestursandur ger ferð við okkum til Neiden og Pykeijä í 1862, út á váðamikla hvalaveiði og ein tølandi amerikubát, út í hart timburarbeiði og glóðheita baðstovu, inn í lívshættisliga svartsjúku og stóran kærleika.
Fyrra bindið Knívin í eldin gav Sprotin út í 2025. Edvard Olsen týddi.
Ingeborg Arvola varð stórliga fagnað fyri skaldsøguna Knívin í eldin. Nú, ið framhaldið er á marknaðinum, er fagnaður ikki minni í Noregi. Edvard Olsen hevur eisini týtt hesa.
Henda kenslusterka skaldsøgan er grundað á lívssøguna hjá oldurommu Ingeborg. Tað var í roynd og veru kærleikssøgan hjá oldurommuni, sum hevjaði skaldskap hjá Ingeborg Arvola upp um tær vanligu.
“Tað var tað bera hepni, at eg datt um hesa sjaldsama spennandi kærleikssøguna hjá oldurommu. Og nú brúki eg alt, eg havi lært, at skriva hana saman til søgu, eg sjálv vil sleppa at lesa.”
Fyri bókina vann hon Brageprisen og varð innstillað til Bókmentaheiðursløn Norðurlandsráðsins.
Kærleikin millum Brita Caisa og Mikko í Knívin í eldin fekk øgiliga nógva umrøðu. Hvat kunnu vit vænta okkum av hesari?
Eg hugsi ikki so nógv um tað at skriva erotiskt. Visti bara, at tað mátti vera við. Kropparnir mugu vera við, tí tað, sum er teirra millum, er sterkari enn skil, fólkatos og dómar. Tey hava hug at eta hvørt annað. Í hesari seinnu er alt tað eitt sindur búnari. Alt tað, ið skakaði tey og heimin í fyrru bók, er longu hent. Nú er gerandislívið á teimum. Men tað villa er ikki burtur.
Men tað er ikki bara tað erotiska, ið broytist í aðru bók. Tey øgiliga kørgu lívskorini gera, at vit ivast í um hetta sambandið veruliga fer at bera til.
Í fyrru bók verða tey revsað fyri teirra ónæriliga samlív. Men tað skilti tey ikki sundur. Í Vestursandi gevi eg ivanum og óvissuni sítt pláss í Britu Caisa. Hann valdi hana, men gjørdi hann tað nú av álvara? Mundi hann av álvara meina tað?
Høvundurin ger vart við, at strígna lívið í Finnmørkini mitt í 1800-talinum ger, at tað sanniliga ikki er nakað ævintýr, tey liva í. Alt verður ikki gleði og gleimur. Tey kunnu ikki búgva undir sama taki fyrr enn Mikko fær bygt teimum eitt heim, men hann brúkar allan sín og vilja og mátt at fáa tað at eydnast.
